Tuesday, April 9, 2013

Heildarætlanin



Hetta er ikki eitt ummæli av Heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur, men eg kenni meg noydda at siga tað. Hon er ónatúrliga ljót. Altso heildarætlanin. Á permuni eru nakrir fuglar og mann skal hava harða húg á sjónarhinnunum fyri ikki at fáa ilt í eyguni. Men skít verið við tí, eg havi persónliga fingið elefantahúð í oyrunum av samfelagskjakinum, so eitt sindur av forherðilsi av eygunum gongur nokk, og mær nýtist jú ikki at vera so estetiskt kensluborin.

Men vit skulu í grundini eisini langt burtur frá forsíðini. Hevur mann nakrantíð lisið eina politiska røðu ella eitt álit, sum mann veit inniheldur nakað við list, so veit mann eisini, at mann bara skal blaða fram móti endanum, tí tað er har, tað kemur. List og mentan koma altíð síðst í politisku skipanini, eisini her. Tað er sjálvandi praktist, at tað er lætt at finna, men eisini greitt tekin um hvussu raðfest verður.

Mentanarparturin í hesi heildarætlanini gongur út uppá at stovna eitt lista- og mentanarráð, har eru settar 600 000 krónur av til hetta um ári frá 2014. Hetta haldi eg ikki vera nógv, men harafturímóti haldi eg tað vera umráðandi. Har eru túsund íløgur, sum av sonnum eru neyðugar innan fyri mentanarøkið, men tað týdningarmesta er, at hesar íløgur eru vælfunderaðar, at vitan fær pláss, at armslongd verður raðfest og at tað sum heild verður hægri til loftið og tað haldi eg, at vit kunnu fáa gjøgnum eitt tílíkt lista- og mentanarráð, sum kann taka sær professionelt av øllum økinum. Á hendan hátt kann lista- og mentanarráðið arbeiða fyri einum nýggjum tjóðpalli, eini nýggjari listastuðulsskipan, eini savnslógv ella onkrum annað, sum manglar í heildarætlanini.

Í grundini haldi eg, at tað er fínt, at byrjað verður at fáast meira skipað við hetta, at byrja við at samla eitt yrkisráð, tí sum tað er nú, tykist alt fullkomiliga tilvildarligt. Tað virkar soleiðis nú, at politikarar gera eitt lógaruppskot (heilt ofta við vinstru hond) sum loftar onkrum tørvi. So geva vit filmi eitt sindur og myndlistini eitt sindur og so bókmentunum, um tey nú hava fingið gron. Men fyri tað fyrsta verða uppskotini ongantíð gjøgnumførd, tað veit mann líkasum frammanundan, og fyri tað næsta høvdu hesi uppskot ikki hjálpt tað stóra, tí tey eru bara lappaloysnir.

So kom bara við hasum lista- og mentaráðnum. Tað skal vera vælkomið, um altso pengar eru eftir, tá øll hini uppskotini, sum koma áðrenn mentanina í heildarætlanini, eru sett í verk.