Sunday, September 30, 2012

Tungl í tónum




Vit loyva okkum at koma við einum viðmæli í síðstu løtu. Ókeypis útgávukonsert verður klokkan fýra í dag í Østrøms Fabrikk. Orð: Steinbjørn B. Jacobsen. Løg: Kári Jacobsen. Sangur: Eyð B. Jacobsen. Steinbjørn B. Jacobsen hevði fylt 75 ár í dag um hann livdi.

Ein svørthvít hjá Tóroddi Poulsen



hví hava
tey búsett 
seg júst
har
ið minnini
doyggja
í svørtum 
kjólum
og gráum
grasi


s.14 Avbyrgingar, Tóroddur Poulsen


Saturday, September 29, 2012

Ársins ræðusøga


 http://www.fmr.fo/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/fe7169f9-897a-4a6b-8d77-ac9787827054/adce2c22-8aeb-4a18-8557-b9e1c8801977.jpg

Ársins mest umrødda útgáva, Fíggjarlógaruppskotið, kom á gøtuna fríggjadagin og nú er tað lisið. Vit kunnu eyðmerkja verkið sum eitt slag av faktión, har veruleiki og ímynd ganga hond í hond, men har eru eisini íblandað drøg av science fiction við undrunarverdum fyriboðanum um framtíðina, eins og verkið er merkt av bæði dramatiskum, episkum og instruerandi tekstaslag. Verkið gerst tó ongantíð poetiskt.

Talan er um eitt serstakt sjangrubland og soleiðis sæð eisini um eitt stílbland. Formurin er merktur av endurtøkum av talrøðum, sum skapa eitt slag av eind og sum stramma tað upp, men sum eisini minnir eitt sindur um dadaismu ella um aðrar ismur við lyndi til tað absurdistiska.


Eg havi hug at siga okkurt pent um innihaldið, og tað verður, at tað altíð er áhugavert at verða mint um hvussu samfelagið er sett saman. At síggja aftur hvussu ein rúgva av feløgum, arbeiðsplássum, organisatiónum og nógv annað mynda tað samfealgið, vit liva í, og hvussu tey fáa í lut eitt tal í part til tess at fata hvussu umráðandi ella óumráðandi, tey eru fyri okkum onnur. Tað er hugtakandi og ræðandi og alt gott um tað, men tá mann hevur lisið eldri partar av av Fíggjarlógaruppskotinum, eru sjálvandi nakrar endurtøkur. Hóast nakrir smáir skelkir koma av og á, verður lesturin so líðandi eitt sindur keðiligur. Tí gleddi eg meg til at koma til tað mest spennandi kapitlið í verkinum, nevniliga § 7. Mentamál. Tað er her vit síggja, hvussu rithøvundurin er settur saman, um her er dýpd, ond og visión og um nøkur ætlan yvirhøvur er við hesum digra verki ella um tað bara er tómt og líkasælt alt. 



Tað fyrsta, eg kom í tankar um, snúi seg ikki so nógv um verkið, men um meg sjálva sum lesara. Eg uppdagaði um meg sjálva, at eg eri ein góðlyntur og bjartskygdur romantikari, sum enn gerst bilsin av øllum nullunum, sum eru stødd framman fyri líkindunum hjá Tjóðpalli Føroya fyri at fáa ein pall. Eg haldi næstan ikki, at eg hoyri politikarar tosa um annað enn hvussu ernir teir eru av teirra nationalteatri og hesum havi so eyðsýniliga verið nóg býtt til at trúgva. Sjálvandi er ikki ein tann einasti av samgongulimunum errin av nøkrum tjóðpalli, tað skal mann ikki vera serliga kvikur lesari fyri at gjøgnumskoða.

Tað næsta, sum eg kom í tankar um, var at umsiting av Mentanargrunninum kostar heilar 473 000 kr um árið og har mátti eg noyðast at brúka mín egna fantasi, tí har eru ongar pedagogiskar frágreiðingar í bókini, og tað er jú vanliga gott, men míni ímyndingarevni vórðu av sonnum roynd, meðan eg las.


Men hatta slagið av forargilsi um smábrek hvarv í ein fart, tá eg skilti nakað nógv verri. Meðan einki verður skorið í teimum nógvu pengunum, sum Mentanargrunnurin hevur til umsiting, verður tikið dúgliga av tí, sum Mentanargrunnurin er settur á fold at gera. Nevniliga at tryggja okkum eitt gott listalív her á landi í trivnaði og til gagns fyri okkum øll. Í 2012 fingu tey 6 412 000 krónur til stuðul av føroyskari list og í 2013 verður upphæddin skerd til 5 246 000 kr, ein skerjing uppá góða millión. 



Her fall alt til jarðar. Hetta var jú eitt ræðuímynd, sum hevði fingið fullkomiliga katastrofalar avleiðingar fyri føroyska list, og brádliga tykist hetta nýggja verkið mest átøkt eini ræðusøgu. Tí at hugsa sær, um vit tóku listina burtur, um vit brádliga lótu listina fara úr landinum. Eg sá fyri mær hvussu allar hinar paragraffirnar í bókini eisini fóru at hvørva, hvussu arbeiðspláss, feløg osfr. fóru at syndrast saman við listini og hvussu vit øll fóru at hvørva. Eina løtu skalv eg um allan kroppin, men sinnaði meg, tá eg hugsaði: gott tað bara er fiktión.

(IS) 

http://www.fmr.fo//Index.asp?pID=A1C13198-1406-41F4-B8BA-CEF9E83285BA
 

Vitskuvíðkandi avbyrgingar



Vit, sum hava áhuga fyri føroyskum yrkingum, hava alla orsøk til at fegnast í løtuni og kunnu sóla okkum í glæmuni frá bókmentaligu sensatiónini, sum var almannakunngjørd mánadagin, at Sissal Kampmann hevur fingið ta tignarligu og týdningarmiklu debutantvirðislønina hjá Klaus Rifbjerg. Men longu áðrenn armarnir eru dalaðir niður, fara teir hervið upp aftur at fagna nýggju bókini hjá Tóroddi Poulsen, sum setur heilt nýggjan prentlistarligan standard fyri yrkingarsøvn. Avbyrgingar er eitt einastandandi bókaverk, ein listarlig heild, sum bæði við orðum og myndum rørir áskoðaran og lesaran inn á sálin.

Bókin er úrslit av samstarvi millum yrkjaran og myndlistamannin Tórodd Poulsen, Steinprent og Føroyaprent. Eitt nýtt yrkingarsavn hjá Tóroddi Poulsen er áhugavert í sjálvum sær, men í nýggja savninum fáa vit tíggju upprunagrafiskar myndir oman á tað heila, umframt permuna, ið altso eisini er eitt originalt steinprent, sum prentarar í Føroyaprenti hava fingið til umbrótingar og at innbinda saman við restini av tilfarinum.


Bókin, ið fevnir um hundrað síður, er blivin júst so mikið forkunnug, sum ein kundi vónað, tá hennara upphav er ein myndlistarligur og poetiskur nýskapari sum Tóroddi Poulsen. Tvær ferð hevur hann fingið Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens og eisini hevur hann fleiri ferðir verið innstillaður til ta stóru Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina. Ummælarin og yrkingaelskarin, Lars Bukdahl helt avgjørt, at Tóroddur Poulsen (den mest modvillige og knarvorne nationalpoet, som tænkes kan) átti at havt fingið ta norðurlendsku heiðurslønina fyri Útsýni, tá danska umboðið nú ikki vann, og har er undirritaða als ikki ósamd. Avbyrgingarnar hjá Tóroddi Poulsen eru existentialistiskar ella kanska kunnu vit siga, at tær eru existens-terminatoristiskar, tí sjálvandi snúgva tær seg í rættiliga stóran mun eisini um lívsins íhald, um deyðan ið verður lýstur bæði sum fyribrigdi og nærstaddur veruleiki. Sostatt kunnu vit siga, at yrkjarin og myndlistamaðurin fylgir teirri somu sorgblíðu slóðini, sum vit kenna frá teimum seinastu yrkingarsøvnunum. Somuleiðis sæst sama lyndið til økta økonomisering, at orðini gerast alsamt færri, so at reglurnar sjáldan eru settar saman av meira enn einum ella tveimum orðum. Á henda hátt gerast yrkingarnar meira konsentreraðar og beinraknar eins og smáar tilverusøgur, sum eru dyppaðar í sýrubað, so at alt óviðkomandi er etsað burtur. Summar av yrkingunum eru næstan pínufullar at lesa, so neyvt og eirindaleyst eru tær orðaðar, t.d. yrkingin um friðin undir lakinum, sum verður órógvaður av gráti.

Yrkingarnar eru modernistiskar og tað merkir í stuttum, at tær ikki altíð eru so lættar at skilja - tó eru yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen eisini ofta so mikið einfaldar, at tey, sum krevja sjónlig prógv fyri handaverk (sum t.d. rím og lekrar orðingar), hava ilt við at góðtaka teirra einfeldi. Tóroddur dyrkar tað banala, tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir sum eingin annar føroyskur yrkjari at orða tað óvæntaða í einføldum, óuppgjørdum orðingum, so at tú sum lesari følir fruntin fara upp frá av bilsni yvir alt tað spildurnýggja, sum brádliga myndast í tínum huga. Við eini orðing hjá Christiani Matras kunnu vit kanska lýsa yrkingarnar og myndirnar hjá Tóroddi Poulsen at vera vitskuvíðkandi. Yrkjarin dugir sjáldsama væl at skriva millum reglurnar, so at yrkingin gerst ein lopfjøl hjá lesaranum til at gera sær allahanda assosiatiónir, t.d. í ófrættakendu yrkingini á síðu 18: "tá tónleikurin/ tagnar/ fer lampan/ undir loftinum/ at sveiggja.".

Føroyar og føroyska landslagið eru ongantíð serliga langt burturi í hugaheimi yrkjarans og visuellar og sansaligar upplivingar og minni hava sum heild stóran týdning. Metabolisma er grundleggjandi í yrkingunum hjá Tóroddi, bæði sum skap, men eisini innihaldsliga verður grundað nógv yvir stoffskiftið, hetta at vit menniskju einaferð verða partar av jørðini. Deyðin verður yvirhøvur postivt lýstur, moldin og móran eru reinsandi og í deyðanum nær yrkjaraegið endiliga ta fullkomnu og reinu tøgnina. Yrkingarnar í nýggja savninum tykjast stundum absurdar og ofta eru tær dreymakendar, surrealistiskar:

einasti
gesturin
á heimsins
einasta
gistingarhúsi
fær sær
morgunmat

Afturvendandi evnið í savninum er einsemi, at vera fyri seg sjálvan, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið styttist. Hetta temaið verður tulkað rættiliga konsekvent í myndum av einsamallum sjómansknútum, av isolerandi rimum ella einum gravsteini. Hetta ljóðar kanska heldur deprimerandi, men er tað yvirhøvur ikki. Tá evnið verður lýst á so originalan hátt og við so stórum listarligum yvirskoti, sum Tóroddur Poulsen megnar at gera tað, gerast Avbyrgingar tvørtur í móti eitt upplyftandi upplivilsi hjá lesaranum. Listarlig skapan og mál eru eisini afturvendandi evni hjá Tóroddi, sum í fleiri yrkingum tykist grunda yvir viðurskiftini millum orðini og tingini. Við orðingini "das ding an sich" sipaði Kant til lutin í sjálvum sær, sum hann er uttan tulking og meting. Hann brúkti orðingina sum øvugta av fyribrigdinum. Á ein hátt kunnu vit siga, at Tóroddur Poulsen fer júst hin vegin, tí í hansara heimi ræður fyribrigdið og fatanin av fyribrigdinum á øllum, eisini á minninum og á teimum lygnum, sum subjektiva minnið áhaldandi skapar.

Við Avbyrgingum er sjøtul settur á nýtt samstarv millum Føroyaprent og Steinprent, ið ger tað møguligt hjá Steinprenti at geva fleiri listapoesibøkur út, Søren Ulrich Thomsen hevur skrivað ta næstu bókina, sum Claus Carstensen hevur myndprýtt. Hon kemur eftir ætlan út fyrst í desember.

Tóroddur Poulsen: Avbyrgingar: 100 síður. Steinprent er útgevari. Stuðlað verkætlanini hava: Norðurlandahúsið í Føroyum, Mentanargrunnur Landsins og Føroyaprent. Bókin fæst í Steinprenti og í bókhandlinum. Hon kostar 350 krónur.

(KP)



Friday, September 28, 2012

Goethe í Leirvík

Tað gjørdist ein frálíkur dagur í Leirvík, tá nýggi skúlabygningurin, sum Hansina Iversen hevur prýtt, læt alment upp. Fleiri hundrað vóru og lýddu á tær frálíku røðurnar hjá Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommuna og Honnu Jensen, forkvinnu í trivnaðarnevndini, sum bæði m.a. tosaðu um týdningarmikla týdningin, sum list hevur í kommununi. Og tað gjørdu tey sum var tað nátúrligasta ting á jørð. Fyri okkum ferðafólk úr Havn, fekk tað okkum at longjast eftir, at heimligir politikarar lata seg inspirera sama vegin. Har vóru eisini fitt og dugnalig børn, sum upptraðkaðu, har var felagssangur og skúlastjórin Fríðfinnur Johnsson helt eina góða og engasjeraða røðu og smittaði okkum við sínari gleði og stoltleika yvir børnini og skúlan.

Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við teirra fína skúla og við frálíku prýðingini. Her er klóka og inspirerandi røðan hjá Hansinu Iversen við støði í litlæruni hjá Goethe. Vit ynskja eisini Hansinu til lukku við stórsligna verkinum.

Røðan hjá Hansinu Iversen
Leirvíkarskúli og Eystur kommuna
Í einum brævi til Friederica Oesner skrivar Wolfgang Goethe hin 13. feb 1769:

" Oh mín kæra vinkona, ljósið er sannleikin og tó er sólin ikki sannleikin, hóast hon er ljósins kelda. Náttin er óverulig. Og hvat er vakurleiki? Hann er ikki ljós og ikki myrkur. Skýmingin er sannleikans og ósannleikans føðing, eitt millumting. Í hennara ríki er eitt vegamót so óvist, so illa farandi, at sjálvt ein Herkules ímillum heimspekingar hevði kunnað farið skeivur í tí."
Við hesum poetisku orðum byrjar ein lítil bók, sum eg eigi, um litlæruna hjá Goethe. Tað er undranin hjá Goethe um ljós, skýming og nátt, sum so vakurt verður lýst her. Áðrenn hann er farin at vísa áhugan fyri litfyribrygdum gjøgnum prismur, undrast hann og hugleiðir hann um ljósins og myrkursins vald á sólarringinum. Har ljós og myrkur møtast og vevjast saman til millumtingið, ið er onki, ella hvørki sætt ella skeivt.

Mong listafólk hava verið hugtikin av litlæru Goethes og hava arbeitt út frá henni, og síðani prógvað og mótprógvað úrslit hansara. Vísindaligu kanningarnar hjá honum við prismum og ljósi og skugga, hava í øllum førum givið nógvum listafólki ríkiligt tilfar til at spæla sær við.Tann kendasti beint nú, man vera danski/íslendski listamaðurin Ólafur Eliasson, ið millum mangt annað hevur prýtt operahúsið í Keypmannahavn og Hørpuna í Reykjavík. Júst tað, at spæla, er stórur partur av skapandi arbeiðinum hjá listafólkum. Tá eg sigi spæla, hugsa vit beinanvegin um børn ið spæla. Tað er ikki nakað fyri vaksin fólk at takast við. Men er tað ikki júst í spæli, at nakað nýtt skapast, at týdningarmiklar royndir verða gjørdar? Bæði um egnan mátt og sosialar skipanir? Tað er júst í spælinum, at børnini fáa verið til staðar her og nú, (í núinum), hugdýpa/ fordjúpa seg og fáa førleikar.
Í einum viðtali í sambandi við biennaluna í Liverpool, greiðir Hanni Bjartalíð so sera væl frá týdninginum, ið spælið í barnaárunum hevur fyri list hansara. Hann hevur nøkur av sínum forvitnisligu húsum við á framsýningini, og hann greiðir frá hvussu hann saman við øðrum børnum spældi í fjørðuni og ein steinur har var Føroyar og ein annar var Amerika. Tað vóru bert 2-3 metrar ímillum steinarnar, men tey, børnini, vóru so nógv við í spælinum, og livdu seg so inn í tað , at tað var veruleikin. Í barnaverðini vóru eingir normar og eingi mørk. Hesar løtur royna vit at finna aftur til tá vit skapa okkara listaverk sum vaksin.Vit royna at skapa eitt univers, har veruleikin er í verkinum.

Og vit kunnu spyrja okkum, hvat er veruleiki, ella hvat er sannleiki. Er listin sonn? Ella føðist  hon har í skýmingini , sonn ella ósonn, eitt millumting?
Bert vit, listafólk og áskoðarar kunnu, við okkara nærveru, gera hana til tað hon er. Sonn ella ikki, so er hon kanska tað vit lærdu sum børn í spælinum og hava goymt langt inni í okkum.   
Børnini eru ofta beinraknastu krittikararnir av mínum listaverkum. Eg havi mangan hoyrt sera viðkomandi viðmerkingar og góðar spurningar frá teimum, og eg vóni at hetta listaverk í Leirvíkar skúla kann geva børnunum, ið ganga her, høvi at seta nógvar spurningar, og geva teimum hugmyndir og stundir til undran. Og eg vóni eisini, at lærarar og øll starvsfólkini í skúlanum kunnu gera tað sama umframt íbúgvar í Eysturkommunu, ið fara at hava sína gongd her.

Takk fyri!

Jóhan Christiansen, borgarstjóri

Hanna Jensen, forkvinna í Trivnaðarnevdini

1. flokkur


2. flokkur

3. flokkur

Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri

Hansina Iversen, listakvinna

Thursday, September 27, 2012

Avbyrgingar




Avbyrgingar er heitið á einum nýggjum, einastandandi bókaverki, sum er úrslit av samstarvi millum yrkjaran og myndlistamannin Tórodd Poulsen, Steinprent og Føroyaprent. Eitt nýtt yrkingarsavn hjá Tóroddi Poulsen er altíð áhugavert í sær sjálvum, men í nýggja savninum fáa vit tíggju upprunagrafiskar myndir oman á tað heila, umframt permuna, sum eisini er eitt steinprent. Bókin, ið fevnir um hundrað síður, er blivin júst so forkunnug, sum ein kundi ynskt sær frá myndlistarliga og poetiska nýskaparanum. Tvær ferð hevur hann fingið Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens og hann er innstillaður til ta stóru Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina óteljandi ferðir. Isolatiónirnar eru existentialistiskar, og kanska kunnu vit siga, at tær eru existens-terminatoristiskar, tí sjálvandi snúgva tær seg í stóran mun eisini um lívsins íhald. Sostatt fylgir yrkjarin og myndlistamaðurin somu sorgblíðu slóð sum í seinastu yrkingarsøvnunum. Vit síggja eisini sama lyndið til økta økonomisering, at orðini gerast færri, so at reglurnar sjáldan eru settar saman av meira enn einum ella tveimum orðum. Yrkingarnar snúgva seg um einsemi, tað at vera fyri seg sjálvan, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið styttist. Hetta ljóðar kanska deprimerandi, men tá tað verður lýst á so originalan hátt og við so stórum listarligum yvirskoti, sum Tóroddur Poulsen megnar at gera tað, verður upplivingin av Avbyrgingum í grundini upplyftandi.

 Tóroddur Poulsen: Avbyrgingar: 100 síður. Steinprent hevur givið út.
Stuðlað verkætlanini hava: Norðurlandahúsið í Føroyum, Mentanargrunnur Landsins og Føroyaprent. Bókin fæst í Steinprenti og í bókhandlinum. Hon kostar 350 krónur.

(KP)






orðini sum
skaptu landslagið
mugu altíð
vera har
tey eru
og øvunda
orðini 
sum skaptu
skýggini



tendri ljósið

og eri takksamur fyri
at hugflogið
viðhvørt
kemur úr náttarmyrkrinum
og vitjar mína samvitsku:

fuglurin
avhoyrdi meg
um breyðmolar
og mutur
fjaðrarnir
kitlaðu meg so illa
at eg fekk ikki svarað 

Wednesday, September 26, 2012

Tíðindaskriv: Leirvíkar skúli alment vístur fram


 
Hósdagin tann 27.sept. kl. 16.00 verður skúlin í Leirvík vístur fram fyri almenninginum. Skúlin er bygdur út við 2 skúlastovum, miðhøll og bókasavni. Uttanumøkið frammanfyri nýggja útbygningin er somuleiðis gjørt. Umframt útbygging av skúlanum eru vindeyguni í 61- skúlanum skift út og faldiveggur gjørdur millum stovurnar.Lærarar, børn og onnur, sum gera brúk av skúlanum, hava saknað eina miðhøll til tiltøk, sum framførslur av ymiskum slagi, tónleiki, spæli o.a.m., men nú er komið á mál við hesum, og fara vit at vísa skúlan fram. Í sambandi við útbygging og umbygging av kommunalum bygningum hevur Eysturkommuna samtykt at brúka 1% av kostnaðinum til listprýði.

Eysturkommuna hevur valt at brúka listakvinnuna Hansinu Iversen til listprýðingina í Leirvíkar skúla, tí ynski var at geva børnunum rúm og tíð til undran. Listin hjá Hansinu Iversen hevur ongan fasittlista, men setur heldur spurningar í staðin fyri at svara teimum. Og hon er bygd á eina djúpa og grundleggjandi undran, sum gevur børnunum møguleika at undrast. Listakvinnan hevur strikað øll spor fráveruleikanum, hon hevur skilt alt týdningarleyst burtur úr myndini, og í staðin skapað eitt formkonsentrat. Við at halda fast í týdninginum av sambandinum ella samanspælinum millum linju og lit, noyðir hon okkum at avvísa hugmyndina umlist sum eftirgerð, og í staðin verða vit tilvitað um reinar estetiskar hugleiðingar. Vit verða tilvitað um kjarnin í forminum, greiðu linjunar og dýpd litsins, og vit uppliva um somu stund tað kraftmikla, tað varisliga, andartakið og tað livandi.

Á skránni verða røður, framførslur hjá skúlabørnum eins og listakvinnan fær orðið og høvi verður – bæði hjá børnum og vaksnum - at fáa sær okkurt leskiligt.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Eysturkommuna

Tuesday, September 25, 2012

Filmslistaprofilur: Hanni Bjartalíð



13.oktober letur upp framsýning í Listasavni Føroya við verkum hjá Hanna Bjartalíð. Í løtuni framsýnir hann á  Liverpool Biennaluni, har kuratorfelagið Curated Place, hevur gjørt henda fína filmin:




http://www.curatedplace.com/hanni-bjartalid-at-the-north-atlantic-pavilion-city-states-liverpool-biennial-2012/

Bókmentalig sensatión

Vit ætla sjálvandi ikki at gevast alt fyri eitt at reypa av, at Sissal Kampmann hevur fingið ta háttvirdu Debutantvirðislønina. Hetta er av sonnum ein bókmentalig sensatión. Í Hoydølum sá eg onkran føroysktlærara við bókini í morgun og nú hevur Politiken fingið tað við, sum stóð á listablogginum í gjár, at ein føroyingur fekk Klaus Rifbergsa Debutantvirðisløn. Og meðan vit gleða okkum til komandi áhugaverdar greinar um og samrøður við yrkjaran úr Vestmanna seta vit inn her dagsins greinastubba í Politiken:

Akademi-pris Islænding og færing modtager forfatterpriser

Det Danske Akademi uddeler priser til Sissal Kampmann og Vigdis Finnbogadottir.

Det Danske Akademi har på sit møde forleden vedtaget at tildele den færøske lyriker Sissal Kampmann Klaus Rifbjergs Debutantpris.

Prisen gives til en dansk, færøsk eller grønlandsk digter, hvis forfatterskab endnu ikke omfatter mere end to bøger.

Sissal Kampmann er født i 1974 og har i 2011 og 2012 publiceret samlingerne 'Ravnar á ljóðleysum flogi - Yrkingar úr uppgongdini' ('Ravne flyver lydløst - digte fra opgangen') og 'Endurtøkur' ('Gentagelser').

Præsident. Vigdis Finnbogadottir
På samme møde besluttedes det at tildele den tidligere islandske præsident Vigdis Finnbogadottir Karen Blixen-medaljen. Ved tidligere møder i år er følgende andre prismodtagere bestemt: Thomas Boberg (Akademiets Store Pris), Camilla Christensen (Beatrice-legatet) og Klaus Lynggaard (Otto Gelsted-prisen).
Alle priserne uddeles ved Akademiets årsfest 30. november.

Monday, September 24, 2012

Heimsins størsta til lukku


Annaðhvørt ár verður latin ein sera umráðandi virðisløn í Danmark. Tað er Debutantvirðislønin hjá Klaus Rifbjerg fyri lyrikk, Det danske Akademi letur virðislønina, sum verður latin einum debutanti, sum innan fyri seinastu tvey árini hevur givið út sítt fyrsta yrkingarsavn á donskum, føroyskum ella grønlendskum. Higartil er virðislønin einans farin til danskar yrkjarar, men ræðandi sterku yrkingarnar hjá Sissal Kampmann hava gjørt limunum í danska akademinum so stóran mun, at tey í ár hava avgjørt at geva henni virðislønina.

Vit eru ófatiliga ernar og fegnar um, at Sissal fær stóra heiðurin í ár, tí eingin hevur uppiborið tað sum hon. Sissal fær virðislønina fyri yrkingarsavnið Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini, sum uppá allar mátar var ein føroysk bókmentalig sensatión, í henni renna saman friður og órógv, tað hvassa og tað óendaligt fína møtast og vónloysið verður forloyst.

Heimsins størsta til lukku til Sissal Kampmann við vón um, at virðislønin verður henni til stóra gleði. Her er ein yrking frá yrkingarsavninum, sum fekk danska debutantprísin.


”Tú, mín elskaði,
eg síggi, tað kavar í nátt.
Vegurin og bilarnir glitra av frosti,
eins og míni gøgn,
ið harðna og stívna
fyri hvørt sekund,
hvønn minutt,
ið flyta henda dagin inn í ein nýggjan.
Tú, mín elskaði,
eg síggi, tað kavar í nátt.
Vilstar kvinnur, vilstir menn,
trokast saman saman,
tí tað er betur enn einsemið,
meðan sekundini, minuttirnir,
flyta henda dagin inn í ein nýggjan.
Tú, mín elskaði,
eg síggi, tað kavar í nátt.
Undir gøtulyktini berjast kavaflykrur,
vindur og ljós
við sekundunum og minuttunum,
ið flyta henda dagin inn í ein nýggjan.”




Tíðindaskriv:

“Det Danske Akademi har på sit møde den 18. september vedtaget at tildele den færøske lyriker Sissal Kampmann Klaus Rifbjergs debutantpris. Prisen gives til en dansk, færøsk eller grønlandsk digter, hvis forfatterskab endnu ikke omfatter mere end to bøger.
Sissal Kampmann er født i 1974 og har i 2011 og 2012 publiceret samlingerne "Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini" (Ravne flyver lydløst – digte fra opgangen) hhv. "Endurtøkur" (Gentagelser). 


 På samme møde besluttedes det at tildele den tidligere islandske præsident Vigdis Finnbogadottir Karen Blixen-medaljen. Ved tidligere møder i år er følgende andre prismodtagere bestemt: Thomas Boberg (Akademiets Store Pris), Camilla Christensen (Beatrice-legatet) og Klaus Lynggaard (Otto Gelsted-prisen). Alle priserne uddeles ved Akademiets årsfest den 30. november.”


 Virðislønarmóttakarar av Klaus Rifbjergs Debutantpris
2012 Sissal Kampmann
2010 Eva Tind Kristensen
• 2008 Morten Søkilde
• 2006 Dy Plambeck
• 2004 Lars Skinnebach
• 2002 Martin Larsen
• 2000 Øverste Kirurgiske
• 1998 Mikkel Thykier
• 1994 Kirsten Hammann
• 1996 Katrine Marie Guldager
• 1992 Lene Henningsen
• 1990 Karen Marie Edelfeldt
• 1988 Lars Bukdahl
• 1986 Morti Vizki
• 1984 Juliane Preisler



(IS)

Listafrímerki


Í dag verða tvey nýggj føroysk frímerki framløgd á svenska kunstakademinum í Stockholm, sum eru úrslit av samstarvi millum Jan Håfström og Edward Fuglø og sum byrjaði, tá Håfström arbeiddi í Steinprenti í Havn og m.a. fekk steinprentið niðast burturúr. Prentið var partur av Summaframsýningini Kosmisk Sömngångare, sum Knud Odde og Jan Håfström høvdu í Norðurlandahúsinum í fjør. Jan Håfström verða báðir til staðar í Stockholm, umframt stjórin í Norðurlandahúsinum Niels Halm og stjórin á Posta Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai. Harumframt verða fleiri kend fólk úr svenska listaumhvørvinum til staðar til tiltakið THE STAMP, har frímerkini verða nýtt sum støðið hjá eini konferensu um m.a. tjóðskaparligan samleika. Á 13 kr frímerkinum sæst harra Walker, sum er eitt slag av alter ego hjá svenska listamanninum kaga yvir á eina føroyska bygd. Á 21 kr frímerkinum síggja vit kappaklæddu figurarnar, sum vit kenna frá myndum hjá Håfström fara berandi við egginum, sum vit kenna frá myndum hjá Fuglø.





Sunday, September 23, 2012

Nordic Cool – Føroyum kulast - Framíhjá 3




Í vetur fer Tróndur Patursson at framsýna í Kennedy Center í Washington D.C. – komandi dagarnir fara vit at miðsavna okkum um summi av teimum listafólkunum, sum hava havt henda heiður áðrenn hann.

Í 2011 sýndi listamaðurin Jitish Kallat fram í sambandi við festivalin Maximum India. Hansara verk “Public Notice 2” endurgevur søguligu røðuna hjá Mahatma Gandhi og í tí arbeiðir hann við mótsetningum millum tað intima og tað monumentala, millum pínu og vón, millum tað spontana og hondverk, millum Asia og Europa, millum klassiska hevd og modernaðan reklamustíl, einstaklingar og hópin.
 




 
 

Saturday, September 22, 2012

Fernisering. Bjarne Werner Sørensen í Steinprenti



Heilt fitt av fólki var til hugnaligu ferniseringina í gjár í Steinprenti. Eg seti nakrar myndir inn her og viðmæli øllum at spáka ein túr í dýrdarveðrinum fyri at skoða myndirnar hjá Bjarna í dagsins góða ljósi. Myndirnar hava Birgir Kruse og Jan Andersson tikið.





Bárður blaðar í kataloginum

Eg havi skrivað tekstin í vakra kataloginum


Ein steinur

Plakatin verður gjørd

Fríða og Bjarne

Bárður, Karin og Aggi

Jette, Gunnar, Jóan Pauli, Birgir og Anna lurta eftir Jan

Eg las eitt brot úr tekstinum

Vakra plakatin er eisini originalprent



Nordic Cool – Føroyum kulast - Framíhjá 2




http://listinblog.blogspot.dk/2012/09/nordic-cool-froyum-kulast.html


Í vetur fer Tróndur Patursson at framsýna í The Kennedy Center í Washington D.C. – komandi dagarnir fara vit at miðsavna okkum um summi av teimum listafólkunum, sum hava havt henda heiður áðrenn hann.

Í 2009 æt altjóða festivalurin í The Kennedy Center Arabesque: Arts of the Arab World, og her framsýndi listamaðurin Hassan Massoudy úr Irak. Hassan Massoudy brýtur hevdina at brúka svart blekk til arbabiska kalligrafi og nýtir ístaðin sterkar litir og stór tekin til tess at vísa hvussu skrivaða málið bæði kann vera lætt og tungt, gamalt og nýtt.





Friday, September 21, 2012

Nordic Cool – Føroyum kulast - Framíhjá 1



http://listinblog.blogspot.dk/2012/09/nordic-cool-froyum-kulast.html

Í vetur fer Tróndur Patursson at framsýna í The Kennedy Center í Washington D.C. – komandi dagarnir fara vit at miðsavna okkum um summi av teimum listafólkunum, sum hava havt henda heiður áðrenn hann.

Í 2008 var Japan í brennideplinum hjá The Kennedy Center við festivalinum Japan! Culture + hyperculture og her framsýndi listakvinnan Yayoi Kusama. Framsýningin var myndað av tveimum at kalla psykedeliskum rúmum, tað eina æt nátt og var svart við gulum prikkum, hitt æt dagur og var gult við svørtum prikkum. Yayoi Kusama verður mett at vera ein av týdningarmestu japansku listafólkunum, sum hevur havt stóra ávirkan á feministiska list og ávirkað so mikið kend popplistafólk sum Andy Warhol og Claes Oldenburg.