Thursday, October 10, 2013

Tíðindaskriv: Eyðun av Reyni í Galerie Focus

Fríggjadagin 11. oktober kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Eyðun av Reyni  upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
"Ófatiliga náttúrumyndin listin hjá listamanninum Eyðuni av Reyni

Listamaðurin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið,  veit hann av sær sjálvum - eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar á bumminum - at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli, gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um hendan miðdepilin, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øðiligum slettum og skvettum av ljós og litum, ið fara hurl um burl tvørtur um lørifti, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum."
Aðalsteinn Ingólfsson, í bókini “Eyðun av Reyni”  2008
Framsýningin er opin til 24. oktober: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.