Wednesday, October 9, 2013

Fyrispurningur um film


Gunvør Balle setur í dag í tinginum fyrispurningar um politisku ætlanirnar við filmslist og filmsvinnu


Munnligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
Viðvíkjandi stuðli til filmslist

1.     Hvat er politiska málið við at seta pening av til filmslist?
2.     Hvussu stórur partur av milliónini, ið Mentanargrunnurin eftir ætlan fær aftrat,  verður markaður filmslistini?
3.     Verður serstøk konto stovnað undir Mentanargrunninum til filmslist, soleiðis at talan er um byrjanina til ein veruligan filmsgrunn?
4.     Er ætlanin at játtanin skal hækka støðugt komandi árini?
5.     Hvør skal viðgera umsóknirnar?
6.     Hvørji krøv verða sett teimum, ið fáa stuðul?
7.     Ætlar landsstýrismaðurin at orða ein filmspolitikk?
8.     Samstarva Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um at menna filmslist og filmsvinnu?

Munnligur fyrispurningur
til
Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Viðvíkjandi stuðli til filmslist

1. Ætlar Vinnumálaráðið at raðfesta filmsvinnuna í vinnupolitikkinum?
2. Um ja, hvussu skal hetta gerast?
3. Samstarva Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um at menna filmslist og filmsvinnu?


Viðmerkingar:Tað er komið fram, at landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at marka ein part av hækkaðu játtanini til Mentanargrunnin til filmslist. 

Í vár handaði Klippfisk landsstýrismanninum í vinnumálumálum álit um filmsvinnu. Í álitinum verður m.a víst á, at í Íslandi eru filmspolitisku átøkini lutvíst mentanarpolitisk og lutvíst vinnupolitisk, tí filmsvinna er ein samanrenning av økjunum mentan/list og vinna. 

Álitið setir tað mál, at um 10 ár skal ein spælifilmur framleiðast um árið í Føroyum, og 50 heiltíðar størv skulu vera í vinnuni. Fyri at náa hesum máli var mælt til at:

-       skattalætti ella stuðul verður latin útlendskum filmsframleiðarum, ið taka film upp í Føroyum
-       skipa ein føroyskan filmsgrunn
-       grunnurin skal byrja við 1,5 mió. um árið, men vaksa til 5 mió. eftir 7 árum
-       stuðla undir at fáa eitt afturvendandi føroyskt tiltak, t.d. filmfestival, har Føroyar verða settar á kortið hjá filmsvinnuni í útlondum.

Tað hevur stóran týdning at orða eitt mál fyri, hví filmslistin skal stuðlast, og hvat vit sum land ynskja at uppnáa við hesum. Spurningurin til landsstýrismannin snýr seg um, um ætlanin er at orða ein filmspolitikk, hvussu stuðulin skal umsitast og um krøv til umsøkjarar. Somu­leiðis má greiða fáast á, um talan bert er um eitt eingangsátak, har ein partur av játtanini úr Mentanargrunninum skal latast filmslistini.