Wednesday, October 3, 2012

Statt upp og syng!


"Tað skal ikki hepnast landsstýrinum at teppa føroysku sangfuglarnar. Intelligensan og listafólkini mugu halda fram við atfinningunum móti vanstýringini av samfelagnum. Eisini hóast tað kostar"

Tíðargrein: Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin

Borgarliga samgongan ræðist fólk, sum avdúka sannleikan. Serfrøðingar, listafólk, fjølmiðlar og embætisfólk hava øll verið revsað fyri virksemi sítt hetta seinasta árið. Seinastu knútarnir í kjaftabandinum er avtøkan av Landsbankanum og niðurbræðingin av mentanarøkinum.

Embætisfuglar
Berufsverbot er eitt av mongum ófrættakendum hugtøkum, sum brádliga er vorið gerandis her heima. Í løtuni verða fakliga stinn starvsfólk innan tað almenna jagstrað og hótt eftir livibreyðinum, tí tey hava talað at blásvarta stýrinum. Síðsta trekkið er avmonteringin av Landsbankanum og Hagstovuni, har endamálið er eittans: At raka teir sangfuglar, sum á fakligum grundarlag hava sátt iva um ávísar politiskar disponeringar. Her er talan um fremstu samfelags-, búskapar­ og løgfrøðingar, sum hava gjørt lívið súrt hjá samgonguni. Ikki við politiskum ella persónligum álopum, men við fakliga at vísa á skeivleikar. 

Blekkið var annars ikki tornað á samgonguskjalinum, tá ein ting­ limur í samgonguni kravdi, at embætisverkið skulu frásiga sær grundleggjandi mannarættindi. Aðalstjórin í Almannamálaráðnum hevði dittað sær at verða avdúkaður undir einum friðarligum mótmælistiltaki í Vágsbotni. Viðkomandi varð hóttur við sparingum á almannaøkinum, nú hann eyðsýniliga var ímóti tiðnan av blokkinum. Kanska eru tað júst hesi revsitiltøk, vit nú uppliva á almennaverkinum, sum verður skorið inn á bein í fíggjarlógaruppskotinum?

Næsta álopið á fakligheitina hjá embætisfólkunum var, tá tey fingu tænastuboð um, eftir tveimum døgum, at framleiða eitt makkverk av einum uppskoti um skatting av pensjónum við inngjaldi. Í uppskotinum vóru heili 19 fyrivarni reksað upp; fyrivarni, sum umsitingin ikki fekk høvi at kanna, áðrenn pensjónsránið varð framt overnight hin svarta desember í fjør. Eitt rán millum ættarlið, landspartar og inntøkubólkar, sum hevði við sær, at alt pensjónsøkið liggur í skeljasori í løtuni.

Miðlafuglar
Miðlarnir hava eisini fingið av at vita undir sitandi sam­ gongu, sum onga virðing hevur fyri frælsu pressuni. Leita teir kritiska pennin úr skuffuni, verða teir skírdir at renna ørindi fyri andstøðuna. Í orðaskiftinum verður Kringvarpið javnan rópt sosialistiska rottureiðrið í Sortudíki. Fíggjarliga er stovnurin niðurpíndur, og eigur so absolutt ongan góðan í samgonguni. Allar ætlanir um nýtt kringvarpshús, sum var sett á íløguætlanina hjá fyrru samgongu, og um betri umstøður fyri privatu miðlarnar, sum vórðu stungnar út í kortið við álitinum um betri miðlar, eru kveistraðar til viks. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hava báðir blaðstjórarnir á stóru bløðunum verið úthongdir, boykottaðir og útspiltir fyri sítt arbeiði av sjálvum løgmanni, pressens minister.

Listafuglar
Far inn á heimasíðuna hjá Mentanargrunninum og hygg undir fundarfrásagnir.
Har finnur tú yvirlit yvir hundraðtals spennandi verkætlanir, sum skapandi føroyingar ganga uppí við lív og sál. Hetta eru tey, sum hugsa longri enn til veðurtíðindini, og sum gera tað liviligari í Føroyum. Tí gjøgum listina verður veruleikin settur á skák, og viðhvørt skák í mát. Bæði sum útinnandi og sum brúkarar, lærir listin okkum at seta spurnartekin við gamlar doktrinir, og nýggir tankar og vinklar daga fram í ljósmálanum. Hetta er lívsneyðugt fyri eitt samfelag í menning, ikki minst fyri eitt samfelag, sum tað føroyska, har konformitetur, konservatisma og traditiónir ræða modernað fólk av landinum, og fáa onnur at halda seg burtur. 


Ekstremi høgravongurin hevur altíð ræðst listina og skert hennara veingir. Ekstremi høgravongurin tolir ikki víðskygni, hugflog, skapanarmegi og tey skeivu fólkini, sum hava evni og dirvi at seta sannleikar á pall, lørift ella pappír. Hesi, sum bróta tøgnina og avdúka hugnaliga glansbílætið í lítla paradísinum. Sum smá børn halda tey sínar hálu borgarligu hendur fyri oyruni, meðan tey blundandi rista á høvdinum og siga la­la­la­la fyri at yvirdoyva veruleikan – síggi onki, hoyri onki, sigi onki! 

Tí er Tjóðpallurin skotin langt inn í framtíðina. Tí verður Mentanargrunnurin skerdur við 20 prosentum komandi ár og uppaftur meira í 2014. Og tí raðfestir man heldur tað ófarliga, afturlítandi og innatlítandi, tað søguliga, varðveitandi og nationala. Gongur mentanin hond í hond við vinnuni er alt vunnið, tí hvat er hugaligari enn at lulla fjøldina í býttleikans poppmentan, um hon samstundis kastar pengar av sær.
Men vælsignaðu listafólk. Latið tykkum ikki teppa. Berjið knívin av barkanum og syngið!

Vitandi fuglar
Eitt, sum ofta er at hoyra av tingsins røðarapalli, er hetta forferdiliga orðið »at okkurt er noyligt«. Ert tú kritisk, ert tú »noylig«. Hetta vísir ein ræðandi hugburð til frælsa orðið, kritikk og fólkaræði. Sama hugburð finna vit mótvegis teimum lærdu. Serfrøðingunum. Fiskifrøðin mælir til niðurskurð í fiskidagatalinum. Landsstýrið mælir til sama fiskidagatal. Búskaparfrøðin mælir til uppboðssølu av atgongsrættindum til 'ogn Føroya fólks'. Landsstýrið vil heldur foréra alt burtur til vinir og kenningar.

Samstundis sigur sama landsstýri seg vilja raðfesta útbúgving. Men pengar skulu ikki setast av! Og hví í heila tikið útbúgva fólk í einum landi, sum ikki lurtar eftir serfrøðini, hvørki tá umræður fiskivinnu, búskap, pensjónir, list osfr.?

Marknagilsdepilin er í vanda fyri at gerast ein discountloysn, sum enn einaferð er útsett, og ungfólk, sum leita sær uttanlands at lesa, skulu rinda studningin aftur, um tey ikki koma heim aftur. Hetta er hugburðurin hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokk­ inum, Miðflokkinum og Gamla Sjálvstýrinum til útbúgving. Atfinningar og kritiskur hugsunarháttur eru av tí ónda hjá BADH samgonguni. Men tað eigur eisini at vera troyttandi, alla tíðina at verða mint á, at tín politikkur er skilaleysur, visjónsleysur, óbúgvin og stuttskygdur. Tí tað er hann!

Hendan mest reaktionéra høgrasnávingin í føroyskum politikki hevur nú brotið niður í skjótt eitt ár. Ræðandi at hugsa sær, hvør endin verður, sleppur hon at vera sitandi skeiðið út. Nei, nú er ikki at tiga - hóast tað kanska kostar!