Sunday, August 12, 2012

Eitt sindur um at mutla í skeggi...


Allur heimurin kappast. Í London tuska tey og leypa í heilum upp um har sum garðurin er hægstur. Tað sær av sonnum ikki serliga mageligt út. Kann eg staðfesta hiðani úr sofuni. Eg havi meir ella minni skýggjað DR1 nú í longri tíð, havi næstan gloymt, at rásin er til (á sama hátt sum føroyska sjónvarpskanalin fór í gloymskuna ta løtu, tey tóku Dag og Viku av skránni, og tað er helst spell, tí nógv siga, at fríggjadagssendingin hevur verið góð). Nåh men niðri hjá Jóan Jakku, sum nú eitur Sirkus, í Vágsbotni hava tey - eftir íslendskum leisti, tað sigur seg sjálvt -  kappast um yvirskegg í eini sonevndari Tom Selleck kapping - Hvør hevur landsins flottasta yvirskegg - borið fram við stíli og sjarmu og hetta gevur í grundini minst líka nógva meining sum at hoppa yvir um har sum garðurin er hægstur. So vítt eg veit er enn eingin yvirskeggjakappingadisiplin í OL, og eingin hevur enn sæð møguleikan í eini kapping í at mutla í skeggið. At mutla í skeggi er forrestin ein løgin orðing, og kanska serliga tá skeggið verður óbundið, sum tað er í yvirskriftini, tí tá ljóðar tað fyri tað fyrsta sum um tað er eitthvørt skegg, talan er um og altso ikki neyðvendigvís eins egna og so er orðingin nokkso rúmlig sum sipar hon til eitt rættiliga stórt skeggøki. Orðingin at mutla í skeggið er donsk sjálvandi og um hana stendur á ordnet.dk: især (dagl.) mumle (noget) i skægget, sige noget (især: hvad man ikke ønsker, andre skal høre) sagte, ved sig selv. *De mumlede i Skiægget en Deel Eeder. Bagges.ComF.81. *Jeg talte tit dit Folks og Mildheds Sag; | Dog nej! jeg mumled kun derom i Skjægget. Grundtv. 

At mutla í skeggið er vorðin nokkso áleikandi orðing fyri meg. - Og tað er eingin grund til at hugsa nakað óskikkiligt, eg sipi sjálvsagt til yvirskegg. Tí hetta óynskta sjálvsinnlit fekk eg burtur úr mínum hálvhjartaða sjoppingtúri í SMS í gjár. Hví er ljósið so náðileyst inni í prøvarúmum? Hvør fær nakað sum helst burtur úr tí? Har sæst alt og eg meini alt, eisini sovorðið sum ikki er har, rukkur og pirrur av allahanda slag og hár har, sum hár ikki eigur at vera sum t.d. yvirskeggið, sum í gjár sást so mikið týðiligt, at eg ikki longur fái kveistrað tað burtur sum verandi slagskuggin av nøsini. Hugsaði at keypa mær eina blusu, eina bjartlitta, sum eisini skuldi taka fokus av yvirskegginum, men har manglaði ein myrkabláur knappur í tí blusuni, sum eg passaði. Eg spurdi ta fullkomiliga yvirskeggjafríu, tyggigumsgresjandi ungu damuna við kassan um knappin, men nei, hon visti ikki nakað yvirhøvur um nakran knapp, geispaði hon - "Skít knappanálshøvd! Veit neyvan nakað um nakað sum helst" mutlaði eg í skeggið og fór í øðini á dyr, meðan daman burturhugað og totalt líkaglað kekkaði sína Iphone.

Men um at mutla í skegg var ein føroysk orðing og kanska serliga um tað var ein OL-disiplin rokni eg við, at føroyingar høvdu havt ein erligan OL-kjans, tí halt kipp sum vit duga væl alt hatta passivt aggressiva. Eg havi eitt nú fleiri ferðir upplivað, at fingið ábreiðslur yvir mín lista- og bókmentakritikk - altso ikki yvir sjálvan kritikkin, meira tað, at eg fari í útvarpið og í bløðini og út um alt landið við mínum kritikki - tað er so óhampiligt. Tað er nakað tað sama við teimum samkyndu, tí hví skulu tey út á geilar og stræti at brúka seg um teirra sexualitet? Kunnu tey ikki mutla eitt sindur meira í skeggið?

Kanska ikki. Kanska loysir tað seg betri um vit siga tingini bart út, øll somul, og minst til, tað er ljótt at lúgva og tað er ljótt at byrja eitt lesarbræv við at staðfesta, at mann ikki er homofob fyri síðan gjøgnum alt lesarabrævið at demonstrera allarjótastu homofobi.

PS: Tað var Ingvard, sum vann yvirskeggjakappingina, men sanniliga: hann skal ikki føla seg ov tryggan á yvirskeggjatrúnuni...


 Foto: Sunnvá Hanusardóttir Olsen