Saturday, June 14, 2014

Nýhugsandi Bjørk


MoMA boðaði frá í vikuni, at tey hava tikið Biophilia appina hjá íslendsku sangarinnuni og listakvinnuni Bjørk upp í savnið, hetta er eftir øllum at døma fyrsta app, ið verður partur av MoMA savninum. Appin er eitt uppískoyti og eitt miðlingaramboð, sum er ítøkiligt dømi um eina radikala broyting av listamiðlingini, sum kanska er neyðug í einum heimi, sum ikki í serliga stóran mun satsar uppá mentanarjournalistikk. Við at útgeva eina app í sambandi við eina tónleikaútgávu, hava avvarðandi listafólk hópin av møguleikum fyri sjálvi at seta fingramerki á hvussu teirra tónleikur t.d. skal miðlast til áhoyraran. Bjørk hevur ongantíð verið bangin fyri at hugsa nýtt, fyri hana er tað at eksperimentera grundleggjandi i listini. Hon syngur við á øllum átta løgum á nýggju útgávuni hjá amerikanska bólkinum, Death Grips, Niggas on the moon. Tónleikastílurin fevnir um rapptónleik, hip hop og sonevnt industrial við eini rúgvu av endurtøkum - tónastrofurnar eru brotnar av á ein hátt, sum leggur dent á, at hetta er digitalt. Tað er  eitt sindur møðsamt við endaleysu uppafturtøkunum av digitalum óljóði, men tað er eisini áhugavert, minnir í støðum um jazz & poetry og Frank Zappa, tónleikurin er ógvuliga inspirerandi at lurta eftir og tað er ókeypis, lurtið her:  

http://thirdworlds.net/

http://www.theguardian.com/music/musicblog/2011/jul/20/bjork-biophilia-app

http://www.spin.com/articles/bjork-biophilia-app-moma-museum/?utm_source=spinfacebook&utm_medium=social&utm_campaign=spinfacebook

http://www.dv.is/menning/2014/6/9/bjork-syngur-niggas-moon/












(KP)