Wednesday, November 14, 2012

"Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann..."


Nei, nei, tað er ikki Johnny Cash, sum eigur hesa indigneraðu orðingina, hvussu á tremur hon enn tykist vera av countrytriviellari patos. Ei heldur er talan um eitt av sentimentalu hálvfjersaraavrikum Peter Bellis. Kensluborna uppáhaldið "Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann" er ein yvirskrift og hevur í roynd og veru verið partur av føroyska tíðindaflutninginum hesa vikuna. Tað var enntá Høgni Djurhuus, sum las hana upp í útvarpinum mánadagin klokkan trý seinnapart saman við tíðindum, sum lupu slíkan hvøkk á meg, at eg steðgaði fullkomiliga upp mitt í uppvaski og øllum. Tað kendist púra surreelt at hoyra ta gløggu, turru røddina í Høgna Djurhuus lúta so mikið lágt sum til upplestur av tekstinum: "Í Pidda-málinum hava í dag millum annað fyrrverandi konan hjá Pidda vitnað. Eisini hevur ein sum kendi Pidda gott vitnað, og hesin er ikki í iva um at Pidda hevur ikki beint fyri sær sjálvum. - Piddi hevur ikki tikið seg sjálvan av døgum. Tað er útilokað. Hann var glaður fyri lívið. Harafturat segði hann, at gjørdi hann sjálvmorð, fór hann til helvitis. So hann tordi heldur ikki…".


-"Forbarmi tú meg", hugsi eg við mær sjálvari, meðan eg fylli uppvaskimaskinuna, og heilin ørkymlaður sóknar eftir røttum skuffum til hesa óvæntaðu kunningina um teir katólsku tankar, sum lívsfegni, men eftir øllum at døma altso deyði maðurin, sum allir føroyingar eru uppá fornavn við, hevur havt um sjálvmorð og helviti - "eru vit veruliga komin hagar?" 

 

Tankarnir trilva aftur í eitt annað rættarmál í 1995 í Amerika, ið snúði seg um Nicole Brown Simpson og Ronald Goldman, ið vórðu myrd árið fyri. Tað rættarmálið endaði sum kunnugt við, at drápsmaðurin, O.J.Simpson varð fríkendur fyri morðið. Men tað eru ikki evt. juridiskir skeivleikar í einum ávísum amerikonskum rættarmáli, sum eg sipi til her. Tað áhugaverda við tí morðinum var sjálvt rættarmálið, ið nevndist People versus Simpson, sum í røttum american style varð sjónvarpað til allan heimin eins og undirhald. Eg minnist, at eg ógvaðist og hugsaði við mær sjálvari tá, at tað allíkavæl var ein ávísur og munur millum okkum í Europa og tey í Amerika og eg var glað fyri at eiga tann munin. 

 

Hesin munurin er ikki stórur, er hann yvirhøvur til longur. Amerikanska mentanin hevur eftir øllum at døma sigrað í Europa uppá gott og ónt, eisini í ovastu hædd her hjá okkum í Føroyum, sama um talan er minkandi góðtøku av hárvøkstri á kroppinum hjá konufólkum ella um talan er um alsamt hækkandi støðið av sadismu í good clean family entertainment krimirøðum í sjónvarpinum. 

 

Vit plagdu at hava eittans gølublað í Føroyum. Nú hava vit ikki annað. Í øllum førum um vit skulu døma út frá hvussu rættarmálið móti ákærda í Piddamálinum verður avstaðfarið. Sjálvt tann æviga sperda sjónvarpstíðindasendingin Dagur og Vika, sum ikki hevur ráð til nakað sum helst í vikuskiftinum (uttan ítrótt sjálvandi) hevur Sigrúna Brend, sum kvøld eftir kvøld í myrkri og glopraregni stendur kulsandi uttan fyri rættarhølini og boðar frá dagsins óhyrligheitum. Tú kanst ikki tendra útvarpið uttan, at vemmiligar ella bara privatar, persónligar detaljur verða varpaðar út yvir tín óseka kropp. DNA meg her og der, steikipannir, ákærir um lygnir og alskyns ófantaligheitir og almenn útheinging av privata skittoynum hjá fremmandum, mær óviðkomandi fólkum. 

 

Eg siti og bíti í eina rugbreyðflís í døguratímanum, tá starvsfelagar fara at kjakast um blóðrestir og hvørs blóð tað snýr seg um, sum er funnið hvar. Blóð! Tað reyða lívsneyðuga floti, sum  vit øll hava innaní. Men rutineraði hátturin, sum fólk tosa um blóðið fær teg at halda, at vit eru stødd í onkrum parti av "Brotsgerðini" og hava gloymt, at tað ikki snýr seg um eitt føroyskt troyggjumerki, men um medmenniskju, eitt veruligt menniskjalív, ella um fleiri. Ein tílíkur sorgarleikur fevnir í grundini breitt og rørir familju, vinfólk, grannar, kenningar og hevur ógvisligt sosialt og sálarligt árin á øll tey involveraðu. Tá fjølmiðlar varpa rættarmálið út sum undirhald, er tá nakar, sum t.d. hugsar um børnini?

 

Sjálvandi skal rættarmálið avgreiðast og sjálvandi skal ábyrgdin staðfestast, men skulu allar tær ræðuligu og ússaligu detaljurnar í málinum tæna okkum sum undirhald í gerandisdegnum? Tørvar okkum tílíkt undirhald? Hvønn dag? Er hetta ikki langt undir støðinum hjá einum public service miðli? Mær tykir, at okkara handfaring av málinum er mannminkandi, ikki bara fyri tey avvarðandi, men fyri okkum øll somul. 

 

 http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/11/12/akaerdi-leyg-illani-fyri-henni-sum-elskadi-hann


(KP)