Thursday, March 29, 2012

Jubileumsgáva frá Føroya fólki


Í dag varð 40 ára jubileumsgávan frá Føroya fólki til Margretu drottning avdúkað, eitt verk fyri 100.000 krónur frá okkum øllum, ið vísti seg at vera ein fuglamynd hjá Edwardi Fuglø, sum listamaðurin sjálvur í útvarpssamrøðu greiddi frá, var kvæðaíblást og ævintýrkend. Áhugavert eisini, at listamaðurin sjálvur metti myndina at vera eitt sindur kitschkenda. Myndin omanfyri er frá seinastu ferð, drottningin var í Føroyum, tá Heðin Mortensen handaði henni eina veðramynd, sum Edward Fuglø somuleiðis hevði málað, hann kann tessvegna við góðari samvitsku rópa seg kongaligan hoffleverandør. Vit bíða eitt sindur við at ynskja til lukku, tí enn er gávan ikki handað. Men eg blívi eitt sindur forvitin, hvør er tað í grundini, sum avger tílíkar týdningarmiklar og dýrar listagávur frá okkum øllum? Tórshavnar Kommuna hevur ein listabólk, hevur landið eisini ein tílíkan? Ein viðmerkir á facebook, at hon heldur tað vera á sama hátt sum til brúdleyp, at kongshúsið sendir ein ynskilista, sum verður fylgdur. Svarið uppá mín spurning tykist altso vera, at drottningin sjálv avger hvørja gávu hon fær og hon er eyðsýniliga Fuglø-fjeppari. 




(KP)