Saturday, June 29, 2013

Í søta roykinum av forfalli...


...
Tey koma bara,
øll hesi árini.
Larma í vindeygahespunum.
Sum onkur idiotur, eg ikki toli gronina av,
koma tey.
Og tað ber ikki til at hava bókhald við teimum.
Einglarnir koma eisini,
og fyrstu ferð eg hoyrdi tungutalu,
var í Betania suðri í Skopun.
Vakra kona mammubeiggja mín reisti seg upp.
Frakkin stóð opin.
Eg sá, at hon sveittaði á yvirvørrini.
Síðani havi eg elskað hesa útróðrabygd, ið dugir mál einglanna.
Í bakgarðinum
millum urtagarðsamboðini og ruskílatið,
í søta roykinum av forfalli,
komponerar starin síni ljósu verk.
Undir frakkanum á konu mammabeiggja mín
ein cello klødd við húð, hár og anga.
Meðan eg sópi bløðini undan runnunum,
sigi eg varisliga við teir ørkymlaðu knubbarnar:
Verið varnir, 
latið tykkum ikki tøla av eini solstrálu.
Men eg haldi ikki, at teir skilja meg.
Kanska skilja teir mál einglanna
og heystvindin, sum skeldast við seiðatræið og
klæðini á snórinum.


(Brot úr yrkingini Árstíðirnar hjá Jóanesi Nielsen, sum stendur á síðu 57-58 í bókini Pentur)
Mynd: Tóroddur Poulsen