Saturday, February 8, 2014

Listaviðmæli til vikuskiftið - Bárður Jákupsson í Listasavninum


Tað eru ikki minst tær leikandi løttu vatnlitamyndirnar, sum eru góðar fyri sinnið, ið eg viðmæli øllum at fara at hyggja at í Listasavninum hetta vikuskiftið. Men millum oljumálningarnir hjá Bárði Jákupsson í listasavninum eru eisini fleiri meistaraliga góðir. Upplivingin kann tykjast eitt sindur ógvuslig, tað kann vera gott at avmarka seg sjálva sum áskoðara. Tak eina einstaka mynd til dømis og hygg at henni í eina góða løtu, hálvan tíma ella so. Tí tað megnar myndin og tá dugir áskoðarin kanska at síggja ta øgiligu styrkina í myndini, uttan at upplivingin imploderar av hinum myndunum rundanum.














 .