Sunday, June 2, 2013

Vit eiga listina

Rembrandt oh Rembrandt

Sum ein lítil áminning um, hvussu rík vit øll eru tí vit eiga listasøvn, hevur Rijksmuseum í Amsterdam i hesi vikuni valt at seta 125 000 myndir av listaverkum hjá teimum út til fría nýtslu á netinum.

Søvn er til fyri okkum øll, tey eru til fyri at varðveita, formidla, granska, savna og skráseta ta listina, sum vit øll, mannaættin, eigur. Tí er eitt savn nakað av tí mest vakra sum finnst.

Takk til Rijksmuseum, sum minti okkum á tað.

https://www.rijksmuseum.nl/en/search