Sunday, March 11, 2012

Kom í gongd. NÚ!


Herfyri bórust tíðindi í fjølmiðlunum, sum man skal vera meira enn vanliga kensluleysur fyri ikki at gleðast yvir. Norðurlandahúsið hevði saman við Klippfisk tikið stig til ein filmsgrunn, har Norðurlandahúsið komandi trý árini fer at seta 200.000 krónur um árið. Tað er frálíkt, at Norðurlandahúsið vísir tílíkt áræði og ikki bíðar eftir, at landið fær tikið seg saman til at skapa neyðugu rammurnar og tað er frálíkt, at Klippfisk, sum hevur havt stóran týdning fyri ta spírandi filmslistina, heldur á fram móti vaksandi yrkisgerð á tílíkan hátt. Hetta er fínt og væl hugsað.

Mítt (næstan) ókúgandi bjartskygni fekk eitt boost av hesum tíðindum, og eg fór so smátt at gleða meg til øll tey spennandi lógaruppskotini um mentan, sum kundu væntast at vella inn um tingsins gátt 1.mars. Men vónbrotið var stórt, tá hesi lógaruppskot vórðu almannakunngjørd. Tí har var bert eittans uppskot um mentan. Uppskotið er frá Tjóðveldi og gongur út uppá at innføra film sum kategori í Mentanargrunni Landsins og samstundis økja upphæddina við 500.000 krónum og sjálvandi skulu tey tað. Í praksis hevur filmur verið partur av Mentanargrunni Landsins, gjøgnum árini eru smærri og heilt stórar upphæddir veiddar filmslistafólkum, men sjálvandi skal hetta skipast formelt. Tað er somuleiðis greitt, at upphæddin skal økjast, so tað er alt gott. Vónbrotið gjørdist allíkavæl stórt, tí uppskotið nevnir einki um inntøkujavning av starvslønum, einki um fakkunnleika og einki yvirhøvur av øllum tí, sum fær hjálpt uppá kervið kring føroysku listina.

Heilt stóra vónbrotið er sjálvandi, at hetta bert var eitt uppskot. Samgonguflokkunum vænti eg mær einki av í hesum høpi, teir hava so úr at gera við at avtaka samfelagið, at teir neyvan hava tíð til list og mentan. Men Tjóðveldi, sum metir seg sjálvt vera listaelskandi og mentanaruppbyggiligur flokkur kemur við einum uppskoti, sum ikki er nóg gott. Javnaðarflokkurin, sum seinastu tíðina hevur havt úr at gera við at rósa mentanini og bedýra teirra endaleysa frástøðu frá mentanarhugsjónini hjá Gerhardi Lognberg, hevði einki at bjóða. Framsókn, sum eg eisini hevði vónir til á mentanarøkinum, hevði heldur einki at bjóða mentanini, men tað er kanska ikki so pínligt fyri tann flokkin, eftirsum eingin Framsóknarlimur situr í mentanarnevndini og tey í heila tikið ikki hava blást seg so nógv upp sum hinir báðir flokkarnir.

Vantandi visiónir og vantandi arbeiði frá politiskari síðu er ikki bara óheppið, tað er oyðileggjandi. Í eini tíð, har vit verða trýst og gerast alsamt flatari og framtakssemið verður kroyst úr okkum, hava vit meira enn nakrantíð tørv á, at listin og mentanin sleppa at blóma. Tað er ræðuligt spell, at okkara politikarar ikki duga at síggja tað og eg havi hug at siga sum ein klókur facebookvinur skrivaði: “Havi størri virðing fyri einum sum Gerhardi sum torir at standa við sína annars býttu sannføring enn øll hini tingfólkini sum siga seg vilja stuðla mentan og list í bæði høvd og reyv áðrenn valið, men tá tey koma á ting gera tey als einki.”

(IS)