Friday, May 23, 2014

Bókacafé og móttøka í Býarbókasavninum og Steinprent


Søren Ulrik Thomsen, f. 1956, er ein av best umtóktu donsku yrkjarum og høvundum. Hann hevur skrivað yrkingar og essays, síðan hann debuteraði í 1981 við yrkingasavninum City Slang. Síðani eru komin seks onnur yrkingasøvn. Seinasta yrkingasavnið Rystet spejl gjørdist metsølubók í Danmark í 2011. Søren Ulrik Thomsen er limur í Det danske Akademi og fær Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. Í ár er bókin Samlede Thomsen komin út, og eisini eru komnar út tvær skreytútgávur, sum Steinprent gevur út saman við listamanninum Claus Carstensen, har Søren Ulrik Thomsen hevur skrivað ritroyndirnar. Týskvøldið 27. mai kl 19.30 fer Søren Ulrik Thomsen at lesa upp og tosa við Kim Simonsen um skaldskap sín. Tiltakið verður í Býarbókasavninum í Havn. Mikudagin 28.mai frá 16-18 verður móttøka í Steinprenti í sambandi við útgávu av bókunum báðum hjá Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen. Øll eru hjartaliga vælkomin til bæði tiltøk. Báðir listamenninir verða hjástaddir.