Monday, June 4, 2012

Summarframsýningin 2012


Mentanarnáttini 8. juni kl. 22.00letur árliga summarframsýningin hjá Norðurlandahúsinum upp. Hon ber heitið "Laterna Magica" og tey, ið sýna fram eru Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn.
Gandað mentanarnátt í Norðurlandahúsinum

við málarunum Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir og Edward Fuglø.

Vit bjóða sumrinum og tykkum øllum vælkomnum til mentanarnátt og summarframsýning í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 8. juni.

Skráin fyri upplatingina:
Bjørn Kalso, mentamálaráðharri, letur upp framsýningina
Eva Furseth, kurator, Noreg, sigur frá um Laterna Magica
Ung frá Musikkskúlanum spæla
17 sangarar úr Klaksvík syngja

Framsýningin er í húsinum til og við 26. august 2012.Summarframsýningin í ár er Laterna Magica, ið er ein stór altjóða ferðaframsýning við trimum av okkara fremstu listafólkum: Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir og Edward Fuglø. Framsýningin letur upp mentanarnáttina við tónleiki frá ungum tónlistafólki úr musikkskúlanum og kórinum 17 sangarar. Húsið letur upp klokkan 21. og klokkan 22 heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum røðu og setir framsýningina. Síðani sigur Eva Furseth, kurator, nøkur orð um Laterna Magica, framsýningina og stuttsøguna hjá Williami Heinesen.

Framsýningin kann síggjast í Norðurlandahúsinum í alt summar til síðst í august. Síðan fer hon til Vejle Kunstmuseum í Danmark, har hon hongur uppi til november. Í 2013 er hon boðin til Osaka og Nagoya í Japan, til Tróndheim í Noregi og hon endar sína ferð um heystið í Listasafni Kópavogur í Íslandi.

Listfrøðingurin Eva Furseth hevur valt listafólkini og kuraterað framsýningina. Í bók, sum kemur út í sambandi við framsýningina, skrivar Furseth m.a. fylgjandi, um hví hon hevur valt Laterna Magica sum heiti og tema: ”Heitið sipar til stutttsøguna hjá William Heinesen við sama heiti. Teksturin sigur frá einum barnaminni; kitlandi spenninginum hjá tveimum dreingjum undan eini laterna magica sýning. Hesaferð var tólið, eitt slag av ljósmyndatóli, í ólagi og framsýningin av ongum. Hóast hetta ella kanska júst av hesum, verða teir mongu tímarnir hjá dreingjunum við spentari bíðan og fabulerandi ímyndingum standandi sum eitt virðismikið minni hjá rithøvundinum. William nemur her við eina av týdningarmestu æðrunum í listini – eggjanina av áskoðarans tanka og hugflogi.”

Víðari skrivar Furseth: ”Framsýningin vísir málningar eftir tríggjar sera ymiskar málarar. Teir hava reindyrkað hvør sína heilt ymisku leið innan figurativa samtíðarlist; Astri Luihn arbeiðir innan lýriska abstraktión, Sigrun Gunnarsdóttir leggur seg eftir tí symbolska, meðan Edward Fuglø nærkast surrealismu og popart.”