Tuesday, April 23, 2013

Bókadagur in mente í dag klokkan fimm

In mente í dag fer at snúgva seg um nýggju vøkru bókina Fjalir hjá Tóroddi Poulsen og tað kundi jú ikki verið nógv meira hóskandi ein altjóða bókadag sum hendan. Bókaframløga var í Norðurlandahúsinum næstsíðsta fríggjadag og tá var Gunnar Nolsøe og tók upp ymiskt á framløguni, sum hann sendir brot burturúr. Samrøða verður við m.a. forleggjaran, John Dalsgarð, sum hevur Forlagið í Støplum og samrøða er somuleiðis gjørd við yrkjaran, umframt, at eg eisini sigi okkurt smávegis m.a. um stóru greinina um Tórodd Poulsen, sum Randi Ward skrivaði í tíðarritinum hjá The Bitter Oleander Press, sum kom út herfyri.