Tuesday, May 20, 2014

Jubileumslistaframsýning hjá Føroyska Listafelagnum í Keypmannahavn





Sunnudagin 25.mai bjóðar Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn til 25 ára hátíðarhald fyri felagið í Føroyahúsinum á Vesterbro í Keypmannahavn. Fyri at hátíðarhalda dagin við manér, hava vit boðið fýra ungum, framskygdum og dugnaligum føroyskum listafólkum at sýna fram síni verk. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Felagið bjóðar okkurt at drekka afturvið listini og samveruni. Eisini verður eitt listarligt og lætt jublieumsábit sum Marianna Andreassen og Annika Brimheim skipa fyri.

Listafólkini eru hesi:

Ludvík á Brekku:
Føddur í 1985 í Havn. Hevur sýnt fram ymsastaðni í Føroyum og Danmark tey seinastu árini. Hevur eisini gjørt fløguhúsar og bókapermur. Gongur á Listaháskúla á Ærø. Ludvík fæst millum annað vid at tekna og mála.

Jórunn Reginsdóttir:
21 ára gomul, ættað úr Havn, og lesur á arkitektskúlanum í Kbh.
Jórunn hevur altíð teknað og málað nógv, og tey seinastu árini hevur hon arbeitt við photoshop-kollasjum. At byrja við vóru kollasjurnar mest ein estetiskur máti at fanga eina kenslu/løtu, og síðan hon er byrjað at lesa arkitektur, brúkar hon hendan úttrykksháttin at arbeiða seg inn í rúm/stað/ljós osfr. Í kollasjum roynir Jórunn at finna aftur til nakað upprunaligt og við formmálinum endurskapa eina javnvág ímillum menniskjað og náttúru.

Rólant Lenvig Av Reyni:
Rólant er føddur í 1979 og er frá Tórshavn. Hann hevur lært í London har hann hevur tikið BFA í Visual Communication í 2012. Rólant hevur síðan tá starvast sum hjálpari í grafiska verkstaðnum í Føroyum, Steinprent. Rólant brúkar blandaða tøkni, og hansara myndir fevna ofta um evnið ró.

Allan Korsager Davidsen:
Føddur 1987 í Aarhus, og flutti heim til Føroyar í 1994. Allan hevur síðani 2010 búð í Keypmannahavn, har hann arbeiður við graffiki og visuellum samleika. Allan fær íblástur frá menniskjum; serliga eru tað tær skeivu tilverurnar ella tær duldu veikleikar og styrkir, ið øll menniskju á ein ella annan hátt bera uppá, ið tiltala hann. Sum hjá flest øðrum byrjaði Allan at tekna sum barn, men har nógv steðga tá tey gerast tannáringar, gjørdist áhugin fyri at tekna bara størri. Sum 17 ára gamal fekk hann sítt fyrsta digitala teknibrettið, og teir ótalligu møguleikar innan tað digitala, gjørdi at tær analogu hondtekningarnar vóru skiftar út við tí blanka løriftinum á telduskerminum.

Søndag den 25.maj inviterer den færøske kunstforening i Kbh til 25 års jubilæumsudstilling med fire yngre færøske kunstnere, der på hver deres måde giver deres bud på færøsk samtidskunst. De dygtige kunstnere er Ludvík á Brekku, Jórunn Reginsdóttir, Rólant Lenvig av Reyni og Allan Korsager Davidsen. Arrangementet er gratis, og i dagens anledning disker foreningen op med mad og drikke, der kan nydes i det gode selskab af kunst og mennesker.