Monday, September 30, 2013

Hygga síggj

Ein millión meira til Mentanargrunn Landsins næsta ár. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014 verður skotið upp at hækka játtanina til Mentanargrunnin við 1 mill. kr til 5,7 mill. krónur. Í ár lækkaði játtanin við 1,2 mill. kr samanborið við 2012, so nú nærkast vit aftur upphæddini, sum var sett av fyri tveimum árum síðani. Eg dugi ikki at síggja, um peningurin bara er fluttur aðrastaðni frá, men her stendur at mentan verður uppraðfest, so kanska er hetta bara ordiliga góð tíðindi.

Elsa Súsanna Dalsgaard konsert týskvøldið í Norðurlandahúsinum



Konsertfelagið
Dato fyri konsertirnar hjá Elsu Súsonnu Dalsgaard og Tore Dingstad eru broyttir. Konsertin í Norðurlandahúsinum er flutt til týskvøldið 1. oktober kl. 19:30 og konsertin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði verður í kvøld tann 30 September kl. 19:30. Vælkomin!

Konsert við Elsa Súsanna Dalsgaarð, alt og Tore Dingstad, klaver. Skráin fevnir um Fem sange af Salomon og Sulemith eftir P.E. Lange-Müller, Sea Pictures, Op 37 eftir E. Elgar og Gudruns sorg eftir P. Heise
Kostnaður 120 kr, musikkskúlanæmingar ókeypis
P.E.  Lange-Müller:
op. 1 Fem Sange af Salomon og Sulamith, við orðum eftir B.S. Ingemann

E. Elgar:
Sea Pictures, Op. 37

P. Heise
Gudruns sorg, orð úr Eldru Eddu


Elsa Súsanna Dalsgaard
Elsa Súsanna Dalsgaard hevur fingið sína útbúgving á Nordjysk Musikkonservatorium og Det Kongelige Musikkonservatorium. Hon hevur starvast í ymiskum donskum kirkjum sum løntur kirkjusangari, í Danmarks Radios Konsertkor, í Jyske Operakor og Det Kongelige Operakor. Um somu tíð hevur hon sungið í fleiri semiprofessionellum donskum kamarkórum.

Frá heystinum 2000 hevur hon verið kórsangari við Den Norske Opera & Ballett. Hon hevur verið solistur m. a. í Stabat mater eftir Pergolesi, Matthäuspassiónini og Jólaoratorium eftir Bach og Messias eftir Händel, og hevur hildið sangløtur og kirkjukonsertir í Danmark, Noreg og Føroyum.
Í Norsku Operuni hevur hon haft ymiskar solorollur t. d. Anina í La Traviata eftir Verdi, Teddybamsan í Dokkedoktoren eftir Bengt Perry, gandakellingin í Dido og Aeneas eftir Purcell, Rossweisse í Die Walküre og fyrsta norna í Götterdämmerung eftir Wagner.

Tore Dingstad

Tore Dingstad er útbúgvin klaver- orgul- og cembalospælari og hevur drúgvar royndir sum dirigentur í Oslo, Hannover og Freiburg. Hann hevur virkað í Den Norske Opera seinastu 30 árini.
Sum ein av royndastu fylgispælarum í Noreg hevur hann tikið lut í Kirsten Flagstad Festival 2012. Sama leiklut hevði hann í Minnis Konsert fyri Aase Nordmo Løvberg í dómkirkjuni í Hamar og Stars of Tomorrow konsertini í Universitetsauluni í Oslo, fyri prísvinnarar frá altjóða sangkappingum. 

Sunday, September 29, 2013

Byggilist snýr seg ikki bert um vakurleika

  
Gamalt og nýtt

Føroyska lyndið til at dyrka tað farna er innan byggilistina eftir øllum at døma avmarkað til ávísar avgamlar bygningar við flagtekju. Hetta sæst, nú umbyggingin av bygningum á Vestaru Vág er partvíst liðug, og gamla Saltsølan er transformerað til ein snøggan, men fullkomiliga anonyman bygning. Undirritaða hevur fleiri ferð gjørt vart við, at okkum tørvar størri byggilistarligt fyrilit, men eg havi altso eisini tosað við fleiri arkitektar, sum halda tað sama. T.d. heldur Gunnar Hoydal, arkitektur og rithøvundur, at farast má fram við varsemi og við greiðari ætlan um, hvat kann fáast burtur úr umbygging og nýbygging.

Tórshavnar Kommuna hevur kunngjørt, at Vinnuhúsið Vestara Vág um stutta tíð verður veruleiki í teirri umbygdu Saltsøluni. Húsið skal eftir øllum at døma vera partur av einum Silicon Valley átøkum  vinnuøki mitt í føroyska høvuðsstaðnum og tá yvirritaða nú fer at finnast at verkætlanini, er tað ikki avvarðandi arkitektavirki, sum hevur staðið fyri byggjarínum, sum verður brikslað. Als ikki. Ábyrgdina fyri tí, sum hendir á økinum eigur byggiharrin, Tórshavnar Kommuna, sum uttan fyrilit er farin í holtur við at beina fyri ídnaðarsøguligum dýrgripum á einum tí áhugaverdasta økinum í okkara høvuðstaði. Saltsølubygningurin er farin, og Bacalaobygningurin er væl á veg, og tá arbeiðið er liðugt verða flest spor av fortíð og av upprunasamleikanum á Vestaru bryggju ruddað burtur í eini penleikans ruddingaraldu.



Silicon Valley í Havn?

Vinnan er grundleggjandi týdningarmikil og skal hava góðar umstøður - tað vita og góðtaka tey flestu. Tað er verri at fata og góðtaka, hví vinnan skal vera ómentað, hví hon skal hava so andleysar karmar. Tað mátti verið møguligt onkursvegna at sameina tingini. Vit sóu sama trupulleika á Tvøroyri herfyri, tá Varðin Pelagic ikki tók sær tykni av mentanarsøguligu dýrgripunum á bryggjuni har, fyrr enn virkið í roynd og veru varð tvungið til at taka atlit. Sjúrður Olsen úr Vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu hevur í fjølmiðlunum greitt frá m.a., at Vinnunevndin ímyndar sær eitt kveikingarstað eins og "Silicon Valley" á Vestaru bryggju, og at Saltsølubygningurin verður nútímansgjørdur fyri umleið 45 milliónir kr. Bygningurin skal nýtast til at hýsa fyritøkur, sum hava eitthvørt við sjógvin at gera, og pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum. Gamaní er umvælda Vinnuhúsið við Vestaruvág snotiligt við nýmótans glasfasadu, men hesin kaldi, blái glasbygningurin fær meg at sakna tann kiksaða, løgna Saltsølubygningin við smáu flisunum á grundini og eg haldi, at umvælingin sum heild sær út til at vera framd uttan atlit til hvussu bygningurin sá út fyrr. Hetta sama er við at henda við tí fína hvíta og bláa Bacalaobygninginum við teimum serstøku maskinhallargluggunum, har fasadan, sum vendir út móti sjónum og sum sæst frá flatskattabrúnni við Kaffihúsið í Vágsbotni, longu er broytt munandi.

Bacalao fyrr


Bacalaobygningurin nú, klæddur við stálplátum á einu síðuni



Føroyingar virðismeta tað avgamla

Samanumtikið tykist tað sum um, at føroyingar í stóran mun virðismeta og romantisera estetikkin frá gamla bóndasamfelagnum, hús við flagtekjum osfr., sum vit fegin vilja varðveita, meðan lítil og eingin áhugi er fyri bygningum frá fimtiárunum, teimum mongu smáu blikkklæddu húsunum (sum verða klædd við træ) ella gomlum ídnaðarbygningum. Í størri býum kring allan heimin verður stórur dentur lagdur á at varveita ídnaðarøki og ídnaðarbygningar, tí teir eru sermerktir og partar av søguni hjá býnum. Hugsa vit ein bý sum eina livandi organismu, ið skal skal mennast og liva yvir tíð, skulu nýggj nútíðar íkast heilt vist leggjast afturat javnan, samstundis sum vit verja og bókstavliga byggja víðari á tey søguligu sporini í staðin fyri at viska tey út. Í fleiri býum i Europa eru gamlir ídnaðarbygningar friðaðir og fleiri verða brúktir til listasøvn og annað mentanarligt. Í Keypmannahavn er tað spennandi, sum verður gjørt við risastóra økið hjá Carlsbergfyritøkuni í løtuni. Stóra europeiska Eurovision sangkappingin verður í Keypmannahavn komandi ár, har grand prixið fer at ganga fyri seg í B&W bygningunum á Refshaleøen. Eingin ivi er um, at hetta hongur saman við tí serstaka rustikka autenticitetinum, sum merkir hesar bygningum. Mentan og list trívist væl í gomlum ídnaðarbygningum, tað sæst í Tate Modern í London og nógvar aðrastaðni. Eisini í Føroyum gongur ymiskt mentanarligt fyri seg í gomlum ídnaðarbygningum, í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn í pakkhúsunum og í Østrøms fabrikk, har mentanarvirksemið blómar. Grøni bygningurin á Rundingi hevur í nøkur ár hevur verið brúktur til listahøll og atelier, hetta er skilagott og hesin bygningurin við stóru skipatekningunum í gólvunum verður vónandi varðveittur.


Eitt spennandi býarøki

Vestara Bryggja verður av arkitektum mett sum eitt tað mest spennandi býarøki í Føroyum, mitt í býnum og so er økið velduga stórt sum allur miðbýurin alt Reyn, frá Áarvegnum niðan Tinghúsvegin til Bøkjarabrekku yvir til Tórsgøtu og oman aftur á Vestaru Vág, alt hetta økið sum á mangan hátt liggur sum ein stórur framtíðar møguleiki. Men á hesum økinum eru lutfalsliga fáir av bygningunum, sum kunna sigast at hava eitt ávíst varðveitingarvert virði og tí kann tað undra, at júst Saltsølan og Bacalao/Fiskavirking, sum hava verið við til at skapt serstaka ídnaðarsamleikan í økinum, skulu broytast fyrst. Vinnuhúsið kundi t.d. verið bygt sum nýggjur bygningur yvir av einari skynsamt renoveraðari Saltsølu- ella Bacalao fasadu, hetta kundi veruliga skapt eitt dynamiskt býarrúm við hópin av møguleikum. Eftir tekningini at døma, so verður næstan onki byggilistarligt spor av týdningi eftir á Vestaru Bryggju tá allur Bacalaobygningurin eisini er renoveraður sambært ætlanini og tað haldi eg vera ómetaliga skeivt og eg skilji ikki, at eingin arkitektur talar at, t.d. býararkitekturin - ella er nakar býararkitektur yvirhøvur til í løtuni í Tórshavn? Eg sakni yvirhøvur atlit og reaktiónir, tá eldri bygningar verða tiknir burtur. - "Latið ei søguna doyggja" syngja vit av hjarta, men meina tað eftir øllum at døma bara, tá tað snýr seg um bygningar, sum frammanundan eru friðaðir og sum vit tessvegna vita hava onkran mentanarligan týdning, t.d. á Tinganesi og á Reyni, og heldur ikki har er virðingin serliga stór, tá Tórshavnar Kommuna kann finna uppá at seta gomlu søguligu Pæsastovu í Bringsnagøtu uppá ein sølulista. Tað var jú har, pionerurin Jens Christian Svabo livdi og har hansara virðismikla nótaskráseting av samtíðartónleikinum varð funnin. Eiga vit ikki í okkara lítla høvuðstaði at halda fast í tílíkum mentanarsøguligum og ídnaðarsøguligum bygningum. Gamli kjøtbýurin í Keypmannahavn er dømi um ein tílíkan ídnaðarsøguligan býarpart, sum í umvælingini varð varðveittur í gomlum funktionalistiskum stíli, og sum er livnaður upp sum kreativur og listarligur miðdepil í danska høvuðstaðnum.


Havnin innan fyri Stóragarð

Gunnar Hoydal var býararkitektur í Havn í 25 ár frá 1972 til 1997, og í fjør var hann við til at gera visionera bóklingin "Havnin innan fyri Stóragarð", sum m.a. umrøddi alt økið á Vestaru Bryggju, sum hann metir vera týdningarmesta økið í Havnini: "Tað er stórt og vítt, mitt í býnum, men illa farið við stórum og tómum bygningum, sum ikki vita, hvat skal verða og hvussu, men við nógvum møguleikum. Í bóklinginum verður skotið upp at skapa eitt virkið umhvørvi fyri gransking og hægri lestri og lata Fróðskaparsetrið vaksa av Debesartrøð og oman móti bryggjuni. Ivasamt er enn, hvussu verður við fiskavirking her, men annað virksemi kundi verið við vørumenning, skipasmíði og havrannsóknum, og eitt virkið listaumhvørvi kundi verið í einum parti av teimum gomlu bygningunum. Oljugoymslurnar eiga at verða fluttar burtur úr býnum, og har kundi í staðin verið bygdar lestraríbúður." Víst verður í bóklinginum eisini til royndir aðrastaðni, t.d. Carlsberg í Keypmannahavn og Urban Live Lab í Tokyo.

Saltsølubygningurin fyrr


Vinnuhúsið - gamli saltsølubygningurin


Saknar ikki saltsølubygningin

Gunnar Hoydal harmast ikki um umbyggingina av Saltsøluni, sum hann altíð hevur hildið verið ein heldur misháttan og kaldan bygning, sum í nógv ár hevur havt tørv á umvæling og ábøtum: "Tað serstaka er í grundini støddin á honum og teir nógvu fermetrarnar í honum, men ljósviðurskiftini innan eru vánalig, tí vindeygu eru ikki í síðuni móti Bacalao. Tunnuvirki var inni har í sínari tíð, tá sildafiskiskapurin var upp á tað besta, og søgan um saltið er áhugaverd, men byggisøguliga er virðið ikki stórt. Eg haldi, at tað nú er ein meira hugaligur bygningur at síggja til, men tað er at undrast á, at hetta stóra arbeiðið er gjørt uttan at vita rættiliga, hvat skal vera í honum. Tað er ein øvugt mannagongd, tí vanliga er avgerandi takið í einari byggiætlan at vita gjølla, hvat skal verða í bygninginum."


Eitt saknað skrímsl

Viðvíkjandi teimum byggilistarligu fyrilitunum fyri verandi bygningum er altíð ráðiligt at fara varliga fram, heldur Gunnar Hoydal og heldur fram: "Eg hugsi ofta um tvey dømi, sum tóku seg upp ta fyrstu tíðina, eg var býrarkitektur í Havn. Annað var bilaverkstaðurin hjá Júst Sivertsen í gamla býnum. Tað var ein stórur betongbygningur, mitt ímillum tey lágu húsini á Bakkahellu. Arbeiðið upp á bilarnar fór fram í kjallaranum og í túninum, og lastbilarnir vóru hægri enn tekjurnar á flestu grannahúsunum. Men at keypa bygningin við tí eina endamáli at taka hann niður, tað var í fyrstani ovboðið hjá fleiri býráðslimum. Tað bar kortini til, og í dag er urtagarðurin vestan fyri bæði húsini í Kina eitt prýði í býnum. Hitt dømi er gamla Perlan, sum stóð á trýkantinum millum Mylnugøtu og brekkuna niðan á Bryggjubakka. Eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga. Zacharias Heinesen hevði átt Perluna, William hevði havt sína málarastovu uppi á loftinum, og úr miðhæddini komu tónar frá ungdómi, sum royndi nýggjar og øðrvísi leiðir. Húsið hevði søgu og týdning í býarmyndini, men knappliga ein dagin var hon burtur, tikin av ósemju í býráðnum. Síðani havi eg saknað hana, nú í 33 ár".


Bacalaobygningurin má varðveitast

Gunnar Hoydal tekur samanum: "Tað byggilistarliga er ikki bara tað vakra, tað eru eisini søgurnar og tað søguliga. Tí er rætt at fara fram við fyriliti og varsemi og við greiðari ætlan, hvat kann fáast burtur úr umbygging ella nýbygging. Eftir mínum tykki er lítið av bygningum við byggilistarligum áhuga á Vestaru Bryggju uttan bygningurin hjá Bacalao, sum er eitt tað seinasta verkið hjá H.C.W Tórgarð, arkitekti. Tað eigur at verða varðveitt í sínum upprunaliga líki".



Hóast Bacalaobygningarnir eru slitnir og skoyttir er talan um eitt vakurt bygningsverk, sum eigur at verða varðveitt.

Gamli Saltsølubygningurin og saltsiloin

Fleiri av gomlu bygningunum eru klæddir við metalbylgjuplátum



Byggilistarliga er økið sera kloddut og sjarmerandi, her er ein gul hurð uttan fyri skeltið Thorshaven Shipyard








Kinna Poulsen

Hválvið er ikki til




Hválvið er ikki til, bert rúm -
rúmið er ikki til, endaleyst -
kanska bert tíð, ið brestur
og stendur í stað
um somu tíð!
Men vit eru her:
apan lítla, hundurin,
køtturin,
kjúklingarnir smáu,
ið bíða tín -
vit eru er:
evstu røktarmenn foldarinnar.



Installatión: Tóroddur Poulsen
Yrking: Regin Dahl

Saturday, September 28, 2013

Gul orka í Steinprenti - Gul energi i Steinprent


Í gjár klokkan 16 læt upp ein gul framsýning í Steinprenti. Eg helt eina stutta røðu um gula orku og um at taka støði í listini. Eg greiddi frá um steinprentið "maanens duuer" (2000) hjá Anker Mortensen, sum av fyrstan tíð gav mær hugskotið at gera eina gula framsýning og um myndirnar hjá Jonas Hvid Søndergaard, sum mintu meg aftur á gula hugskotið. Eg lýsti onkrar av myndunum á framsýningini, og kom inn á fínu yrkingina hjá Róa Patursson "Skærur vindur" og kórverkið hjá Sunleif Rasmussen, har hann tulkar yrkingina og haðani hugleiddi eg um gulan tónleik og synestetisk fyribrigdi. Eg havi gloymt røðuna á einari aðrari teldu enn heimatelduni, so fyribils seti eg inn tíðindaskrivið saman við nøkrum myndum frá í gjár. Takk til tey, sum vóru á fernisering. Framsýningin varir til 27.oktober. 

Hon er uppkallað eftir einari vakrari árstíðaryrking hjá Róa Patursson, sum stendur í yrkingarsavninum Líkasum: Ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum/ Vindurin er skærur og gulnar í tínum hári./ Nú heilsa vit farvæl frá hvør sínum bera teigi./ Uttan at geva okkum til kennar. Sorgblíða, konsentreraða og fragmentariska yrkingin hjá Róa Patursson gløðir av skærum gulum litum eins og framsýningin, sum er á tremur í gulum myndum. Hetta eru bæði nýggj og gomul steinprent hjá seytjan føroyskum og útlendskum listafólkum. Summar myndir eru gular og aðrar eru fleirlittar, men við einum gulum høvuðstóna. Framsýningin snýr seg um gult, ið  sum kunnugt er ljóssterkasti liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum, meðan ein bláur rundingur myndar eina mótsetta konsentriska rørslu, sum flytir seg undan áskoðaranum. Gult er sambært hesari hugsjónini útvendur litur, sum dregur áskoðarin inn í myndina, men gult kann sanniliga eisini styggja. Tað valdast hvussu guli liturin er blandaður. Gult hevur eina ørgrynnu av úttrykksmøguleikum og inniheldur sín egna mótsetning, guli liturin kann tykjast ljósfylltur og lívgevandi, men kann eisini sýnast eitrandi og sjúkur. Keisaraguli liturin kann tykjast stórbærur sum bakgrund í náttúruvisiónum hjá Tróndi Patursson, meðan skríggjandi gula, polyesterglitrandi fótbóltsblusin hjá tí hyldliga, væl nøgda øldrekkandi fótbóltsfjepparanum hjá Peter Carlsen ikki sýnist serliga stórbær. Besnissaðar, men eisini elskuligar eru tær barnsligu verurnar hjá Kathrine Ærtebjerg og Onnu Seppalä, meðan abstraktiónirnar hjá Anker Mortensen eru poetiskar eins og skærur vindur og tað eru hugsaðu blómurnar hjá Fríðu Matras Brekku eisini, meðan gula myndin hjá Rannvá Kunoy liggur á markinum millum innihald og popp, millum figuratión og einki. Tað kann diskuterast hvussu gul hennara myndarøð "Litirnir hinumegin" er, men ein bleikur gulur litfarri tykist tó savnandi í hesum hugtakandi, stillu og flótandi kompositiónunum. Rundleittu formarnir í myndunum hjá Hansinu Iversen bylgja aftur og fram móti áskoðaranum, sum fær hug at søkka inn í tær og gerast eitt við gulu formunum. Gulu súkklistarnir hjá Tóroddi Poulsen eru bæði vakrir og stuttligir og tað er ferð á teirra rundferð á pappírinum. Tað sama er galdandi fyri fleiri av mynstrunum hjá Bjarne Werner Sørensen, ið eru organisk og samanhangandi sum eru tey partar av eini størri heild, kanska einum tónleikaverki. Í øllum førum eru rútmurnar altíð til staðar í myndunum hjá Bárði Jákupsson, eisini í teimum smáu prentunum við teirri lívgevandi gulu sólini, sum heilt víst skínur á ástardansin hjá teimum báðum fjallaverunum í fabulerandi lívsglaðu myndini hjá Bjørn Nørgaard. Heystið man vera yndisárstíðin hjá lista- og veiðimanninum Svend-Allan Sørensen í Føroyum, tí tá ber til at fáa fatur av røstum kjøti. Heitið á framsýningini hjá honum á Museum Jorn Country & Koncept sigur í grundini nógv um hansara kulu list, sum vit hava funnið okkurt gult avbrigdi av. Og er tað nakar, sum kennir glitrandi ljósið, sum blaðar í teimum heystligu bløðunum, so er tað Zacharias Heinesen, ið hevur tvær landslagsmyndir við á framsýningini, eina gula støðumynd og so lidna prentið. JohnKørner hevur teknað føroysk siðbundin at kalla postkortkend myndevni á cadmiumgula bakgrund og hetta gevur myndunum ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum reyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Prentini hjá Jonas Hvid Søndergaard eru frá í ár, og eru dømi um, at gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar andaliga opnar og lívsjáttandi. Gula kvøldmáltíðin hjá Torbirni Olsen er ein av litografisku variatiónunum, sum hann gjørdi av nøkrum altartalvumyndevnum. Torbjørn arbeiðir í skrivandi stund í Steinprenti. Hann er litmeistarin og ræðist ikki primerar litir, sum sanniliga eisini síggjast í teimum nýggju prentunum hjá honum, m.a. í einum lítlari hugnaligari mynd av Bringsnagøtu. Tað er nýggjasta myndin á framsýningini og hon var serstakliga væl dámd á ferniseringini. 



Gul energi i Steinprent

Lyset blader i de høstlige blade
vinden er ren og gulner i dit hår
nu hilser vi farvel fra hver sin høstede lod
uden at give os til kende

Indgangsverset til Steinprents gule efterårsudstilling i Steinprent stammer fra et årstidsdigt af Rói Patursson, som med udgangspunkt i efteråret belyser livets absurditet sådan som det tager sig ud i slagskyggen af dødens trættende nødvendighed. Melankolien rammer vores grundlæggende ensomhed i tilværelsen, der kun giver mening glimtvis i sanselige, kærlighedsfyldte øjeblikke. Selv om Rói Paturssons digtfragment gløder af rene, gule farver, er tonen stærkt melankolsk og mørkeblå. Udstillingen indeholder nye og ældre litografier af 18 nordiske billedkunstnere, som enten er gule, eller som kuratoren påstår, er drevet af en gul energi, selv om de i virkeligheden kan være nok så flerfarvede. Gult er som bekendt den lysstærkeste af grundfarverne. Ifølge den russiske kunstner Wassili Kandinsky vil en gul cirkel automatisk bevæge sig ud fra centrum mod beskueren, mens en blå cirkel går den anden vej i en koncentrisk bevægelse, der flytter sig fra beskueren. Gult er ifølge denne opfattelse en udadvendt farve, der inddrager beskueren i billedrummet, men gult kan jo også i den grad virke frastødende. Det kommer an på hvordan den gule farve er blandet. Gult kan forekomme lysende og livgivende, men kan også virke giftig og syg. Mens John Kørners cadmiumgule litografier på én gang synes humoristiske og skønne i skildringen af de ærkefærøske mennesketyper og naturscenarier, er der noget udpræget spirituelt over Jonas Hvid Søndergaards kalejdoskopiske citrongule abstraktioner, men det er en storslået åndelighed, der gavmildt inddrager beskueren. Kejsergul og prægtig er farven, når vi oplever den som baggrund for Tróndur Paturssons abstrakte naturvisioner, imens der ved gud ikke er noget storslået over Peter Carlsens fedladne fodboldentusiast i den skriggule polyesterknitrende fodboldbluse. Således spænder den gule udstilling over ironi og oprigtighed, over højtidelighed og humor i figurative og nonfigurative billeder af atten fremragende nordiske samtidskunstnere:

Tróndur Patursson, Peter Carlsen, Kathrine Ærtebjerg, Anna Seppalä, Anker Mortensen, Daniel Milan, Fríða Matras Brekku, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Bjarne Werner Sørensen, Bárður Jákupsson, Bjørn Nørgaard, Svend-Allan Sørensen, Zacharias Heinesen, John Kørner, Jonas Hvid Søndergaard og Torbjørn Olsen. Kurator: Kinna Poulsen. 


Prent hjá Jonas Hvid Søndergaard og øðrum



Vit práta


Mitt í rúminum er ein ørgynna av pappíri


Gunnar Nolsøe spurdi meg ymiskt til sendingina In Mente




(KP)

Friday, September 27, 2013

List og vísindi í Östrøm

Í Östrøm á Skálatrøð er vísindavøka í dag og í Steinprent fyrireika tey framsýning, sum letur upp klokkan 16.








 

Thursday, September 26, 2013

Ein bók liggur á borðinum og suðar...


Eg sá hesa eiggiligu bókina í bókhandlinum í dag og mátti hava hana alt fyri eitt, so nú liggur hon her á borðinum og suðar stillisliga. Kanska er hon móð, ella møguliga sjóðar hon av samkenslu, tí hon veit av, at eg ikki havi tíð at lesa hana, við tað at eg havi verið til jarðarferð og vaskað klæðir og enn mangli at fyrireika dagin í morgin og als ikki skal sita og lesa yrkingar í kvøld. Men eg havi allíkavæl sníkt meg til at lesa eina av yrkingunum, sum eg tilvildarliga datt fram á, hon stendur á síðu 31 og er nokkso eyðkend fyri yrkjaran. Tað vil siga, at hon er framúr góð, evnisliga einføld og gjøgnumførd við surrealistiskum brá og eini greiðari rørslu, sum í einum fangar barndóm og lívsins treytir og vendir teimum við.



stendur á
hondunum
og
minnini
renna sum
sandur
niður í
høvdið
og
tú jarðast
í svørtum
barndómi





s.31 í Einglasuð hjá Tóroddi Poulsen




(KP)

Eivør Pálsdóttir heiðrað av DJFBA




Eivør Pálsdóttir varð heiðrað í gjár við DJFBA heiðurslønini, sum er felagið hjá yvir 1400 donskum komponistum og sangskrivarum. Vit ynskja Eivør hjartaliga til lukku.

Á heimasíðu teirra stendur skrivað m.a:

DJBFA uddeler årets tre hæderspriser 2013 til to komponister og en af dansk musiks markante personligheder ...bag scenen. Omkring 600 komponister, sangskrivere og folk fra dansk kulturliv deltog i hædersprisfesten, der samtidig markerede foreningens fyrre års jubilæum. Anders Trentemøller Andersen har netop udgivet sit tredje album og høstet fine anmeldelser. Onsdag aften fik han så særlig hæder fra sine komponistkolleger oven i hatten, da han modtog DJBFAs hæderspris 2013 foran flere hundrede komponister og sangskrivere.- Trentemøller swinger på den onde måde. Tager fat om din vejrtrækning skubber til din puls og sætter sin egen i stedet... Han invaderer din krop, så du føler som Trentemøller. Han er altid et skridt foran dig og han er med dig og fører dig alle vegne hen. Det er stort, lød det blandt andet, da DJBFAs formand Susi Hyldgaard motiverede hædersprisen til Anders Trentemøller.
Eivør Pálsdóttir, færøsk sangerinde og komponist, modtog ligeledes hæder fra sine kolleger ved at modtage DJBFAs anden hæderspris 2013. - Når hun synger, sidder vi "trollbundna". Vi smager på regnen, ser de grønne bakker og klipperne. Så hører vi lydene af havet, kraften i hendes råb, der veksler med hvisken der igen bliver til ord der duver på lydbølgerne i rummet. Og der midt i det hele mærker vi hver især, hvordan at hun byder os alle velkomne helt ind i hendes varme hjerte, forklarede DJBFAs formand Susi Hyldgaard blandt andet i foreningens motivering af hædersprisen til Eivør Pálsdóttir. Hver hæderspris ledsages af en statuette af kunstneren Stefan Nilsson samt 25.000 kroner.





(KP)

Janus Kamban hátíðarhildin í Listasavninum - myndir

Tó, at mann kann sanniliga má undrast á, at eingin framsýning hjá týdningarmikla listamanninum og vegarnum Janusi Kamban var at síggja í Listasavni Føroya á hundrað ára degi hansara, kunnu vit fegnast um tey tvey hátíðarhaldini, ið verða hildin á savninum, harav tað eina var í gjár. 

Tíverri barst mær frá at fara, men vit hava fingið myndir og eina lítla frásøgn frá kvøldinum. Tað gekk fyri seg í lítla rúminum, fyrrverandi skrivstovuni hjá Bárði Jákupsson, sum nú er forrúm til Bládýpið, konteynaraverkið hjá Tróndi Patursson. Rúmið var sjálvsagt ov lítið. Hans Pauli Olsen greiddi frá um listamannin og visti sera nógv áhugavert at siga. Hann tosaði við listasavnsstjóran, Nils Ohrt. Góði filmurin hjá Ingun í Skrivarastovu Í hansara hondum var eisini sýndur og upplýst varð, at í november verður fokus á Janus Kamban, grafikaran. Eftir øllum at døma kemur ein framsýning eisini, men enn er hon ikki lýst. Vit seta inn nakrar myndir og takka Eiler Fagraklett fyri.


Úr fínu bókini hjá Gunnari Hoydal um Janus Kamban

Nógv fólk

Hans Pauli Olsen greiðir frá



Fólk sótu allan vegin út í salin

Ingun í Skrivarastovu, sum hevur gjørt góða filmin um Janus Kamban "Í hansara hondum"

Úr filminum

Hans Pauli Olsen

Fólk lurta

og práta aftaná

Summi stóðu uppi g lurtaðu

Nakrir áhoyrarar

Onkur áhoyrari (Eiler) útnyttaði løtuna til eisini at hyggja eftir samtíðarlist, framsýningini hjá Bárði Oskarsson í Listasavninum.



(KP)

Wednesday, September 25, 2013

Bárður Oskarsson heiðraður í Týsklandi



Sambært heimasíðuni hjá Bókadeildini verður Bárður Oskarsson aftur nú heiðraður í Týsklandi. Hann fekk White Raven merkið frá Deutsche Jugendbibliothek í 2006 fyri fyrstu bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús, og nú fær hann aftur sama heiður fyri seinastu bókina Stríðið um tað góða grasið.   Sigast má, at Bárður hevur rakað seymin á høvdið við sínum bókum. Ein hundur, ein ketta og ein mús er seld til Danmarkar, Ísland, Frakland og Noreg,Pól, hin kuli giraffurin og Beinið eru seld til Danmarkar, Flata kaninin er komin út í Danmark og Týsklandi og kemur út í Noregi seinni í ár.  Um seinasta útgávuna Stríðið um tað góða grasið verður sagt, at enn einaferð megnar Bárður Oskarsson at fortelja ein nútímans fápil um tolsemi og sleppur væl frá tí uttan at yvirmoralisera.


Vit skilja væl, at týskarum dáma bøkurnar hjá Bárði Oskarsson, sum vit sjálvi mangla at innstilla til allar møguligar heiðurslønir. Ikki vóru nógv møtt tilferniseringina hjá honum í Listasavninum herfyri, men tað var helst orsakað av, at alt ov lítið var gjørt burtur úr at reklamera. Framsýningin hjá honum er opin enn og kann síggjast í Listasavninum inntil 6.oktober. Vit ynskja Bárði hjartaliga til lukku og seta inn grundgevingina fyri White Raven her:

Oskarsson, Barður (text/illus.) 
Stríðið um tað gòða grasið (The quarrel over the good grass)
[Tórshavn]: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2012 – 33 p. 
ISBN 978-99918-74-37-1
Quarrel – Tolerance
In Barður Oskarsson’s newest picture book, dogs and rabbits lock horns. The dogs bother the rabbits because they are bored. The rabbits in turn are annoyed by the dogs’ attacks and especially by their constant relieving themselves right on the rabbits’ lawn, the most beautiful lawn around. So the rabbits shoo the dogs away using a trick: pasted-on teeth make every harmless bunny into a killer rabbit. The rabbits soon notice, however, that their grass is no longer as lush. Perhaps it needs fertiliser? Once again, Barður Oskarsson tells a modern fable about tolerance and getting along together without overt moralising. This succeeds especially well in the pictures, for their bold, fun lines make them quite cartoonish. (Age: 3+)






(KP)



Janus Kamban hátíðarhildin í Listasavninum í kvøld



Listasavnið markerar 100 ára hátíðarhald Kambans við tveimum tiltøkum. Fyrsta tiltakið leggur dent á høggmyndir hansara, og tað verður við eini samrøðu og framløgu, har ein av Føroya mest týðandi núlivandi myndahøggarum, Hans Pauli Olsen, luttekur. Hans Pauli Olsen tók síni fyrstu fet inn í myndhøggarayrkið við Janusi Kamban sum vegleiðara. Klokkan 19.30 í kvøld verður samrøða millum Hans Paula og Nils Ohrt savnsstjóra. Eftir samrøðuna verður filmurin Í hansara hondum (2008) eftir Ingun í Skrivarastovu vístur. Ingun fer eisini at siga nøkur orð um filmin. Filmurin er tann seinasta upptøkan, sum finst av Janusi Kamban, og snýr seg m.a. um sambandið millum myndahøggararnar báðar Hans Paula Olsen og Janus Kamban.





(KP)

Pixies - ein tónleikalig fyrimynd


Her er ein fín sending, sum Channel Four hevur gjørt um amerikanska tónleikabólkin The Pixies. Bólkurin hevur havt stóra ávirkan á tónleikarar sum Kurt Cobain, P.J.Harvey, Thom Yorke, David Bowie osfr., og í sendingini greiða nøkur teirra frá hvat tað er við bólkinum, sum teimum dámar. Bólkurin er úr Boston Massachusetts og myndaðist í 1986. Black Francis, Joey Santiago, David Lovering og Kim Shattuck eru við í bólkinum og tað er Black Fransis, sum er kendi sangskrivarin. Stílurin er merktur av einum áhugaverdum blandi av progressivum distortion/indie rock við hugnaligum 60´ara gittararaljóði. Hygg og lurta her:








(KP)

Tuesday, September 24, 2013

Skærur vindur - ein gul framsýning



Ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum.
Vindurin er skærur og gulnar í tínum hári.
Nú heilsa vit farvæl frá hvør sínum bera teigi.
Uttan at geva okkum til kennar.

Heystframsýningin í Steinprenti er uppkallað eftir einari vakrari árstíðaryrking hjá Róa Patursson, sum lýsir lívsins absurda meiningsloysið í slagskugganum av deyðans troyttandi noyðslu. Sorgblíða huglagið rakar mitt í okkara grundleggjandi einsamallu støðu í tilveruni, sum bert gevur meining í sansaligum løtum, fevndar av fjálgum kærleika í ljósgirda hárinum hjá unnustuni ella í lívs- og deyðsjáttandi skróvanini av heystbløðum á vegnum. Konsentreraða og fragmentariska yrkingin hjá Róa Patursson gløðir av skærum gulum heystlitum, samstundis sum tónin er bláur og dapur.

Framsýningin inniheldur nýggj og gomul steinprent hjá 18 listafólkum, sum antin eru gul ella sum kuratorurin metir hava eina gula heildarkenslu, tó at tey eru fleirlitt. Gult er ljóssterkasti liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum, meðan ein bláur rundingur myndar eina mótsetta konsentriska rørslu, sum flytir seg undan áskoðaranum. Gult er sambært hesari hugsjónini útvendur litur, sum dregur áskoðarin inn í myndina, men gult kann sanniliga eisini styggja. Tað valdast hvussu guli liturin er blandaður. Gult hevur eina ørgrynnu av úttrykksmøguleikum og inniheldur sín egna mótsetning, guli liturin kann tykjast ljósfylltur og lívgevandi, men kann eisini sýnast eitrandi og sjúkur. Keisaraguli liturin kann tykjast stórbærur, tá hann er bakgrund í einari náttúruvisión hjá Tróndi Patursson, men skríggjandi gula, polyesterglitrandi fótbóltsblusin hjá tí hyldliga, sjálvglaða øldrekkandi fótbóltsfjepparanum hjá Peter Carlsen er alt annað enn stórsligin.  Besnissaðar, men eisini elskuligar eru tær barnsligu verurnar hjá Kathrine Ærtebjerg og Onnu Seppalä, meðan abstraktiónirnar hjá Anker Mortensen eru poetiskar júst sum skærur vindur og tað eru hugsaðu blómurnar hjá Fríðu Matras Brekku eisini, meðan gula myndin hjá Rannvá Kunoy liggur á markinum millum innihald og popp, millum figuratión og einki. Tað kann av sonnum diskuterast hvussu gul hennara myndarøð "Litirnir hinumegin" er, men ein bleikur gulur litfarri tykist tó savnandi í hesum hugtakandi, stillu og flótandi kompositiónunum. Rundleittu formarnir í myndunum hjá Hansinu Iversen bylgja aftur og fram móti áskoðaranum, sum fær hug at søkka inn í tær og gerast eitt við teimum sevjumiklu gulu formunum. Gulu súkklistarnir hjá Tóroddi Poulsen eru um somu tíð vakrir og stuttligir og tað er ferð á teirra rundferð á pappírinum. Tað sama er galdandi fyri fleiri av mynstrunum hjá Bjarne Werner Sørensen, ið eru organisk og samanhangandi sum eru tey partar av eini størri heild, kanska einum tónleikaverki. Í øllum førum eru rútmurnar altíð til staðar í myndunum hjá Bárði Jákupsson, eisini í teimum smáu prentunum við teirri lívgevandi gulu sólini, sum heilt víst skínur á ástardansin hjá teimum báðum fjallaverunum í fabulerandi lívsglaðu myndini hjá Bjørn Nørgaard. Heystið man vera yndisárstíðin hjá lista- og veiðimanninum Svend-Allan Sørensen í Føroyum, tí tá ber til at fáa fatur av røstum kjøti. Heitið á framsýningini hjá honum á Museum Jorn, Country & Koncept sigur í grundini nógv um hansara kulu list, sum vit hava funnið okkurt gult avbrigdi av. Daniel Milan er eisini ein av teimum ungu dugnaligu listafólkunum, sum eru útbúgvin á kunstakademinum seinastu árini. Hann hevur funnið íblástur av einum uppihaldi í Uganda, har homofobi hevur valdað í óhugnaligan mun og har heimssamfelagið, serliga Hilary Clinton hevur mótmælt gongdini. Milan hevur verið upptikin av hesum málinum, hansara myndir minna um dokumentar, men tær eru eisini stuttligar og dekorativar. Er tað nakar, sum kennir glitrandi ljósið, sum blaðar í teimum heystligu bløðunum, so er tað Zacharias Heinesen, ið hevur tvær landslagsmyndir við á framsýningini, eina gula støðumynd og so lidna prentið. John Kørner hevur teknað føroysk siðbundin at kalla postkortkend myndevni á cadmiumgula bakgrund og hetta gevur myndunum ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum reyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Prentini hjá Jonas Hvid Søndergaard eru frá í ár, og eru dømi um, at gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar andaliga opnar og lívsjáttandi. Gula kvøldmáltíðin hjá Torbirni Olsen er ein av litografisku variatiónunum, sum hann gjørdi av nøkrum altartalvumyndevnum. Torbjørn arbeiðir í skrivandi stund í Steinprenti. Hann er litmeistarin, ið sum kunnugt ikki ræðist primerar litir, enn er óvist hvussu gular myndirnar blíva, men eftir ætlan verða tey spildurnýggju prentini at síggjast at síggja á verkstaðnum uppiá. Framsýningin við gulum grafikki letur upp í Steinprenti fríggjadagin  27 september klokkan 16. Kurator: Kinna Poulsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Okkara stuðlar framsýningini.



(KP)


Mentanarvika í Fuglafirði

Í farnu vika var mentanarvika í Fuglafirði og Listinblog var á hugnaligari vitjan sunnudagin. Vit sóu bátasavnið, Høvdahúsini, sum eru eini varðveidd hús og tvær listaframsýninger, sum vit deila myndir frá her. Tann eina æt Rørslur og ljóð hon var í gamla Eik-bygninginum og var við Janus á Húsagarði, Frits Johannesen, Jógvani Andreas á Brúnni og Brandi Patursson, og hin var í Gallarí Ribarhúsi og var við Bárði Jákupsson. 

Bárður Jákupsson


Brandur Partursson og Janus á Husagarði

Brandur Patursson

Kristina Joensen, kurator, Hergeir Eldevig, fyriskipari og Frits Johannesen

Jógvan Andreas á Brúnni

Jógvan Andreas á Brúnni

Frits Johannesen