Sunday, February 3, 2013

Østrøm Powerhouse


Mynd: Rólantsson

Ein dagin, eg var í Steinprenti, kom ein norskur professari saman við einum lítlum bólki av listahandverkarum inn at vitjað verkstaðin: "Ja men det her er jo ett veritabelt power house" læt í honum, tá Jan Andersson greiddi honum frá verkstaðnum og studionum við síðuna av osfr. Vit kunnu ikki annað enn at geva honum rætt. Tað hendir ótrúliga nógv í hesari kulturfabrikkini av framsýningum, fyrilestrum, framsýningum, fløguupptøkum og so framvegis. Í Steinprenti hevur Marius Olsen verið og prentað m.a. eitt frálíkt kvinnuportrett m.a. sum verður við á hansara framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hansina Iversen hevur gjørt eitt væleydnað stórt komplekst prent í rættiliga nógvum litum og so eitt einfaldari, sum verður brúkt til leikin Sál á Sár. Hann verður frumsýndur í næstu viku. Harumframt gera tey klárt til at fara undir at prenta tvær bøkur við teksti eftir Søren Ulrich Thomsen og myndatilfari hjá Claus Carstensen. Hetta er rættiliga spennandi og stórt og  vit fara at skriva nógv meira um hetta seinni. 



Hinumegin hurðina hjá Steinprenti leikar onkar í við einum trummusekvensi. Eg spyrji verkstaðsfólkini um tey ikki blíva svøk av ganginum, men tað blíva tey ikki. - Hatta gongur skjótt yvir, ugga tey meg og siga, at tónleikurin í grundini er rættiliga góður. Og jú eg veit, at eisini inni hjá Jónasi er dygdin í hásæti. Tað er har, nýggju fløgurnar hjá 200, Hanusi G.Johansen og Eivør Pálsdóttir eru framleiddar umframt nógvar aðrar góðar útgávur.

Myndina av Jónasi í Studio Bloch tók Høgni Heinesen frá Heinesen Myndum, sum eisini heldur til í Østrøm.


Eivør dámar sera væl Studio Bloch. Hon sigur seg elska at arbeiða har av nógvum ymiskum orsøkum: "Fyri tað fyrsta er tað eitt fantastiskt og inspirerandi stað, og so hava tey eitt fantastiskt upptøkurúm við ómetaliga góðum útstýri. Haraftrat eru fólkini sum arbeiða har so deiliga dugnalig og hjálpsom 

Eivør er júst í løtuni í holtur við at taka eitt lag av room fløguni umaftur til ta týsku útgávuna,  hetta verður ein minimalistiskt avbrigdi av lagnum room. Harumframt ætlar Eivør at taka onkra nýggja sangskitsur upp.




Hinumegin veggin aftur hevur Jan Andersson nógv uppskot og ætlanir um framtíðar virksemi og okkurt av hesum uppskotum kundi kanska verið áhugavert hjá teimum musikalsku grannunum. Til dømis tankin um at framleiða plátur, altso vinylplátur til tónleik. Frammanundan hava tey í Steinprenti prentað ein plátuhúsa til listamannin og tónleikaran Knud Odde, sum riggaði ómetaliga væl og hetta skuldi verið upplagt. Enn eru ætlaninar óítøkiligar, men tað kundi verið áhugavert at sæð hvat dygdartilfar kundi komið burtur úr einum tílíkum samstarvi. Vit fáa at síggja, fyribils mugu vit gleðast um gongdina, nú tað tykist sum um at mentanartilboðini í Havn gerast alsamt fleiri og betri. 

http://issuu.com/studiobloch/docs/blochbrochure/1








(KP)