Friday, July 5, 2013

SUMMARFERIULISTIN 3 - vaknaður vársins songur


Nú er summarið endiliga komið, henda ljósa góða tíð, sum vit stóran part av árinum bíða eftir. Vit hava frí og kunna løða okkum upp aftur við ljósi og orku. Vit á listablogginum ætla okkum uttanlands at halda summarfrí, men fara á blogginum at fagna summarinum við summarferiulist.

Dagsins summarlistaverk er ein framúrskarandi ljós og løtt vatnlitamynd hjá Torbirni Olsen av Haldórsvík.Torbjørn Olsen er mest kendur sum ein framúrskararandi portrettmálari og ekspressivur koloristur, sum hevur málað nógvar altartalvur seinastu árini. Men Torbjørn Olsen fevnir eisini tað spontana, impressionistiska og dugir sjáldsama væl at skráseta ljósárinið ein summardag sum hendan í Vík.







(KP)