Thursday, September 19, 2013

Mentan á skránni!


Norðurlandahúsið og Kringvarpið eru farin undir áhugavert samstarv, sum byrjar í morgin. Tá verður mentanarkafe fríggjadagin frá klokkan 16.00-18.00. Øll eru vælkomin á mentanarkafé, sum verður send beinleiðis í útvarpinum. Høvuðsgesturin er Sissal Kampmann, sum fekk "Klaus Rifbjerg debutantpris" frá Det Danske Akademi í fjør, og hevur lisið norðurlendskar bókmentir í Keypmannahavn. Eisini verður panelorðaskifti um týdningin av virðislønum, og hartil verður høvi at hoyra vísusang við Hanus G. Johansen og sviunum Nils Zandhers og Lennart Thorstensson. Borðkrókur hevur sushi, vín, kaffi, køkur o.a. munngott til sølu. Eftir ætlan verður hendan mentanarkaféin opin eina ferð um mánaðan, vertir verða m.a. Suni Merkistein, Elin á Rógvu, Ivan Niclasen og Gunnar Nolsøe.



(KP)