Thursday, May 1, 2014

Tróndur Bogason í uppskoti at fáa tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins



Tróndur Bogason er tilnevndur at fáa tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins fyri tónleikin til verkið Barbara, sum Mpiri framførdi í 2008-09. Temaið fyri verkini, sum eru nominerað í ár er, at tey skulu hava greidligan bygnað og skap og at tey í pørtum verða skapt í sjálvari framførsluløtuni og sum so skuldi tónleikurin hjá Tróndi Bogason verið upplagdur. Kravt verður av teimum nomineraðu verkunum, at tey eru á listarliga høgum stigi og at verkið innan fyri sína sjangru kann metast at vera originalt. Vit ynskja Tróndi Bogason til lukku og góða eydnu. 

Danmark
“Balladeering-Time-December Song” af Jakob Bro
"Black Box Music" af Simon Steen-Andersen

Finnland
“Jong” af Lotta Wennäkoski:  
“Eerik XIV” af Mikko Heiniö & Juha Siltanen

Føroyar
“Barbara” af Tróndur Bogason

Ísland
“Solar5: Journey to the Center of Sound” af Hugi Guðmundsson, Hilmar Jensson, Sverrir Guðjónsson, Matthias Hemstock og med interaktive visuals af Joshue Ott.
“Undir tekur yfir” af Hildur Guðnadóttir  

Noreg
”Constructing Jungle Books” af Øyvind Torvund
”Lion” af Marius Neset

Svøríki
“Frames in transit” af Jesper Nordin
“Ice Concerto” af Fredrik Högberg


Vinnarin verður almannakunngjørdur og heiðurslønin verður latin í Stokkholm 29.okt.í ár.

http://www.norden.org/da/aktuelt/nyheder/nominerede-til-nordisk-raads-musikpris-2014