Friday, December 6, 2013

Julie Sass og Steinprent á listastevnu í Miami


Eittans føroyskt gallarí er umboðað á listanum yvir luttakarar í Untitled listastevnuni í Miami og tað er Steinprent. Steinprent er eisini við í nýggju donsku árbókini Ny Dansk Kunst (meira um hetta seinni). Untitled fevnir fyri tað mesta um list hjá ungum up and coming listafólkum, og heldur til í einari arkitektteknaðari pavilliong á strondini í Miami Beach samstundis sum tann stóra Art Basel Miami Beach verður hildin. Fyri løtu síðani var framløga av bókini hjá donsku listakvinnuni Julie Sass á Untitled og gestirnir høvdu høvið at royna danskan snaps og sterkt lakres. Á vegginum høgrumegin listakvinnuna síggja vit eina kenda mynd, tað er eitt av prentunum, sum Julie Sass gjørdi í Steinprenti í heyst. Liggur ikki fyri beint nú at fara ein svipp til Miami, ja so ber til at skreiða oman á Skálatrøð, tí Julie Sass er við á framsýningini Myndaódnin 2013.



http://www.bureauofartsandculture.com/UNTITLED-MIAMI-2013.html
http://www.art-untitled.com/index.php/who/
http://listinblog.blogspot.com/2013/10/julie-sass-i-steinprenti.html



(KP)