Friday, June 15, 2012

Fiskur og feminisma


So løgið tað kann ljóða, so minnir umstrídda markrelbýtið meg um, hvussu stutt feminisman er komin og eisini, hvussu ringt eg haldi tað vera at finna sítt pláss i kvinnurørsluni. Tí havi eg funnið ein gamlan tekst hjá Lindu Nochlin fram – sum ikki snýr seg um makrel – men um list. Kortini sigur teksturin nakað týdningarmikið um, hvat vit kvinnur kunnu gera fyri at betra um okkara støðu.

Makrelbýtið er nakað so ófatiliga maskulint, at tað í mínum høvdi er frægast at fata gjøgnum klassiskt feministiskar greiningar av sosialum og fyriskipanarligum samleika, og av hvussu netverk og fordeiling fungerar. Einki løgið í hesum, tí alt sum hevur við fisk og skip og kvotur at gera, hoyrir til eitt fullkomiliga mansdominerað øki. Men kanska ikki kvoturnar, nú eg hugsi um tað. Møguliga hava makrelbýtið og feminisma allíkavæl okkurt til felags.

Meðan makrelurin verður býttur og tær ekskluderandi samfelagsmekanismurnar nú verða breiddar út framman fyri okkara ásjón, bera vit kvinnur okkum eftir øllum at døma so róliga at sum til ber og miðsavna okkum um okkurt annað. Ja og hvat miðsavna vit okkum í grundini um? Vit miðsavna okkum til dømis um hvussu flott landstýriskvinnan verður, tá hon verður ílætin eitt sindur feminint og hvørji undurverk eitt sindur av smyrsli kann gera - men mann skal pynta seg fyri sína egnu skyld og ikki fyri nakran annan. Guð forbjóði yvirhøvur, at mann ger nakað sum helst fyri nakran annan. Vit kvinnur miðsavna okkum eisini um okkara egnu kúgan, sum er so týðilig, tá onkur á óhøviskan hátt vágar at brúka kallkynsformin í orð og tal. Men óansæð um tað snýr seg um grunna fáfongd ella ovurhonds politiska korrektheit, er úrslitið tað sama. Eg føli meg akkurát líka ekskluderaða frá kvinnustríðnum, sum frá makrelbýtinum.

Tað var longu í 1971, at Linda Nochlin skrivaði í ikoniseraðu greinini ”Why Have There Been No Great Women Artists?”, at feminisman hevur lyndi til at gerast miðsavnað, og savna seg um hugburð og kenslur hjá nøkrum fáum kvinnum í staðin fyri at vera greinandi. Hetta uppáhald ljóðar enn sannlíkt fyri mær. Okkara ymiskleiki átti ikki at havt nakran týdning fyri javnstøðustríðið. Men tað ger tað bara, tí øll skipanin er centristiskt uppbygd og sostatt líkist feminisman ikki serliga nógv frá makrelbýtinum.

Greinin hjá Lindu Nochlin er eitt slag av institutiónskritikki, har hon bjóðar av í mun til natúrliga fyrimunin hjá monnum í listasøguni og teirri kvinnuligu outsiderstøðuni. Hon finnst at hugsanini um, at listasøgan yvirhøvur fær verið akademiskt haldgóð, tá hon jú næstan bara er skrivað av hvítum monnum, og at listasøgan verður hildin at vera neutral, tá hon ikki verður uppfylgd av eini játtan av, at nøkur ávís virði og meiningar fylgja við at vera hvítur maður. Tað sum er áhugavert við Lindu Nochlin er, at hun ikki kveistrar burtur mannliga yvirræðið á einum etiskum ella moralskum grundarlagi, men sær tað heilt einfalt sum eina intellektuella ranghugmynd.

Hennara spurningur er altso: Hví hava tað ikki verið nakrar stórar listakvinnur á marknaðinum? Og logiska svarið er: Tí kvinnur eru ikki førar fyri at skapa stórleika.
Hvat er so at gera hjá feministunum?

Fyrsta strategiin skrivar Linda Nochlin, er at kjafttaka og at byrja at finna fram ymsar gloymdar listakvinnur og argumentera fyri teirra evnum ella vísa á hvussu kendar listakvinnur als ikki vóru so bundnar av enn kendari listamonnum sum annars hevur verið hildið. Hesum er tað einki galið við, men tað svarar okkum ikki uppá spurningin: Hví hava ongar stórar listakvinnur verið? 
Hin strategiin er at halda uppá, at tað finst eitt annað slag av stórleika fyri kvinnur enn tann stórleikin, sum menn skapa. Hervið verður eisini sagt, at tað er ein femininur stílur, ein serligur formur, sum er serstakur fyri kvinnur. Tað er torført at vísa á, at tað finst ein tílíkur stílur, tað finst kanska feministiskur stílur, sum tilvitaðir feministar hava skapað, men ikki ein femininur stílur. Verða listakvinnur gjøgnum tíðirnar granskaðar, er tað týðiligt, at tær minna meira um aðrir listamenn frá teirra tíðarskeiði enn um hvørja aðru. Og skal femininur stílur vera sera delikatur lættur, fíntfølandi ella hvat mann nú ætlar at halda uppá, eru tað ivaleyst fleiri menn enn kvinnur, sum mála soleiðis, í øllum førum eru tað nógvar kvinnur, sum ikki mála soleiðis. Undir øllum umstøðum fellur argumentið til jarðar, tí tað treytar eina naiva hugsan um list sum nakað, ið verður skapað beinleiðis sum eitt persónligt úttrykk fyri eini individuellari kensluligari uppliving. Og tað verður list næstan ongantíð og stór list verður tað als ongantíð.

Sannleikin er, skrivar Linda Nochlin, at tað finnast ikki stórar listakvinnur. Tað finnst eingin kvinnulig Michelangelo ella Rembrandt ella Picasso. Og so kann tað gera tað sama hvussu vit royna at manipulera søguna ella hvussu nógvum ákærum um mannsjavinismu, vit koma við. Vit skulu í staðin síggja okkum sjálvar sum javnmett subjekt, hyggja at tí faktuella við intellektuellum áhuga og uttan at taka synd í okkum sjálvum.

Orsøkin til, at tað ikki hava verið stórar listakvinnur er, at ein úrmælingur í listasøguligum diskursi næstan pr definitión er maður. Ein maður, sum er gávaður við eini mytiskari megi av semireligiøsum slagi, sum ikki verður allýst nærri av teirri romantisku, eliteru, einstaklingaforherligandi, monografiframleiðandi undirskipanini sum listasøgan er grundað á. Og eftirsum ongar kvinnur hava sýnt tekin um genialitet, mugu vit ganga út frá at eingin hevur genial evni.

Men skrivar Linda Nochlin, og vísir til barnapsykologar sum Piaget, genialitetur er ikki statiskur, men dynamiskur. Genialitetur verður skaptur frá teirri løtu eitt barn verður borið í heim og genialitetur verður síðani mentur stig fyri stig, so orsøkin til, at tað ikki finnast stórar listakvinnur ella kvinnuligir listaúrmælingar, er orsakað av vantandi menning. Sostatt snýr tað seg um okkara framleiðslumøguleikar. Trupulleikin er institutiónsligur og snýr seg hvørki um menstruatión ella um tað, at menn eru serliga gávaðir. Tað snýr seg um okkara egnu møguleikar fyri menning.

Og so havi eg hug at sitera hennara niðurstøðu: "What is important is that women face up to the reality of their history and of their present situation, without making excuses or puffing mediocrity. Disadvantage may indeed be an excuse; it is not however, an intellectual position. Rather, using as a vantage point their situation as underdogs in the realm of grandeur, and outsiders in that of ideology, women can reveal institutional and intellectual weaknesses in general, and, at the same time that they destroy false consciousness, take part in the creation of institutions in which clear thought – and true greatness – are challenges open to anyone, man or woman, courageous enough to take the necessary risk, the leap into the unknown."

Soleiðis skal tað ljóða!