Tuesday, May 28, 2013

Gott listasummar!!



Aðrastaðni er summarið listarliga sæð eitt heldur deydligt tíðarskeið, men so er ikki í Føroyum. Her er summarið høvuðssesong. Summartónar seta fólkatónleik, jazz og contemporary tónleik á breddan alt summarið ígjøgnum, G Festivalurin og aðrir festivalar hava somuleiðis eina rúgvu av áhugaverdum tónleiki á skránni. 

Mentanarnáttina 7.juni lata bæði Várframsýningin í Listasavninum og Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp og fleiri aðrar framsýningar verða á skránni í summar. Heystframsýningarbólkurin fer at framsýna á Skipasmiðjuni í summar, ólavsøkuframsýningin verður nakað heilt serligt í ár - vóni eg - og so gleði eg meg til eina framsýning við málningum hjá Tóroddi Poulsen, sum letur upp í Steinprenti 29.juni. Hetta er fyrsta málningaframsýning hjá Tóroddi Poulsen. Meira um hetta og alt hitt seinni. Gott listasummar!








(KP)