Sunday, April 15, 2012

Rannvá Mortensen í Focus

Rannvá Holm Mortensen hevur roynt seg við fleiri ymiskum úttrykkum og listarligum greinum í síni list. Í seinastuni hevur hon millum annað arbeitt við einum slagi av málaðum kollasjum, og longu her byrjar evnið. Tí við at blanda málningin, sum er eitt listaslag, har menn vanliga ráða, saman við kollasjuna, sum saman við millum øðrum pappírsklippi, veving og akvarell verður roknað sum kvinnulig listagrein, gevur Rannvá Holm Mortensen okkum eina ábending um innihaldið í sínum verkum.

Ikki tí at tað er so torført at hugsa seg til, hvat myndevni hennara eru, tí undir tí estetisku yvirflatanum kemur ein sera feministisk hugsan fram. Dentur verður lagdur á hetta evnið, tá ið Rannvá Holm Mortensen við vilja nýtir klisjeir, tá hon setir tann mannliga og tann kvinnuliga heimin upp ímóti hvørjum øðrum. Mannligi heimurin verður vístur við eyðkendum mannligum súmbolum sum knýttir nevar, rør, tannhjól, motorar og ymisk onnur eyðkenni fyri vald, og tað kvinnuliga verður víst við myndum av hjørtum og børnum, teimum bleytu virðunum.

Listasøguna hava menn skrivað og hon er skrivað til menn. Hvar plássið hjá kvinnuni skal vera í listasøguni er tí sera torført at gera av. Oftast síggjast konufólk sum fagrir skapningar, sum mannligu eyguni hvíla á, og ikki sum mentanarframleiðarar. Í hvussu so er ber ikki til at siga, at kvinnan kann vera eitt flogvit, tí ímyndin av flogviti er í listasøguni beinleiðis knýtt at einum persóni, sum hevur ein fallos. Hesin ørkymlandi leikluturin sum hin, eitt óvirkið objekt í einum mannligum heimi, hevur síðan 1960-ini verið eitt yndað myndevni hjá kvinnuligum listafólki, og hetta er eisini, soleiðis sum eg dugi at meta, høvuðsevnið í málaðu kollasjunum hjá Rannvá Holm Mortensen. Og hon viðger hetta myndevni við nøkrum, ið sær út til at vera ein serligur, kvinnuligur myndaheimur, og um gjørligt meira áhugavert, ein serligur feministiskur estetikkur. Men ber tað til at gera mun á einum mannligum og einum kvinnuligum estetikki?

Eg standi ikki so ivandi í spurninginum, um til ber at tosa um ein serligan, kvinnuligan myndaheim. Leikluturin hjá kvinnuni á øðrum plássi í tí patriarkalska samfelagnum má á ein ella annan hátt føra til, at hon hevur ein annan sjónarring enn maðurin. Men tá formmálið hjá Rannvá Holm Mortensen eisini tykist mær kvinnuligt, havi eg samstundis sagt, at til er ein kvinnuligur estetikkur, ein serligur kvinnuligur stílur ella ein sokallaður écriture feminine, og tað er ein útsøgn, ið eg satt at siga ikki eri so fullvís í. Tí um eg sigi, at ein serligur, kvinnuligur estetikkur er til, so taki eg aftur subjektivitetin frá kvinnuni og gera hana til hina.

Nei, tá formmálið hjá Rannvá Holm Mortensen tykist mær at vera kvinnuligt, er tað ikki tí, at hon sum konufólk hevur ein serligan stíl, sum er øðrvísi frá tí veruliga stílinum, stílinum hjá manninum. Tað er tí, at hon medvitið spælir við teimum nógvum klisjeunum, fordómunum, einstáttaðu algildingunum og einføldu ímyndunum um kvinnuna, sum fyllir listasøguna.

Tí feministisk list er ikki einans ein stílur - tað er list.