Saturday, March 17, 2012

Vár við lýggjari samtíðarlist 1


blái
mánin
minnir meg
á køldu eyguni
á onkrum
sum ikki
orkaði fyri mær
og fekk meg ofta
at ganga umvegir
í mínum ungdómi


Objekt: Hanni Bjartalíð
Yrking: Tóroddur Poulsen