Tuesday, April 24, 2012

Filmsgrunnurin býtt út stuðul

Filmsgrunnurin, sum Norðurlandahúsið og Klippfisk stovnaðu fyrr í ár, hevur fyri fyrstu ferð lutað út stuðul til filmsverkætlanir. Áhugin at gera føroyskan film er stórur, og Filmsgrunnurin fekk 20 umsóknir um stuðul. Tilsamans varð søkt um 936.000 krónur. Kvinnur stóðu fyri 5 av  umsóknunum, meðan menn stóðu fyri hinum 15 umsóknunum. 


Sannførandi heildarmynd
Í hesum umfari valdi nevndin at lata tilsamans 155.000 kr. í stuðli til 7 verkætlanir. Talan var um fýra narrativar stuttfilmar, ein dokumentarfilm, ein listarfilm og eina verkætlan hjá einum ungum, spírandi talenti.
Stuðulin er latin verkætlanum, sum lúka treytirnar, ið eru ásettar í viðtøkunum fyri grunnin. Men játtanin er avmarkað, og áhugin fyri stuðli er stórur, so nevndin hevur eisini hugt at, um verkætlanirnar eru nóg ítøkiligar og búnar til stuðul, um játtaði stuðulin frá Filmsgrunninum ger nakran mun, og um verkætlanin sum heild er nóg sannførandi.

Ein møguleiki afturat í ár
Tað verður ein møguleiki afturat at søkja stuðul í ár, tí næsta tíðarfreist at søkja um stuðul úr Filmsgrunninum er 1. september 2012.

Í nevndini fyri Filmsgrunnin eru Urd Johannesen, forkvinna, og Mikkjal Helmsdal, Jákup Veyhe og Jan Jørgensen, nevndarlimir. Urd Johannesen umboðar Norðurlandahúsið, meðan hinir tríggir umboða Klippfisk.

Hesi fingu stuðul frá Filmsgrunninum:
Sakaris Stórá fekk 40.000 kr. til stuttfilm
Andrias Høgenni fekk 15.000 kr. til stuttfilm
Heiðrik á Heygum fekk 25.000 kr. til stuttfilm
Anton Petersen fekk 35.000 kr. til stuttfilm.
Torfinnur Jákupsson fekk 20.000 kr. til dokumentarfilm.
Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir fingu 17.000 kr. til listafilm.
Rani Petersen fekk 3.000 kr. til stuttfilm. Nevndin metti, at hann sum ungt, spírandi talent skuldi hava hendan stuðul.