Sunday, June 30, 2013

Kjallarin í Christianskirkjuni myndprýddur



Í sambandi við, at Christianskirkjan verður 50 ár 7.juli var í dag avdúkað eitt verk í tíggju pørtum hjá Edward Fuglø við heitinum Jesus úr Nazareth, sum hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Her eru nakrar myndir frá avdúkingini í dag frá Norðlýsinum og Óluvu Klettskarð.

Tóroddur Poulsen sýnir fram málningar- ferniseringsmyndir

Eg eri í gongd við at skriva um føroyska listasummarið í greinum til komandi punktum.fo í Dimmalætting og eri komin til framsýningina hjá Tóroddi Poulsen. Í hesum sambandi lesi eg ymiskt um Bad-Art og deskilling strategiir innan myndlistina eftir kríggið og havi júst lisið tvær spennandi greinar hjá ávikavist Claus Carstensen og Per Kirkeby, sum eg fari at greiða meira frá seinni, fyribils eru her nakrar myndir frá ferniseringini í Steinprenti í gjár. 


Fyrsta málningaframsýningin hjá Tóroddi Poulsen verður at síggja í Steinprenti inntil 10.august

Ein týdningarmikil málari hyggur at málningunum

Ein fantastisk mynd  við einari yrking hjá Tóroddi Poulsen

Tóroddur Poulsen og Torbjørn Olsen

Ein ung listakvinna, Milja Hanusardóttir og pápi hennara


Harra hol er herviligur, men tað følist eitt sindur sum um hendan myndin manglar á mínum veggi...

Búgvi Poulsen og Fríða Matras Brekku


Kulur maður við gittara og gummiarmi


Olivur við Neyst

Ein áskoðari



Fólk stóðu leingi framman fyri hesari myndini og stavaðu seg í gjøgnum tey nógvu orðini

Tríggir listamenn og eg




(KP)


Summarlistin: Berlin

Mariana Vassileva í DNA BERLIN - " A video installation shows a person, swirling vigorously around himself a burning bundle at twilight. He creates a universe of his own with his private sun circling around him and casting a shadow, which frenetically runs around him, as he stands in one place." http://www.dna-galerie.de/en/artists/mariana-vassileva/mariana-vassileva--biography.php



Rémy Markowitsch í Galerie EIGEN+ART - " In his artistic work, Rémy Markowitsch visualizes and generates the powerful images that reading literary classics sparks in the imagination."  http://www.markowitsch.org/


Saturday, June 29, 2013

Í søta roykinum av forfalli...


...
Tey koma bara,
øll hesi árini.
Larma í vindeygahespunum.
Sum onkur idiotur, eg ikki toli gronina av,
koma tey.
Og tað ber ikki til at hava bókhald við teimum.
Einglarnir koma eisini,
og fyrstu ferð eg hoyrdi tungutalu,
var í Betania suðri í Skopun.
Vakra kona mammubeiggja mín reisti seg upp.
Frakkin stóð opin.
Eg sá, at hon sveittaði á yvirvørrini.
Síðani havi eg elskað hesa útróðrabygd, ið dugir mál einglanna.
Í bakgarðinum
millum urtagarðsamboðini og ruskílatið,
í søta roykinum av forfalli,
komponerar starin síni ljósu verk.
Undir frakkanum á konu mammabeiggja mín
ein cello klødd við húð, hár og anga.
Meðan eg sópi bløðini undan runnunum,
sigi eg varisliga við teir ørkymlaðu knubbarnar:
Verið varnir, 
latið tykkum ikki tøla av eini solstrálu.
Men eg haldi ikki, at teir skilja meg.
Kanska skilja teir mál einglanna
og heystvindin, sum skeldast við seiðatræið og
klæðini á snórinum.


(Brot úr yrkingini Árstíðirnar hjá Jóanesi Nielsen, sum stendur á síðu 57-58 í bókini Pentur)
Mynd: Tóroddur Poulsen

Friday, June 28, 2013

Tey gera klárt til framsýningina í morgin

Myndirnar vísa fyrireikingar til eina øðrvísi og áhugaverda framsýning, sum letur upp í Steinprenti á Skálatrøð í morgin 29.juni klokkan 15.

 Listamaðurin Tóroddur Poulsen í atelierinum í Kph


Eitt sindur av urbanari coolness millum fyltar spannir


Eitt tostatræ


Eitt úrval av framúrskarandi myndum


I hate colours


Málað versión av "Birgitta 23 ár...."


Ein deilig bukett


Ein beinagrind mitt í einari søgu



Tagnarmaskina millum spannir


Jan Andersson smíðar



(KP)


Thursday, June 27, 2013

Ingilín D.Strøm sýnir fram tea-ink í Tryggingini


Øll eru hjartaliga vælkomin fríggjadagin 28.juni klokkan 15.00, tá framsýning letur upp í hølunum hjá Tryggingarfelagnum á Kongabrúnni við sonevndum Tea-ink myndum hjá ungu Vestmannakvinnuni Ingilín D.Strøm. Hugskotið til serstaka Tea-ink konseptið fekk Ingilín D.Strøm, tá hon fór at drekka yogi-te, har smá sitat, leiðbeiningar til tilveruna eru heft á allar teposarnar. Ingilín D.Strøm greiðir frá, at hon hálvavegna gjørdist ørg av teirri støðugu bumbingini, sum vit eru fyri, við ráðum um hvussu vit øll skulu liva tað "góða" lívið. Sitatini gjørdust til myndir í hennara høvdi, sum hon teknaði fyrst á pappír og síðan á lørift. Einføldu strikutekningarnar eru skemtiligar, ofta innihalda tær eina ítøkiliga tulking av yogi-ráðunum, sum stundum tykist eitt sindur absurd, men sum eisini kann vera rørandi viðhvørt. Hetta er fyrsta framsýningin hjá Ingilín D.Strøm og vónandi ikki síðsta - í grundini er yogi-te-sitatini óneyðug, myndirnar standa seg væl einsamallar, tó at tær eru sera einfaldar.

Ingilín D.Strøm er í løtuni búsitandi í Keypmannahavn, tá eg spyrji um tað er innan myndlistina, hennara framtíð liggur, svarar hon, at hon ikki hevur lagt seg á nakra ávísa listagrein enn, men at tað heilt vist fer at hava okkurt við skapandi list at gera. Framsýningin í Tryggingini letur upp fríggjadagin 28.juni kl 15 og annars ber til at fara at hyggja allar yrkadagar millum klokkan 9 og 16.
















(KP)

Ikki aftur nú!


Fyrr í vikuni komu tey syrgiligu boð, at herverk var framt á onkra av vitjandi standmyndunum hjá Steinunn Thórarinsdóttir, sum eru partar av Summarframsýningini hjá Norðurlandahúsinum. Í gjár gekk eg framvið hesari standmyndini, sum stendur við tinghúsið á Vaglinum og heldur ikki hon hevur fingið frið. Hetta herverkið sær kanska eitt sindur meira kreativt ella kerligt út, men herverk er herverk og list í almenna rúminum er umráðandi og eigur at fáa frið.

Standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir hava vitjað í fleiri øðrum londum, eingin hevur gjørt teimum nakað, tær vóru virdar sum listaverk inntil tær komu til Føroya. Eg veit ikki hvat hetta bendir á ella er tekin um, men sera ótýdligt er herverk á list, sum er sett upp til gagns og gleði hjá okkum øllum

(KP)

Wednesday, June 26, 2013

Urban coolness í Steinprenti


Vit hava áður sæð steinprent frá hansara hond, og vatnlitamyndir, installatiónir umframt eina rúgvu av yrkingum, men málningar - tað er nakað nýtt. Vit hava ikki áður sæð eina samlaða presentatión av málningunum hjá Tóroddi Poulsen. Og á sama hátt sum við hinum listasløgunum, ger Tóroddur Poulsen ongantíð minni enn at broyta sjálvar grundtreytirnar - við hesum myndum umdefinerar hann føroyskt málarí frá teimum semiabstraktu náttúrutulkingunum og ekspressivu fólkalýsingunum og figurativu popplistini til nakað nýtt og modernað, sum ikki hevur verið gjørt áður innan føroyska málningalist, men sum eisini er originalt í altjóða høpi. Um vit taka málningin oman fyri sum dømi, so hava vit ikki áður sæð eina mynd av einum manni í sólbrillum við gittara undir liðini, sum situr í einari svartari sofa við eitt grønt sofaborð og lesur eina teknirøð meðan spannir í hópatali ota seg inn á hann. Myndin er um somu tíð eitt sindur skemtilig, óhátíðarlig og serstakliga álvarsom, tí hon snýr seg um listarliga inspiratión. Fyri listamannin sjálvan er munurin ikki stórur á at skriva og at tekna ella mála, gera installatiónir ella spæla tónleik. Listasløgini hava øll fylgt honum so ella so, tað visuella hevur frá byrjan havt sín alstóra týdning í øllum tí, sum Tóroddur Poulsen skrivar. Hann hevur t.d. skrivað ekfrasir, men orð og setningar hava eisini stóran týdning í hansara myndum, í kalligrammum, figuryrkingum og í fleiri myndum eru orð javnsettir myndaliðir og fungera sum myndir og sum tekin. Musikaliteturin er støðugur og gjøgnumstreymar yrkingar og myndir, antin tað er røddin á amerikonsku bøn Jim Morrisons, sum fylgir lesaranum inn í tað fyrsta yrkingarsavnið "Botnfall", ella tað snýr seg um sjálvan tónleikin, sum Tóroddur Poulsen hevur spælt inn á fløgu. Tónleikurin hjá honum kyknar úr myndum og orðum og tykist uppbygdur eins og eitt stemningstapet av avantgardukendum og tíðum løgnum og tilvildarligum akkordum, ið undirbyggja huglagið í teim yrkingum, sum listamaðurin lesur upp. Steinprent hevur frá hansara byrjan innan myndlistina havt stóran týdning fyri listamannin, eg haldi, at skipaðu mannagongdirnar við prentingini hava havt týdning fyri listamannin. Málningarnir hava ikki tann sama fínleikan, sum prentini hava uttan mun til um tey eisini eru vøkur, dekorativ, stuttlig ella frek. Málningarnir eru eins greinandi hugsaðir og prentini, og myndevnini kenna vit aftur úr prentunum, men orsakað av ítøkiligu málingini, tykjast málningarnir í enn størri mun enn prentini merktir av bad art snildum. Kanska kunnu vit siga, at málningarnir eru merktir av eini serstakari urbanari coolness, men í øllum førum er hetta ein heilt serlig málningaframsýning, ið letur upp í Steinprenti leygardagin 29.juni klokkan 15.  Øll eru hjartaliga vælkomin.




(KP)

Tuesday, June 25, 2013

SÓL


sólin er bannað í summum húsum
svartar rullugardinur og persiennur gera sína skyldu
sum smáir illsintir tænastumenn fyri várharra
myrkaleggja alt og øll sum látast at liva eitt vanligt lív
í húsum við ongum sólargeislum
NASA kundi ikki gjørt tað betur í sínum royndum
at halda skaðiligar geislar burtur úr himmalhválvinum

í summum húsum fylla tey seg við vitaminum í staðin
lurta eftir pressuni frá morgun til myrkurs
allan sólarringin á tamb tá andin er yvir teimum
hoyra um hungursneyð
turk
bumbumenn
bardagar
allar hugsandi vanlukkur
prísa seg lukkulig yvir at liva í einum landi
ið ikki hevur uppiborið slíkar vanlagnur

tá er tað so nógv lættari
at finna seg í síni heilt egnu lítlu vanlagnu
í myrkaløgdum húsum
sjálvt um barnið ræðist myrkrið
og ikki skilur at tað er verðin
sum hevur alla skyldina



Mynd: Anna Seppälä
Yrking: s.30 í: Eru Koparrør í himmiríki eftir Katrin Ottarsdóttir




(KP)

Monday, June 24, 2013

Herverk

Eg var við soninum ein góðveðursdag og hugdi at standmyndunum hjá íslendsku listakvinnuni Steinunn Thórarinsdóttir, sum eru partur av Summarframsýningini. Eg gjørdist eitt sindur ørkymlað av, at tað ikki riggaði hjá mær at taka góðar myndir av tí einu standmyndini, so eg suffaði eitt sindur fyri meg sjálva. - "Men mamma!" greiddi lítli mær frá "Tað er tí, at maðurin samlar for nógva sól, at tú ikki kanst taka mynd av honum...". -Ja, rætt hevði lítli og eg fegnaðist um hvussu eitt tílíkt verk kann vera atvoldin hjá einum lítlum drongi at gera sær tílíkar hugsanir. 
Nú hoyri eg, at tvær av standmyndunum hava verið úti fyri herverki. Tær hava vitjað fleiri staðni í heiminum og hetta er fyrstu ferð, tær hava verið útsettar fyri herverki. Ómetaliga pínligt, haldi eg, og tað uttan mun til um tað hevur verið leygarkvøld í Havn og tað eru ótangar, sum í felag hava lyft tonsatungu standmyndirnar upp úr vøllinum, har tær standa. Henda illgerðin er ómentað og xenofobisk, og brýtur frá øllum vanligum siðmentaðum hugburði.




(KP)