Tuesday, June 18, 2013

Helle Thorning-Schmidt millum møgulig boykott


Eingin ivi er um, at møguliga boykottið hjá ES móti føroyskum fiskavørum fer at vera eitt høvuðsevni á fundi millum Helle Thorning-Schmidt, forætisráðharra og løgmann. So er spurningurin bara hvørt boykottið hjá listafólkum ímóti avgerðini hjá landsttýrismanninum í mentamálum um í einum at skerja 20 prosent av mentanargrunninum kann koma at raka føroyaferðina hjá danska forsætisráðharranum. 

Hon kemur til Føroya í dag saman við manni sínum, Stephen Kinnock. Tað er løgmaður, Kaj Leo Johannesen og Jórun Johannesen (og altso ikki mentamálaráðharrin), ið hevur boðið forsætisráðharra-hjúnunum til Føroya. Á skránni er millum annað ein túrur út í Koltur. Mikudagin fer forsætisráðharrin at vitja á Fróðskaparsetrinum og á Føroya Tele. Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim tekur ímóti. Vitjað verður í Christianskirkjuni og hjá P/F Christian í Grótinum. Um kvøldið er løgmaður vertur fyri døgurða á Hotel Føroyum fyri innbodnum. Hósmorgunin hittir forsætisráðharrin Løgtingið. Aftaná verður fundur við landsstýrið og síðani løgmann úti í Tinganesi.  Tað stendur ongastaðni greitt tilskilað í skránni, men er ikki óhugsandi, at onkur góð listarlig uppliving er tiltonkt forsætisráðharrahjúnunum á teirra føroyaferð. 


Listafólk, sum boykotta:
Sunleif Rasmussen
Teitur Lassen 
Mikael Blak
Tóroddur Poulsen
Leivur Thomsen
Andrea Heindriksdóttir
Hanni Bjartalíð
Hansina Iversen
Carl Jóhan Jensen
Oddfríður M.Rasmussen
Petur Pólson
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Silja Strøm
Rakel Helmsdal
Bárður Persson
Elias Askham
Bruno Mikael Eysturstein
Eivør Pálsdóttir 
Brandur Patursson
Kári Bæk
Ólavur Jakobsen
Jóanes Nielsen
Bárður Dal Christiansen
Alexandur Kristiansen 
Jón Sonni Jensen
Gunnvá Zachariasen
Rógvi á Rógvu
Knút Háberg Eysturstein
Líggjas Olsen
Súsan í Jákupsstovu
Sólrún Michelsen
Ingi Suni Jakobsen 
Marita Dalsgaard
Olaf Johannessen
Tummas Jákup Thomsen
Atli K. Petersen
Sissal Kampmann
Elin Josefina Smith
Kaj Klein
Annika Arge Gregoriussen
Jóhan Martin Christiansen
Heðin M. Klein
Magnus Johannessen
Høgni Lisberg
Anker Eli Petersen
Unn Paturson
Jóhannus á Rógvu Joensen
Martin Joensen
Rannvá Holm Mortensen
Drífa Hansen
Ebba Hentze
Ingi Joensen
Johanna av Steinum
Unn Joensen
Kim Simonsen
Marjun Syderbø Kjelnæs
Rúni Brattaberg
Ronni Poulsen Linklett
Heiðrik á Heygum
Kjartan Hansen 
Búi Dam
Vónbjørt Vang
Bárður Johannesen
Fríða Matras Brekku
Heri Eysturlíð
Anna Maria Olsen
Jens Knudsen
Kári Sverrisson
Katrin Ottarsdóttir
Kristina Sørensen Ougaard
Súsanna Tórgarð
Laura Joensen
Heðin Ziska Davidsen 
Lena Anderssen
Niclas Johannesen
Sofía Nolsøe
Tróndur Bogason 
Ingi Sørensen
Gunnar Hoydal
Niclas Thorsteinsson
Jan Nystrøm
Hanus G. Johansen
Anna Kristin Bæk
Helle Thede Johansen
Petur Mikkelsen
Hallur Hjalgrímsson Djurhuus
Finnur Hansen
Oggi Lamhauge
Kristina Sundar Hansen
Dánjal á Neystabø
Birna Heinesen
Terji Rasmussen 
Annika á Lofti
Mpiri
Eivindur í Gongini
Edvard Nyholm Debess
Hergeir Staksberg
Eyðun Nolsøe
Angelika Nielsen
Bárður Reinert P
oulsen




(KP)