Saturday, February 23, 2013

Ásmundur Poulsen PHOTO - røða og myndir


Í dag 22.februar er føðingardagurin hjá fotografinum Ásmundi Poulsen, sum tók myndirnar, sum her hanga og nógvar, nógvar aðrar góðar myndir. Dagurin í dag er eisini føðingardagurin hjá Lord Baden Powell, tað var hann sum grundlegði skótarørsluna. Baden Powell var nokk so nógv framman fyri sína tíð námsfrøðiliga sæð, tá hann legði dent á hvussu umráðandi tað er, at geva børnum, í hesum førum dreingjum ábyrgdina fyri egnari læring. “In Scouting, a boy is encouraged to educate himself instead of being instructed" helt Baden Powell. Pápi okkara gekk í grundini nokkso høgt uppí Baden Powell og hetta, at teir fyltu sama dag. Hann upplivdi sjálvur, at pápi hansara, Hans Jacob Poulsen doyði longu 42 ára gamal, tá Ásmundur var bara 5 ára gamal, frá konuni, Thominu og seks børn. Thomina kláraði tað sera væl, men hetta hevði sera stóra ávirkan á hann og á alla okkara familju.

Fátæksliga bakgrundin hjá pápa mínum hevur havt alt at siga fyri hann sum menniskja. Hann helt altíð við teimum veikastu og var trúfastur javnaðarveljari alt lívið. Hann fekk ongantíð nakra útbúgving, men var sera hugtikin av útbúgving og honum dámdi tað væl, tá eg fór á universitetið, serliga tá eg fór at lesa listasøgu. Tá skaffaði hann mær tilfar um føroyska list, sum hann sendi mær niður til Keypmannahavn. Eg havi eitt nú bókina um Janus Kamban, sum er signerað til mín. Pápi okkara var autodidakt, sjálvlærdur sum fotografur, men eyguni vóru góð og longu tíðliga sýndi hann góðan ans og evni til fotograf og so var hann sera disiplineraður fotografur.Eg havi í fleiri ár hugsað um at framsýna myndirnar hjá honum í eini trúgv uppá, at tær umframt ta eyðsædda siðsøguliga virði, eisini hava myndalig virði, sum gera tær áhugaverdar at líta at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss eftir, at tær eru tiknar. Á hesari framsýningini eru svarthvítar myndir, sum eru unikkar, tí fotografurin sjálvur hevur framkallað tær.

Men sum barn helt eg altíð, at babba var øgiliga roksutur, tá hann tók myndir. Óansæð hvussu einføld uppgávan tóktist, tók tað altíð drúgva tíð at taka ta røttu myndina, t.d. ta ferðina, tá eg og Dania skuldu fotograferast til eina reklamu fyri Sjóvinnubankan. Har fór ein  heilur seinnapartur við tí roksinum, men vit fingu allar fimmkrónurnar, sum vit brúktu á myndunum at koyra í spildurnýggja lundan, sum var bússan hjá Sjóvinnubankanum. Í myrkakamarinum brúkti hann aftur langa tíð at velja út og at viðgera myndirnar og aftaná var tilskering eisini neyðug til tíðir.

Sjálvt um hann  var neyvur og dugnaligur fotografur rokni eg við, at babba hevði verið heitur um høvdið, um hann sá framsýningina og okkum øll her í dag. Hetta minnir jú misteinkiliga nógv um eina listaframsýning og Ásmundur Poulsen hevði alstóra virðing fyri listini.

Men  hann var ikki einsamallur um at gera mun í millum foto og list. Tí foto hevur í mong ár og ikki bara í Føroyum verið mett sum rein mekanisk reproduktión. Sjálvt um listaframsýningar hava verið við fotomyndum, hevur gamla fatanin av fototøkninum sum eitt mekaniskt skrásetingartól havt fastatøkur á vanligu fatanini inntil fyri tveimum árum síðani, tá fotomyndin hjá Andreas Gursky av Rínánni varð seld fyri 24 milliónir krónur. Hetta staðfesti, at foto er eitt listarligt tøkni sum øll onnur listarlig tøkni.

Pápi okkara tók myndir til øll hugsandi høvi og var tey fyrstu mongu árini tað danir kalla lejlighedsfotograf. Hann hevur tikið myndir, sum eru dokumentaristiskar, og summar eru helst av handahógvi merktar fotomyndir hvørs høvuðsendamál er at skráseta fólk, hendingar, støð osfr., og allar hansara myndir eru ikki líka áhugaverdar, men summar teirra tykjast hava varandi virði. Hyggur tú at hesum myndum í dag, so er okkurt serligt við teimum. Tær eru ymiskar, men summar eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga eru myndirnar eisini serstakar. Fagurfrøðiliga kundu tær mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum. Kenda myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt, sum vit kenna frá amerikanskum filmum. Babba elskaði at ganga í biograf, hann plagdi at fara einsamallur og tá hann kom  heim vóru lummarnir fullir av karamelpappírunum, sum eru ballaðir rundan um sjokulátakaramellurnar frá Toms. Í summum av hansara svarthvítu myndum sæst sama lyndi sum í filmunum til at fokusera uppá ein ella fáar figurar í einum atmosferiskum myndarúmi, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild.

Hansara portrettmyndir innihalda í fleiri førum eina tulking av persónligheitini hjá teimum, sum hann fotograferar, t.d. í eini mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, ein av hansara bestu myndum, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin gerst óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær.

Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan sjálvt stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Drekkamuðurin høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum minnir um eina kyrrlutamynd, eina mynd í myndini, sum staðfestir varhugan av harmoni og hugna. Ofta er tað soleiðis við myndunum, at forgrundin og bakgrundin spæla saman á henda hátt.

Myndirnar á framsýningini ímynda ymisk fólk og støð í Føroyum, men sjálvt um vit millum tey avmyndaðu kenna aftur rithøvundar, listafólk og onnur meira og minni kend fólk, er úrvalið  als ikki gjørt út frá søguligum ella siðsøguligum atlitum.

Eg havi í staðin roynt at leggja dent á myndakvalitetir við dynamiskum myndabygnaði, skulpturellum skuggaárini, atmosferiskum huglagi og poesiumframt psykologiskt neyvari persónstekning. Legg til dømis merki til myndirnar av teimum kongaligu, sum hava eitthvørt humoristist yvir sær. Í myndunum úr Klaksvík sær tað út sum um landslagið aftanfyri leggur seg eftir at forma umhvarvið av teimum níðandi fólkunum. Um tit brúka nakrar minuttir uppá hvørja einstaka mynd fara tit at leggja til merkis, at okkurt serligt er við teimum øllum.

Eg skal at enda takka øllum, sum hava hjálpt mær við framsýningini. Tað er fyrst og fremst Jan og Fríða her á verkstaðnum, sum søgdu ja, tá eg kom eitt sindur smæðin og spurdi um tey vildu hava eina framsýning við babbasa fotomyndum her í gallarínum. Eg veit, at støðið er høgt her og vildi hava tey, at sýta um tey ikki hildu myndirnar vera nóg góðar. Eg havi ivast sjálv og havi spurt Jan nokkso ofta um hetta nú er nakað. Ikki fyrr enn nú, myndirnar hanga í framsýningarhølinum, kenni eg meg nøkulunda vissa í, at varhugin var rættur. Hesar myndirnar eru góðar. Takk Jan eisini fyri tín formidabla ans fyri innramming. Takk kæru systrar fyri at tit vóru við uppá projektið. Takk eisini Fríða, Mikkjal og Hjalte fyri hjálpina og takk John, Gramar, Forlagið Í Støplum og Føroyaprent fyri vakra katalogið. Tak Jensina fyri suppuna og takk tit øll fyri at tit eru her í dag. Takk til stuðlarnar: Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna, Eiðis Kommuna, Eik Banki og Okkara

(KP)
Myndirnar tók Jan