Tuesday, September 3, 2013

Mentanargleðiboð



Á dagsins kringvarpskrá stendur skrivað, at mentanarsendingin í útvarpinum, In mente verður at hoyra í dag klokkan 17.05 og hesum gleðiboðum hava vit av sonnum bíðað eftir eina tíð. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur, at tað er Gunnar Nolsøe, sum skipar fyri. M.a. verður ein samrøða at hoyra, sum Ivan Niclasen hevur gjørt við Bárð Oskarsson, sum sýninr fram í Listasavni Føroya í løtuni. Vælkomin aftur In mente, vit gleða okkum til sendingarnar í heyst.