Friday, November 22, 2013

Súpanin er kókað og klár til mentanarrokaligt vikuskifti


"Súpanin er kókað" eitur henda herliga myndin hjá Tóroddi Poulsen, sum er við á Myndaódnini 2013. Árliga framsýningin hjá Steinprenti letur upp í dag klokkan fýra. Heili 79 verk eru við á framsýningini og tað er bert ein partur av øllum, sum er framleitt á verkstaðnum í brátt farna ári. Tað verður kapping í dag um áhugan hjá teimum mentanaráhugaðu, tí í dag byrja eisini Bókadagar á Mentanarkafé í Norðurlandahúsinum, sum verður beinleiðis útvarpað frá klokkan 16-18. Har eru øll vælkomin og tað eru tit eisini oman í Steinprent, sum forrestin eisini verður við á Bókadøgum við einum ad hoc verkstaði, har Peter Laugesen og Tóroddur Poulsen fara at regera og gera við. Eg gleði meg, vit síggjast!












(KP)