Thursday, December 5, 2013

Ikki ein spurningur um glíðibreytir og Jesus, men um javnrætt



Hesa frálíku, grafisku myndina av kerligum, samkyndum og samsintum bium hevur Marianna Mørkøre gjørt. Myndin var við á framsýningini, sum LGBT skipaði fyri í fjør við heitinum "Hvat er natúrligt?" Í dag er stóri dagurin upprunnin, klokkan ellivu verður málið um borgarligt hjúnarmál fyri samkynd viðgjørt í løgtinginum. Eg veit ikki um vónirnar um ítøkiligt úrslit eru stórar, tvs. jú, eg ivist ikki eina løtu í, at hesin sjálvsagdi javnrættur fyri samkynd fer at verða vunnin, um hann ikki verður vunnin í dag. Tingfólk mugu sjálvandi atkvøða eftir egnari sannføring, men sum valdur politikari ert tú í løntari tænastu hjá fólkinum, og tá er sonevnda glíðibreytsargumentið altso ikki nóg gott at brúka, tað er óseriøst. Seinastu tíðina havi eg í heilum sæð og hoyrt óunniligar viðmerkingar, sum snúgva seg um glíðibreytina. Ein afturvendandi tanki tykist vera, at um hetta mál verður samtykt, ja so verður tað glíðibreytin, ið leiðir okkum yvir í fleirgiftu og allar møguligar og ómøguligar, ómoralskar og ókristiligar leiðir og hvat skal tað enda við? Sodoma og Gomorra og djórið í opinberingini og aðrar saftigar sakir standa eftir øllum at døma klárt í huganum á hesum sera hugfloygdu fólkum, harav fleiri eru ting- og embætisfólk, sum hava nógv at siga í samfelagnum. 

Glíðibreytsargumentið kenna vit væl, tað verður ofta brúkt í átrúnaðarligum og moralskum málum um eina støðu, ið óundansleppandi og eskalerandi tekur dik á seg eins og eftir eini glíðibreyt. Allýsingar av glíðibreytsargumentinum vísa, at tað formliga er bygt á eina mismeting, har hildið verður uppá, at ein støða hevur við sær eina røð av øðrum støðum, uttan at grundgivið verður í nóg stóran mun fyri atvoldarsamanhanginum. Glíðibreytin er ikki til, hon er óverulig og møguligar viðurkenningar av glíðibreytargrundgevingum eru svikaliga grundaðar á t.d. fordómar, ótta ella ókritiska myndugleikatrúgv. 

Tað er týdningarmikið at minna tingfólk og okkum øll á, at hetta málið als einki hevur við kristindóm at gera. Tað snýr seg um javnstøðu, um at samkyndir borgarar skulu hava javnrætt við hinkyndar borgarar til tess at kunna giftast borgarliga. Tey tingfólk, sum atkvøða ímóti uppskotinum hjá Rigmor Dam, Pól Michelsen og Bjørt Samuelsen eru altso ikki við til at verja kristindómin her á landi. Í grundini eru tey við til at máa undan okkara fólkaræði og javnrætti. Jú, bæði samgonga og andstøða skulu fyri mær sleppa at atkvøða eftir egnari, persónligari sannføring, men í staðin fyri at tosa um glíðibreytir og brúka Jesus og kristindóm sum umbering ella frágreiðing, má hvørt einstakt tingfólk taka ábyrgdina av síni egnu avgerð. Vit veljarar - fólkið fylgir við.


Aggie Ásgerð Ásgeirsdóttir málaði hesar fínu hestadamurnar



(KP)