Thursday, June 6, 2013

Summarframsýningin 2013

Fríggjadagin 7. juni kl. 17.00
Summarframsýningin 2013 er við listakvinnunum Steinunn Thórarinsdóttir (IS) og Silju Strøm (FO). Standmyndirnar eftir Steinunn verða settar upp í miðbýnum í Havn; á Vaglinum, í Viðarlundini og í og uttanfyri Norðurlandahúsið. Myndirnar eftir Silju verða sýndar fram í Forhøllini í Norðurlandahúsinum.
Tað er listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen, sum er kurator. Fernisering verður fríggjadagin 7. juni kl. 17.00, har íslendska mannskórið Stefnir fer at syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Brot úr kataloginum:

"Eitt og hvørt tiltak í Norðurlandahúsinum er ein kanning av, hvat tað norðurlendska er. Ein kanning av, hvørjar frásagnir verða sagdar, hvat knýtur okkum saman og hvat skilir okkum sundur. Og hvat er serstakt fyri okkum her í Norðurlondum.

Soleiðis er eisini við Summarframsýningini 2013, sum er evnað til av íslendsku listakvinnuni  Steinunn Thórarinsdóttir (1956) og føroysku listakvinnuni Silju Strøm (1987). Tvær norðurlendskar listakvinnur, sum á hvør sín hátt skapa nýggjar møguleikar og lata upp nýggjar sjónarringar – og eru sostatt við til at kanna spurningin um, hvat tað norðurlendska er"

Inger Smærup Sørensen & Sif Gunnarsdóttir


Myndakapping: https://www.facebook.com/events/457715190987876/