Sunday, June 16, 2013

Yndislist - Peter Carlsen



Tað er mátin sum vit føra okkum fram uppá, sum Peter Carlsen miðsavnar seg um. Hann er millum míni yndislistafólk, eg haldi, at hansara standmyndir eru fantastiskar, men tað sama er jú galdandi fyri hansara myndir óansæð um talan er um málningar ella prent. Hansara klóka og avdúkandi speisemi er bara ein síða av listini, sum altíð tykist fevnd av kærleika til hesa somu láturligu, veiku, sjálvupptiknu og óendaliga skroypiligu menniskjaættina, sum listamaðurin sjálvur er partur av. Hyggið at hesum lítla portrettinum, sum eg seti leinki inn til her:

http://www.dr.dk/DR2/Danskernes+akademi/Kultur___Sprog/Ny_smag_Nye_tider_Peter+Carlsen.htm

PS Nú hugsa tit kanska: -Hevði eg átt eitt tílíkt portrett sum hatta høgrumegin listamannin og tað, kæru vinir, kunnu tit. Tí træprentið er gjørt í Havn í Steinprenti.

http://www.steinprent.com/Steinprent.com/Peter_Carlsen.html





(KP)