Thursday, October 3, 2013

Skansabigbandið í Perluni!




Í sambandi við eina konsertferð í Danmark saman við kórinum Xperiment, skipar Skansabigbandið fyri konsertum í Perluni í Havn hetta vikuskiftið. Stuðlið orkestrinum- og komið til eina spennandi konsert har ungir dugnaligir musikkskúlanæmingar fara at framføra føroysk bigbandverk.

FRÍGGJADAGIN 04. OKT. KL. 20.30

LEYGARDAGIN 05. OKT. kl. 16.00 og 20.30

ATGONGUMERKI 120,- KR


Konsertrundferðin verður frá 10. til 19.oktober, tá leiðin gongur til ymisk mentanarhús í Thisted, Holstebro, Silkeborg, Viborg, Skanderborg og Århus. 


(KP)