Friday, December 20, 2013

Eitt jólakvæði við klisjéum. 20. desember

50.
Tann mildasta sælan fylti mín kropp.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Alt var klassiskt,  rock og popp.
Vindurin søtur og bylgjan ró. 

51.
Eg skilti tá at meining var í øllum.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Og munurin var eingin á einglum og trøllum.
Vindurin søtur og bylgjan ró. 

52.
Eg tveitti meg út í ein villan látur.
Himmal í eygsjón hó hó hó.
Alt var herligt og  loystar allar gátur.
Vindurin søtur og bylgjan ró.








(KP)