Saturday, February 16, 2013

Konsertkvøld!


Fleiri áhugaverdar konsertir vera í kvøld. Í Norðurlandahúsinum í Havn verður útgávukonsert  hjá Lív Næs og í Tøting í Gøtu fer Hanus Johansen at syngja og spæla umframt at strúkitrioin Sirnernerne fer at spæla. Í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn eru atgongumerkini um at vera útseld til konsertina til frama fyri einum sonevndum Fountain House. Stuðulskonsertin verður sera fjølbroytt, tað er ikki oftari enn so, at tey framførandi eru so ymisk sum Nephew og Símin von Konoy, men tað verður ivaleyst eitt gott kvøld til frama fyri eina góða søk.





(KP)