Saturday, April 5, 2014

Vikuskiftisviðmælið



Djúpbláa og svarta myndin er partur av framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti, sum út móti túsund fólk hava vitjað. Eg rokni við, at tey allarflestu kenna stílin aftur við tí ultramarinbláa signaturlitinum. Verkini á nýggju framsýningini hjá Tróndi Patursson í Steinprenti koma frá einum listamann, tá hann er allarbest fyri á síni starvsleið og sum fyri kortum fekk landsins hægsta mentanarheiður, mentanarvirðisløn landsins handaða frá mentamálaráðharranum. Teir einlittu/tvílittu málningarnir draga áskoðaran at sær við síni monumentalu stødd, sum næstan sprongja framsýningarhølið. Hesi verkini eru sum gjørd til meditatión, og tá tú stendur leingi og hyggur at teimum, er tað sum um, at myndin letur seg upp og tú í tonkunum sleppur inn um svarta rimaverkið og inn í tað endaleysa myndarúmið. Tróndur Patursson hevur málað nógvar myndir út frá hesi somu grundmetodu, mynstrið er málað so mikið tjúkt á løriftið, at tað liggur omaná løriftinum næstan sum eitt relieff. Hetta sæst ikki á fotomyndum, men er týðiligt, tá tú sært myndina, har hon hongur í Steinprenti. Í byrjanini tykist mynstrið kanska eitt sindur tilvildarligt, men hyggur tú eina løtu, gert tú varug við eina ávísa kós og  dynamikk í bygnaðinum. Hvat snýr myndin seg um? Av tí, at hon ikki endurgevur veruleikan á mimetiskan hátt, er tulkingin ikki definerað frammanundan. Kanska snýr hetta seg um náttúru og kosmos og er ein ítøkilig lýsing av tí óítøkiliga, men tað ber eisini til at fata málningin meira konkret sum ein flata við ultramarinbláari temperamáling við svørtum mynstri. Farið sjálvi og hyggið, har er opið gerandisdagar frá 9-17 og leygardag 14-17




(KP)