Wednesday, October 31, 2012

Karma cowboy




Okkara politikarar illtonkja tey arbeiðsleysu í alsamt størri mun, og stramma reipið um tey, sum fíggja teirra egna skattalætta. Meðan tey, sum hava mest fáa meira, skulu tey, sum hava minst fáa minni, tí tey tíma jú ikki at arbeiða ha? Tey eru jú dovnir hundar, sum á ongan hátt geva samfelagnum nakað ikki so? 

Ikki fyri at illtonkja nøkrum nakað, tað tori eg als ikki og tað hevði verið vánaligur stílur. Men vit plaga her á blogginum, at fylgja við í hvussu ofta Mentanarnevnd Løgtingsins hevur fundir, hvørji evni tey viðgera og hvør, ið møtir. Eg kundi havt hug at kunna um, at tað enn ikki hevur verið fundur í Mentanarnevnd Løgtingsins í hesum tingárinum. Eftir øllum at døma fyriliggur ikki eingang nøkur ætlan um at hava fund. Tað er ein søguliga dølsk mentanarnevnd og ein 20 prosents niðurskurður av játtanini hjá Mentanargrunni Landsins er ikki nóg mikið til, at nakar teirra tímir at kalla inn til fund. Tað eru djørv fólk, vit hava við at gera. 

Her er til kunningar tær 20 rætningslinjurnar hjá Dalai Lama fyri góðum lívi og góðari karma.

  1. Take into account that great love and great achievements involve great risk.
  2. When you lose, don’t lose the lesson.
  3. Follow the three R’s:
    - Respect for self,
    - Respect for others and
    - Responsibility for all your actions.
  4. Remember that not getting what you want is sometimes a wonderful stroke of luck.
  5. Learn the rules so you know how to break them properly.
  6. Don’t let a little dispute injure a great relationship.
  7. When you realize you’ve made a mistake, take immediate steps to correct it.
  8. Spend some time alone every day.
  9. Open your arms to change, but don’t let go of your values.
  10. Remember that silence is sometimes the best answer.
  11. Live a good, honorable life. Then when you get older and
    think back, you’ll be able to enjoy it a second time.
  12. A loving atmosphere in your home is the foundation for your life.
  13. In disagreements with loved ones, deal only with the current situation. Don’t bring up the past.
  14. Share your knowledge. It is a way to achieve immortality.
  15. Be gentle with the earth.
  16. Once a year, go someplace you’ve never been before.
  17. Remember that the best relationship is one in which your love for each other exceeds your need for each other.
  18. Judge your success by what you had to give up in order to get it.
  19. If you want others to be happy, practice compassion.
  20. If you want to be happy, practice compassion.

Myndlist í útvarpinum

Morgunsending útvarpsins fer sín fasta gongutúr í morgin árini klokkan átta, men í staðin fyri at ganga í gomlum gøtum og minnast afturá fólk, verður hesin túrurin innandura í Listasavninum. List verður við øðrum orðum á skránni, Oggi Lamhauge fer at greiða frá verkum hjá Ingálvi av Reyni og Mikines og framsýningini hjá Hanna Bjartalíð, sum er í Listasavninum í løtuni. http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/10/30/innandura-gmf-turur-mikumorgunin

Tuesday, October 30, 2012

Um at týða Ó



"..No seier eg ikkje at innfløkt verkelegheit slett ikkje kan beskrivas i eit kortfatta eller minimalistisk språk, men eg har aldri vori noen minimalist som såleis, tvert imot har eg alltid halla meir imot ein barokkstil som flommar over av bilde og språklydar, og liker best tekst der språket reiser seg som eit kvitveltande bølgjebrott mot lesaren..." sigur Carl Jóhan Jensen um sítt mál í einum áhugaverdum bloggi, sum norski týðarin, Lars Moa hevur skrivað. Lesið bloggin her: 

http://oversetterblogg.blogspot.no/2012/10/frysk-kultforfattar-byr-pa-hovudbry.html

Poesi í útvarpinum


Í útvarpssendingini In mente í dag verða bøkur hjá Tóroddi Poulsen til umrøðu. Heðin M. Klein og Kinna Poulsen fara at ummæla Heimvitisferðina og Avbyrgingar. Sendingin byrjar klokkan fimm.

http://www.kringvarp.fo/mentan/utvarp/in-mente



Monday, October 29, 2012

Bøkur hjá Jóanes Nielsen og Marjun Syderbø Kjelnæs á donskum



Hósdagin 25. oktober gav forlagið Torgard í Danmark út tvær virðisløntar føroyskar skaldsøgur í danskari týðing. 

Onnur bókin er skaldsøgan "Brahmadellarnir" eftir Jóanes Nielsen, sum kom út á føroyskum í 2011, og herfyri varð heiðrað við Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens. Tað var aðru ferð Jóanes fekk hesa virðisløn, fyrru ferð var í 1984. Bókin eitur á donskum "Brahmadellerne", og hevur fingið undirheitið "en nordatlantisk krønike". Povl Skårup hevur umsett, og Høgni Egholm Magnussen gjørt bókakápuna. Bókin er 347 síður. Prentaða útgávan kostar 299 kr.

Brahmadellerne er tíggjunda bókin eftir Jóanes, ið verður givin út á donskum. Av núlivandi føroyskum rithøvundum er hann avgjørt tann kendasti uttan fyri landoddarnar, serliga í Danmak, har bøkur hansara hava fingið sera góð ummæli. At áhugi er fyri komandi skaldsøguni sæst m.a. á, at Politiken farna leygardag hevði eina samrøðu við høvundin, í novembernummarinum av ókeypisblaðnum Bogmagasinet hjá Arnold Buskc bókahandlunum verður somuleiðis ein drúgv samrøða, og mentunarsendingin Kultursøndag á P1 í danska útvarpinum fer eisini at senda eina samrøðu við Jóanes.

Hin bókin, ið forlagið gevur út, er ungdómsbókin "Skriva í sandin" frá 2010 eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Fyri hesa bókin fekk Marjun í fjør Nordisk Børnebogspris, sum Nordisk Skolebibliotekarforening letur á hvørjum ári.
Danska heitið á bókini er "Skriv i sandet". Hugin Eide hevur umsett, og Høgni Egholm Magnussen gjørt bókakápuna. Bókin er 185 síður. Prentaða útgávan kostar 199 kr. 

Hetta er fyrsta "heila" bók hjá Marjuni á donskum (ein kapittul úr "Skriv i sandet" er áður prentaður í stuttsøgusavninum "Elsker - elsker mig ikke" (Peoples Press, 2010)), so hon er sjálvsagt ikki líka kend (enn) í Danmark, sum Jóanes, men kend ella ikki: Kultursøndag á P1 hevur havt samrøðu við Marjuna, sum verður send í næstum. Báðar bøkurnar verða givnar út á prenti og sum ebók. 
Týðingarnar eru stuðlaðar av Týðingagrunni Norðurlandaráðsins, og Mentanargrunnur Landsins hevur veitt stuðul til prentútreiðslur.

Bøkurnar eru ummældar í donskum bløðum, fleiri eru rættiliga positiv og kunnu lesast á heimasíðuni hjá forlagnum Torgarði.

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=473981762624433&set=a.120202198002393.12741.120177348004878&type=1&theater

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=474207979268478&set=a.120202198002393.12741.120177348004878&type=1&theater

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=474700685885874&set=a.120202198002393.12741.120177348004878&type=1&theater

Sunday, October 28, 2012

Vit eru føroyingar, vit eta cadbury m.a.


 Mynd: Daniel Hjorth

Í kjalarvørrinum á teimum smørtu og dýru "branding"-serfrøðingunum, sum í áravís hava givið okkum føroyingum góð ráð um alt møguligt, sum vit kanska kundu hugsað okkum til sjálvi, høvdu vit nóg stóra sjálvsvirðing til at lurta eftir okkum sjálvum, er ferðafólkaøkið nú raðfest rættiliga frammarlaga. Hetta er helst gjørt við vónum um fíggjarliga framtíðarvinningin, sum turisman fer at kasta av sær. Listin verður harafturímóti niðurraðfest - Mentanargrunnurin verður skerdur tjúgu prosent, hetta fer í serligan mun at ganga út yvir samtíðarlistina. Hugsanin tykist vera, at eingin business er í list og mentan, og so verður minni hugsað um, at tað kanska júst er listin og mentanin, ið mest av øllum eyðmerkja okkara samleika, ella sum í øllum førum er tað, sum ger okkum áhugaverd. Sambært summum donskum blaðgreinum um føroyingar, er hesin samleiki rættiliga einfaldur. Vit eru upprunalig, grindadrepandi náttúrumenniskju, sum liva av og við okkara náttúru og soleiðis er tað. Eg havi vænt meg við við ta postkolonialu donsku ímyndina av føroyingum, men havi ongantíð kent meg aftur í henni. Havi altíð hildið hana verið avoldaða, men óansæð er hon støðug og ómetaliga ring at sleppa av við. Sjálvt tey skilabestu donsku fjølmiðlafólkini hava eftir øllum at døma ilt við at lýsa føroyska list uttan at onkur folkloristisk eygleiðing verður løgd aftrat. Stór grein var í bókaískoytinum í Politiken í síðstu viku við samrøðu við Jóanes Nielsen, har hann sást avmyndaður í føroyskum fjøllum og prátið snúði seg m.a. um pátrúgv: "I de mørke fjelde tror man på hvad som helst" helt rithøvundurin. Eitt er, at bókin hjá Jóanesi Nielsen "Brahmadellerne" í ein vissan mun snýr seg um pátrúgv í gomlum, óupplýstum døgum, men nútíðarføroyingar líða neyvan av pátrúgv. Sjálv kenni eg als ikki til tað. Skal viðganga, at eg øgiliga sjáldan spaseri í myrkum fjøllum, eri meira til taxakoyring í býnum, men fari eg hendinga ferð í hagan, havi eg lødda smartphone við, og termokannu við kaffi og sjokulátu. Skerpikjøt smakkar væl, men cadbury er lættari atkomiligt.
    

"Vit eru føroyingar, vit eta skerpikjøt.." helt Regin Dahl speiskliga fyri í yrking fyri nógvum árum síðani og einfalda ímyndin av føroyingum er eyðvitað viðgjørt av fleiri. Eg havi sjálv nevnt vandamálið við einfaldaðu ímyndini av føroyingum í ymsum tekstum, eg havi skrivað um føroyska list. Sjálvandi er tað ikki so einfalt tað heila, og kritikkurin skal heldur ikki misskiljast, tí sjálvandi eru vit fegin um stóra danska áhugan fyri føroyskari list. Seinnu árini eru alsamt fleiri føroyskir akademikarar farnir at gera ilt av sær viðvíkjandi teirri foreinklandi viðferðini av føroyskum samleika, og hetta vaksandi tilvitið er somuleiðis positiv. Inger skrivaði herfyri eina áhugaverda grein, ið nart sama evnið og Kim Simonsen hevur skrivað eina ph.d ritgerð, ið m.a. snýr seg um røturnar til hesa eksotismuna. Ritgerðin er góðkend til verju 10.des. Kim skrivaði eina viðmerking til ein fotoblogg við myndum hjá Daniel Hjorth í Information, sum snýr seg um sama evnið. Vit hava fingið loyvi at seta viðmerkingina inn her:

Serien er billedmæssigt et friskt pust i forhold til den evige romantiske postkortæstetik som færinger er vant igennem mere end 100 år. Billedmæssigt ser vi derfor alt for meget en romantiserede eksotisme med grindedrab, søpapegøjer og får, der præger billedet af Færøerne både på Færøerne og udenfor. Dette billede er dog (selv om det ser uskyldigt ud) mere skadeligt for færinger på længere sigt, da de herved bliver konstruerede som evigt folkedansende eksotiske naturmennesker, der lever i en vikingetidslomme, dvs. at de er ikke kun provinsielle og tilbagestående, men at de lever i fortiden i forhold til centrets måde at konstruere andre på og sig selv. Det vil sige at den hegemoniske diskurs er konstrueret i forhold til fx hvem er civiliseret, hip og trendy modsat det at være passé, overvintret og oldnordisk gammeldags. Og her har jeg lyst til at sige at Færøerne er ikke et romantisk fuglereservat eller et folkedanser klippeland, men et lille spændende, moderne, hipt og smart land med alt hvad der kan trækkes frem af hipsterkultur, kunst og rockmusik m.m.

Fotografen har foretaget et valg af en bestemt æstetik, der har en forkærlighed for en tågemættet tristesse, som jeg finder yderst interessant. Der er også et strejf af smerte i billederne, en tomhed i den færøske regn og tåge sammen med en udsathed som ofte findes i udkantsområder. En stille desperation som jeg godt kan relatere til, da jeg forlod Færøerne for 20 år siden og er aldrig vendt tilbage. Jeg var også engang en fisker med digterdrømme og drømmene er blevet til virkelighed.

Færinger er dog ret småsarte og nærtagende, således at de i fuld alvor diskuterer (på Facebook) om dette er legitimt? Er dette en god/mindre god repræsentation af unge på Færøerne? Det kan være svært at forstå for ikke færinger, men færinger er ømskindede overfor udlændinges billede af dem og reagerer både instinktivt og ofte ret primitivt over for mindre flatterende billeder af Færøerne. Dette kan nok forklares ved at man er vant til en æstetik fra det 19. årh. med rødder tilbage til det 18. årh. og tidligere hhv. idyllen, pastoralen, pittoresken og det natursublime. Der er bare ikke sket en fotomæssig opdatering af billedet og heller ikke af fotografiet på Færøerne, da man andre steder ikke reproducerer disse stiler, omvendt har de været betragtede som kitsch det meste af det 20. årh. ligesom malere og fotografer ikke har ledt efter en biedermeieragtig skønhed (som i det skønne).





(KP)

Fyrst taka vit Manhattan

Hesa síðstu vikuna havi eg havt fragdina av at vísa einum útlendingi av ikki donskum uppruna eina rúgvu av føroyskari list.
Ein útlendingur av ikki donskum uppruna er ein persónur, sum lítur at føroyskari list fullkomiliga uttan at hava hálvsodnaðar søgur um eitt huldufólkatrúgvandi, gudsóttandi, skerpikjøtsetandi náttúrufólk í høvdinum.
Hevur mann ongar ímyndir um føroyalist og ikki eksotismuna til at leggja eitt mystiskt slør oman yvir føroysk listaverk, er tað mítt páhald, at vit síggja verkini betri. Hetta merkir sjálvandi, at nøkur verk fáa eina harðari meting, men eisini, at nøkur teirra fáa størri týdning. Standmyndirnar hjá Hanna Bjartalíð verða ikki til stuttligar lýsingar av teimum elskuligu smáu húsunum í gomlu føroysku gøtunum, men til listaverk, sum samskifta við rúmið. Listaverk, sum eru í verðinsklassa. Glasverkini hjá Tróndi Patursson verða ikki til eina søgu um ein kongsbóndason, sum sigldi á verðinshøvunum, men til sublimar tulkingar av lyndinum hjá listini. Listaverk, sum eru í verðinsklassa. Og Hanni og Tróndur eru ikki tey einastu føroysku listafólkini, har eru nógv fleiri, sum skapa stóra list. Tað er bara alt alt ov sjáldan, vit hyggja at listini á handan hátt.
Kanska tí vit ikki hava hug at skyna á - okkum líkar ikki at siga, at okkurt er í verðinsklassa og okkurt annað ikki. Kanska tí vit hava læst okkum fast í danska listamarknaðin. Kanska tí vit heilt einfalt ikki taka tað í nóg stórum álvara.

Ein listaheimur finst uttan fyri Danmark, og hann er meira áhugaverdur hjá føroyskari list, tí hann er størri og tí hann ikki frammanundan hevur plaserað listina í einum eksotiskum kassa. Men vit mugu investera. Ikki bara pengar, tí tað als ikki er vist, tað er so nógv tað. Vit mugu gera íløgur í tankar, hugflog, fakligheit. Listafólkini hava longu gjørt tað stóra arbeiðið við at skapa fantastiska list, vit skulu soleiðis sæð bara viðgera tað á ordiligan hátt. Tí tað snýr seg ikki um, at listafólkini skulu berast á hond og fót og at tað er ein almenn uppgáva at vera agentar fyri listafólk uttanlands. Tað snýr seg heilt einfalt um at viðgera tingini ordiliga, um ongantíð at brúka orku og pengar uppá nakað, sum ikki er heilt í lagið og listini verdugt. So fara vit at fáa tað heila aftur í túsundtali. Ikki bara í himmalinum, har vit høvdu verið vís í at enda, men eisini her í jarðarlívinum.

(IS) 

Saturday, October 27, 2012

Bloody Beetrot og Greta Svabo Bech



Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyingar eru ummældir í Rolling Stone. Tað er heldur ikki ofta, vit hava sonevndan dancemusic á listablogginum, men sjáldan hevur høvið verið betri enn í dag.













Friday, October 26, 2012

Framúrskarandi dreymahús



Í Listasavninum er framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð og hetta er eftir mínum tykki ein tann mest áhugaverda framsýningin, sum hevur verið í Listasavninum í fleiri ár. Hanni Bjartalíð sýnir fram ymsar lutir úr træi, summir málaðir, aðrir ómálaðir. Fleiri av lutunum líkjast húsum. Við íblástri frá m.ø. barndómsminnum tykjast hesir vøkru, partvíst málaðu standmyndirnar úr organiskum træi merktar av einum at kalla eymligum nærlagni í mátanum, tær eru settar saman. Tær minna um hytturnar, sum vit bygdu, tá vit vóru lítil, samstundis sum tær tykjast merktar av gátuføri og heimsspekiligari tyngd í teirra ófunktionellu kvirru. Umframt tær fantastisku húsastandmyndirnar er Hanni eisini farin at gera rættiliga nógv burtur úr persónslíknandi træfigurum, sum eru poetiskir og sum allir bera fram hvør sítt huglag og hvør sína søgu. Samanumtikið er árinið væl lættari og meira sprækligt enn tað plagar at vera og tað klæðir Listasavninum. Men tað stuttliga og sprøkluta árinið á framsýningini merkir als ikki tað sama sum, at henni vantar dýpd. Øll verkini eru góð, men tey teskandi húsini, sum standa í hvítum sukurlandslagi, upplýst í bláum ljósi, eru nakað heilt serligt. Ein framúrskarandi uppliving, sum má viðmælast øllum at síggja. Framsýningin varir inntil 2.desember.


































(KP)



Thursday, October 25, 2012

Infernalsk heimvitisferð




Í mikudagsdimmuni er nýggja yrkingarsavnið "Heimvitisferðin" hjá Tóroddi Poulsen umrøtt. Eg var ikki so mikið sum greið yvir, at tað var komið út. Beate L.Samuelsen hevur eftir øllum at døma skrivað greinina, sum er óvanliga kritisk: "Yrkingarnar eru ikki serliga upplyftandi fyri tann, sum lesur tær, og skal ein anaysera hvørja yrking sær, kann spurningur setast við fleiri teirra, hvussu borðbærar summar eru...". Nú er tað jú ikki ofta, at fólkaligar treytir verða settar yrkingum og bara av hesi orsøk gjørdist eg nóg forvitin til at fáa fatur á bókini í ein fart og at lesa hana helst nógv skjótari enn hon varð hugsað. Tá eg hevði lisið bókina hugsaði eg, at greinin í Dimmalætting kanska í veruleikanum er eitt tíðindaskriv, sum minnir meira um eitt skundmikið ummæli. Og óansæð, tá talan er um Tórodd Poulsen, kann tað ongantíð vera nyttuleyst at venda tingunum við, so her kemur eitt ummæli, sum helst minnir meira um eitt eldhugað tíðindaskriv og sum kanska eisini er inspirerað av bóklinginum við gotiskari skrift og fascistoidum permu-estetikki, sum vit fingu í postkassan í gjárskvøldið saman við Dimmuni, við heitinum "Søgan um ein undurfullan faðir". Søgan hjá Tóroddi er helst mest um eina undurfulla móðir. Tað er móðir Havn, heimbýurin, sum meira enn nakað definerar yrkjaran og myndlistamannin og sum er hansara støðuga støði. 

Í nýggju bókini fær heimbýurin toyggið. Í fyrstu yrkingini leitar hin burturvilsti eg-persónurin aftur á slóðina á hesi Heimvitisferð, sum rættiliga skjótt gerst meira átøk eini Helvitisferð: ".. og inn í ein óuniligan buss/ bussurin verður drigin/ av fýra ferðir fýra rossum/ og vit skrambla avstað inn í tokuna/ grasið er grátt í støðum/ tað verður heitari og heitari/ vit koyra gjøgnum stórar logar av eldi...". Vit kenna bæði stíl og evni við dreymakendum, surrealistiskum ímyndum og marrukendum opinberingum aftur frá øðrum bókum hjá okkara mest originala samtíðaryrkjara. Summar yrkingar eru rættiliga abstraktar, bygdar upp um formligar mótsetningar, men fleiri av yrkingunum eru marrukendar lýsingar av onkrum, ið fer fram ymsastaðni í Havn, uttan fyri Gamla Kirkjugarð, á Steinatrøð, í Vágsbotni, Bøgøtu osfr. Og hóast surrealistiska árinið er rættiliga støðugt, tykjast sosiala indignatiónin og vónbrotið verulig við støði í núverandi gongdini í veruleikans heimlandi, t.d. í yrkingini FÓLKASKRÍMSL:

eingin vil taka tey niður
sjálvmorðshjúnini
sum hava hongt seg
út ígjøgnum
eitt tinghúsvindeyga

líkmoggararnir
innanfyri
hava nóg mikið við
at trætast um
kvotur av sjólátnum
so hjúnini
verða hangandi
enn eina tíð
ikki sum fuglaskrímsl
men fólkaskrímsl
tí fuglarnir hava longu
sett á tey

Politikarar hava mangan fingið óblíða viðferð í bókum og myndum hjá Tóroddi Poulsen, men nú ber av, og samfelagið kring Tinghúsið verður lýst sum depraverað og upployst av materiellari egoismu, grammleika og idioti. Vit kunnu kanska ikki allýsa Tórodd Poulsen sum politiskan yrkjara, men Heimvitisferðin líkist partvíst einum politiskt motiveraðum savni, har vónbrotið yvir høgrarák og grunnskygni í Føroyum merkist týðuliga. Í gamla bókhandli standa: "ferðaleiðaraskrokkar... og selja skræddar/ bøkur.." og sum heild stendur illa til, øll møgulig fáa av koyrlinum, eisini kommunuskúlin og myndfegni borgarstjórin fáa hvør sítt nefs. Í yrkingini TÍÐINDI stendur m.a. "kringvarpið sendir ikki gjøgnum luftina longur/ tí eingin almennur stovnur fær streym/ tó er landsjúkrahúsið undantikið/ har tey fáu ríku kunnu fáa sjúkuviðgerð/ øll onnur mugu lekja seg sjálv verða tey sjúk/ tað duga nøkur/ men tey flestu leggja seg at doyggja/ og tað hava altíð verið góð tíðindi/ at onkur doyr/ og so er gongd aftur í handlinum.."( s.50). Á bókasavninum er enn kaldari enn uttanfyri, tí: "savnið hevur ongan streym havt/ í áratíggjur// teldurnar standa innsmurdar/ í mannatrekki// bøkurnar liggja sløddar á gólvinum/ fá duga at lesa longur..." (s.53). Støðan er syndarlig. Norðurlandahúsið er at kalla avtoftað og fult av ymsum fuglum. 

Lýsingin av føroyska samfelagnum er sum heild dystopisk, satirisk og eitt sindur skemtilig. Føroyar eru í ólagi, og granskarar á setrinum húsast í kommunala vesinum í Mylnugøtu. Ringastu lortaspannina fáa fólk í Listasavninum oman yvir seg. Onkur heldur støðið vera eins lágt sum tað plagar at vera á baksíðuni á Oyggjatíðindum og kanska fer onkur at undra seg yvir, at tað yvirhøvur ber til at skriva tílíkt í einum yrkingarsavni. Men í listini ber alt til, og høvundurin leggur hóast alt opið navn til lammiterilsið. Eitt danskt orðatak snýr seg um at revsa tann tú elskar og lítið er at ivast í, at kærleiki og djúp vónbrot liggja aftan fyri tær hvøssu atfinningarnar. Endayrkingin "FARVÆL" minnir okkum á, at hetta einki hevur við veruleikan at gera, at talan er um ein íspunnan poesiheim, sum er fullur av frálíkum yrkingum sum t.d. ÁÐRENN FERÐINA:

í einum handilsvindeyga
situr ein gomul kona
við longum neglum
og broderar mynd
av tí gomlu havnini á húðina
á síni deyðu dóttur
hon skal vera so fín
áðrenn hon verður latin presti
men fyrst skal hon leggjast í saltlaka
so hon verður lættari at kenna aftur
sum samsýning fær mamman
allar tær følnaðu tulipanirnar
úti í nýggja kirkjugarði

Yrkingin stendur á síðu 14.

Tóroddur Poulsen: Heimvitisferðin. Mentunargrunnur Studentafelagsins 2012. 67 bls. 148 kr.

Soleiðis sær vakra bókin út. Ovast er ein mynd av eini hill á Gamla Bókhandli, sum hon tók seg út í gjár.


(KP)


Wednesday, October 24, 2012

Jú takk, David Shrigley, eg havi tað gott...



Júst heimkomin av kveikjandi Onglandsferð hópin av listarligum og menniskjansligum upplivingum ríkari, kann eg av fleiri orsøkum taka fult undir við bretska listamanninum David Shrigley í teirri ósentimentalu altruismuni, sum merkir hansara verk á framsýningini HOW ARE YOU FEELING? AT THE CENTRE OF THE INSIDE OF THE HUMAN BRAIN´S MIND, sum í løtuni er at síggja í Corner House í Manchester.
Amerikanski jazzsaxofonisturin og komponisturin John Coltrane helt, at fyri at gerast betri tónleikari, mátti tú gerast eitt betri menniskja. Hetta kann ivaleyst tykjast at vera ein rættiliga naiv áskoðan, tí sjálvandi eru dømi um sjálvsøkin og sjálvgóð listafólk, sum als ikki kunnu sigast at vera serliga góð menniskju. Allíkavæl eri eg í grundini sannførd um, at stórar listarligar upplivingar ávirka okkum empatiskt, so at vit, í øllum førum í løtum, gerast betri menniskju. Listaslagið hevur minni at siga og tað er eisini púra líka mikið um talan er um gamla ella nýggja list. Sjálvt um pietá-myndina hjá Giotto er avgomul, rørir henda sorgarbundna myndin av mammuni við deyða soninum ein hvønn tann, ið hyggur at henni og tað sama er galdandi fyri tónlistaverk hjá Tallis ella Bach og fyri aðra æviga list, ið er ein essensur av øllum tí besta í menniskjanum.

Kanska ljóðar tað beinleiðis hástórt at halda uppá, at listin hevur tílík megi, men fyri meg er als eingin ivi um, at tað er so og  í leiklutinum sum kórsangari  upplivi eg, at kenslan gerst næstan ítøkilig. Fyri ein kórsangara er røddin ljóðførið og við henni gerst sangarin partur av eini størri heild í eini listarligari tulking, ið aftur gerst partur av eini enn størri heild av menniskjansligum og listarligum slag. Eg haldi, at tær fýra ISLAND music konsertirnar hjá Tarira í Liverpool og Manchester góvu okkum kórsangarum betri innlit í bæði tónleik og tekst, t.d. í sterku opinberingarnar í sonnettini "Árringar og æðrar" hjá Carl Jóhan Jensen og sorgblíða vakurleikan í tónleikaligu tulkingini hjá Leif Hansen og so líðandi fóru vit at njóta tær musikalsku finurligheitirnar hjá Stephen Wilkinson í staðin fyri at ræðast tær. Kórleiðari okkara, Sunleif Rasmussen hevur skrivað nøkur av allarbestu føroysku kórverkunum og tað er altíð eitt satt njótilsi at framføra tey. Unn Patursson eru nú somuleiðis eitt av okkara yndistónaskaldum, hvørs djúptøka lyriska fatan endurspeglast í hennara fína lagasmíði. Og soleiðis kundi eg blivið við, men tað er ikki neyðugt, tí vit hava longu avtalað eina Føroyaturné í november, so verið til reiðar! Her er ein bloggur, sum eg skrivaði um skránna hjá kórinum http://listinblog.blogspot.com/2012/10/wish-me-luck-as-you-wave-me-goodbye.html

David Shrigley tykist í nógvum næstan øvugtur av øllum, sum føroysk list hevur staðið fyri, tað er t.d. stórbærum tjóðskaparkenslum, vakrari náttúru og lekkurt ekspressivum myndum. Shrigley er útbúgvin á akademinum í Glasgow, har hann eisini hevur starvast sum lærari. Tann 44 ára gamli listamaðurin teknar ljótar tekningar við tekstum, sum ikki sjáldan eru ómetaliga plattir eisini. Hansara nýggja framsýning er bæði ræðuliga stuttlig og fløt og rørandi. Onkursvegna gevur tað flata tí djúpa enn meira dýpd og sum tú gongur á framsýningini í óyvirskoðandi rúgvuni av tekningum, gerst tær greitt, at her er nógv meira skil á, enn tú skuldi hildið. Summar myndir eru ófrættakendar, t.d. eru nógvar lýsingar av fuglum, sum ikki uppføra seg sum fuglar flestir. Á einari mynd av nøkrum kvørkveggjum siga tær seg ikki tíma at eta korn og fræ meira, tí tær heldur vilja hava kjøt. Millum teir mongu speirekandi og absurdu viðmerkingarnar eru eisini einfaldar staðfestingar, ið snúgva seg um ta torgreiddu tilveruna. Skulu vit samanbera listamannin við okkurt føroyskt listafólk, er tað helst bara Tóroddur Poulsen, sum nærkast hesi serstøku samankomingini millum gálv, hjartastreingir og álvaratos.

Framsýningin hjá Shrigley byrjar við interaktivum verkum, har tað ber til hjá áskoðaranum at skriva á eina talvu hvussu hon hevur tað í skrivandi stund. Eg skrivi "light", tí soleiðis havi eg tað. Fleiri staðni í framsýningarhølunum eru madrassur, har áskoðarin til eina og hvørja tíð kann leggja seg at rinda sína møði. Ein ørgrynna av tekningum eru límaðar uppá veggirnar og minna eitt sindur um tilvildarligt og óvandaligt grafitti. Gongur tú eina løtu og hyggur og lesur, gerst tú varug við, at hetta í veruleikanum er rættiliga álvarslig list við intelligentum filosofiskum og sosialkritiskum undirtónum. Eg hevði ynskt, at hendan framsýningin varð framsýnd heima í Føroyum og tað er ikki bara tí hon ger okkum til betri fólk. Listin hjá David Shrigley ger okkum eisini til klókari fólk.  













(KP)




Tuesday, October 23, 2012

Út um bøgarðarnar...



Myndin er tikin á framsýning hjá David Shrigley í Corner House í Manchester. Gull vert at koma út um bøgarðarnar eina stund. Framsýningin var inspirerandi, stuttlig, næstan fløt í støðum, men tað tóktist sum tað flata gav tí djúpa enn meira dýpd á hesari frálíku framsýningini... meir um hetta í morgin.

Monday, October 22, 2012

Ein frálík yrking

.. og ein framúrskarandi mynd




Går du i månens trädgård
Av glas är månen full
Säg varför älskar du inte
Av glas är månen full
Sin kroppsliga skepnad i natten
Men jag är utan brott

Yrking: Ann Jäderlund úr dikter 1984-2000 s.215
Mynd: Rannvá Kunoy (2010)

Sunday, October 21, 2012

Friðurin



friðurin
undir
lakinum
verður
órógvaður
av 
avvarðandi
gráti



Yrking og mynd: Tóroddur Poulsen. Avbyrgingar (2012)

Saturday, October 20, 2012

Heilsan frá Svend-Allan Sørensen


Henda listaheilsanin er frá danska listamanninum Svend-Allan Sørensen, sum kemur higar í heyst at arbeiða í Steinprenti við verkum, ið á sama hátt sum Havnardalspalettin skal við á hansara serframsýning á Asger Jorn Museet summarið 2013.

Friday, October 19, 2012

Dennis Agerblad á KE



Føroyski listamaðurin  Dennis Agerblad er millum framsýnararnar á KE, Kunstnernes Efterårsudstilling 2012 í Den Frie í Keypmannahavn, sum læt upp fríggjadagin 12.okt. Tá listamaðurin vaks upp í Føroyum varð einki tosað um samkynd og transpersónar. Listamaðurin kendi seg í grundini sum flóttafólk, tá hann flutti til Danmarkar í 1990, men fylgir nú fegin við í góðu menningini á økinum, sum vit sóu prógvaða, tá 5000 fólk herfyri luttóku í Pride í Havn. 

Við íblástri í hesum hevur listamaðurin gjørt ein føroyskan trash/drag/listafilm. Via humor og surrealismu heldur listamaðurin tað vera lættari at orða torfør evni fyri at náa til ein nýggjan veruleika, sum til dømis kann vera, at grannin hjá tær í grundini er ein maður, sum gongur í kvinnuklæðum. Heitið á filminum er "Snoribolla Genturnar" og kemur av trongdini, sum listamaðurin hevði sum tannáringur at siga "ljót" orð sum "bøssi", "murtur" og "reyvarhol". Men alment var "bussimaður" tað ringasta, hann tordi at siga. Hetta hevur síðani broytt seg. Umframt listamannin sjálvan luttaka hjúnini Nikolai og René Noesgaard Myntman, ið hvørki tosa ella skilja føroyskt. Alt tað, sum tey siga í filminum eru setningar, sum listamaðurin hevur skrivað á pappír við ljóðskrift, sum tey siga, tá filmað verður. Vit ynskja Dennis Agerblad til lukku við upptøkuni í KE.

Thursday, October 18, 2012

Kirkjugarðurin við havið



Danski rithøvundurin Jakob Brønnum hevur júst útgivið eitt yrkingarsavn, sum vit gjarna vilja gera okkara lesara varugar við, tí tað er gott og tí tað snýr seg um Føroyar.

Yrkingasavnið eitur “Kirkegården ved havet”, Anker Mortensen hevur gjørt kápumyndina. Her eru nakrar yrkingar úr savninum:



Og dem der træder ind ad døren i skumringen

Og dem der træder

ind ad døren i skumringen

fra slægtled til slægtled

gennem billeder af metalduftende jord

rummet fyldes med stemmer

sprukne af forvredne

minder, gråtonede fortællinger

om kroppens langsomme liv

vandet løber af klipperne

i skår tiden har givet verden

sjælene er sten der altid har ligget der,

aldrig helt ubevægelige


i skumringen. Fortællinger

om flygtige aflejringer

af nogen eller noget der går i græsset

tågen er ligeså mættet af erindringer

som drømme man har glemt

man har drømt. Øjnene flakker i lyset

som netop er tændt


Sommernatten på Hotel Nord

Vi kiggede ud af vinduet

i den lyse sommernat

på Hotel Nord

og undrede os over stilheden

og blæsten


du sang nogle af de sange

du lærte som barn:

vindens sange, fuglenes sange

i luften, fjeldets stiers grønne sange


og mørket i mig faldt

langsomt på mens jeg rakte

efter dig og noget i mig

råbte ord, jeg ikke selv forstod


Coda: Hav og tåge

Hvert hjørne du kommer

omkring ser på dig

fra et lys der ligger

dybt bag havet og inde

i dig med en stemme

du knapt orker at lytte

til. Ansigterne er verdener

mellem nyt og gammelt.

Det er en by du kendte

du boede i den som barn

du kender den stadig og

den kender dig, men det er

som om den spørger dig,

om du ved hvad der

ændrer sig og hvad det er

der er det samme


Menneskene kører langs fjeldene

Menneskene kører langs fjeldene

i deres biler der lugter af

gummistøvler, cigaretter og lammekød

og taler om vejret der hele

tiden skifter og altid er

det samme og om menneskene

der altid arbejder sig frem mod nye mål

mens deres kroppe

forlader hinanden uden nogensinde

helt af blive af med alt det som har sat sig

fast undervejs

og tågen sænker sig over dem som endnu

ikke sete drømme