Saturday, March 24, 2012

Vár við list og mentan




Tað er leygardagur, lýtt og smáar blómur kappast um at spretta úr moldini, men úr okkara ríka listaumhvørvi spríkja eisini upp listaverk av allahanda slagi. Á tjóðpallinum eru tey klár við leikinum Breaking the waves, sum verður frumsýndur í kvøld. Eg gleði meg og um somu tíð ræðist eg at fara; filmurin hjá Lars von Trier var á sinni (í 1996), tá eg sá hann, ein stór og skelkandi uppliving, sum forargaði og stoytti meg orsakað av teirri primitivu kvinnufatanini og perversiónini, sum merkir frásøgnina, men sum hugtók bæði listarliga og estetiskt við óvanligu stílsligu samansetingini av dogmuframleiddari 70´ara realistiskari dokumentarismu og aktmyndunum hjá Per Kirkeby við denti á tað kunstiga og pallsetta, at hetta nettupp ikki var veruleiki, men eitt listaverk. Eg dugi als ikki at ímynda mær hvussu hetta kann umsetast til leiklist, men eri opin fyri øllum og gleði meg.

Klokkan seks í dag hevur Bárður Jákupsson fernisering í Steinprenti við nøkrum myndum, sum fingu meg og vinkonuna til at diskutera kyn og list. Um vit ikki vistu hvørji listafólkini vóru, kundu vit so gitt okkum til hvat kyn tey eru við at hyggja at teirra verkum? Orsøkin til kjakið var, at eg í tíðindaskrivi fyri framsýningina havi nevnt hugtakið "gentulitir", sum eg sjálvandi meini ógvuliga positivt og dømi um listarligan opinleika, so eg kann viðmæla ein svipp í Steinprent áðrenn konsertina við síðuna av við Aldubáruni, sum byrjar klokkan hálvgunátta og sum eg eisini hevði ynskt at hoyrt, men tað ber ikki til, tí eg fari til sjónleik. Eitt so mikið listarligt vikuskifti í Havn er tað meira enn troyttandi, at mann ikki hevur omnipresent evni til at vera fleiri støð ísenn. Skráin hjá Aldubáruni ljóðar meira enn spennandi við feskum samtíðartónleiki hjá Andriasi Olsen og Tróndi Bogason Hansen, sum er millum okkara mest áhugaverdu og mest nýhugsandi tónaskøld .

Og sum hetta ikki var nóg mikið av listarligum marglæti, verður ein konsert í heimsklassa sunnudagin við blokkfloytuspælaranum Michalu Petri, sum saman við gittarspælaranum Ólavi Jacobsen fer at framføra eina áhugaverda skrá, ið fevnir sera breitt bæði í tíð og stað, frá kinesiskum tónleiki til Händel og víðari til føroyskan samtíðartónleik eftir ávikavíst Atla Petersen, Kristian Blak og Sunleif Rasmussen. Síðstnevndi hevur skrivað imponerandi verkið "Vogelkomödie", sum varð framført í Norðurlandahúsinum, tá Sunleif Rasmussen fekk mentanarheiðurslønina í fjør. Eitt torført, løgið, stuttligt og hugtakandi verk, sum neyvan nakar annar enn Michala Petri megnar at spæla á so sannførandi hátt sum hon. Tónleikaáhugað kunnu av sonnum gleða seg at hoyra "Vogelkomödie" og restina av skránni: Händel: Sonate - Bach: Partita - Kuffner: "Les Marseillaise" - Piazzolla: "Café" - Dyens: "Tango" - Scheindienst: "Omma Ludvík" - Atli Petersen: "Ein Fríggjaraferd" - Kristian Blak: "Lag". Konsertfelagið skipar fyri konsertini, sum verður nú sunnudagin klokkan 16 í Norðurlandahúsinum.