Tuesday, January 24, 2012

Sólsprotnir tankar um tulipanir, køksgardinur og listasavn


Fyrsti mánaðin av nýggja árinum er so gott sum farin, vit standa nú fyri møguligum verkfalli og stúra kanska fyri hvussu árið fer at vera við flatskatti, løgnum forhondsavtalum uppá makrelin og øktum olju- og elprísum. Men í gjár var tað ljóst eina løtu og í morgun er himmalin eisini vakur og høgur. Tað er ótrúligt hvussu nógva orku nakrir fáir sólargeislar kunnu framleiða og nú hoyrist eisini um spreingingar í sólini. Uha, sum tað ljóðar ógvisligt, men hetta hevur sum so einki við okkum at gera, og tað er av sonnum ein uggi at vita sær, at tað ikki (eins og alt hitt keðiliga á planetini) kemst av egnari ovurnýtslu, okkara gamla køliskápi og allari óskikkiligheit. Mitt í januarússaligheitinini skínur sólin eina løtu og veitir orku til at keypa tulipanir og ljósagrøn stearinljós, havi enntá umhugsað keyp av nýggjum køksgardinum og mitt í tílíkum sólørum tonkum stingur góða, gamla forvitnið seg upp. Hvat man henda á føroyska listapallinum í 2012 ? Eg havi hoyrt graml um onkrar spennandi verkætlanir bæði í Norðurlandahúsinum, Steinprenti og í Listasavninum, so eg fari inn á http://www.art.fo/ at forvitnast.

Heimasíðan hjá Listasavninum sær ikki út til at hava verið uppdaterað síðan eina ferð í summar. Yvirhøvur kann ikki sigast, at heimasíðan er tíðarhóskandi, hon er at kalla versnað í mun til áður við tað, at listafólkapresentatiónirnar við verkdømum eru horvnar. Men hetta hevur møguliga okkurt við rættindi at gera, og kanska eru tey í ferð við at broyta heimasíðuna. Sambært heimasíðuni tók nýggi stjórin, Nils Ohrt við starvinum 1.mai. Í listasavnshøpi eru framsýningarvirksemið ofta lagt til rættis nøkur ár fram í tíðina og tí tekur tað ofta sína tíð áðrenn, tey vitjandi merkja til eina nýggja leiðslu. Nýggi stjórin hevur eisini havt sítt stríð av, at akuttar ábøtur gjørdust neyðugar í framsýningarsalinum. Harumframt hevur listasavnsstjórin havt onkrar fyrilestrar her og í Klaksvík, hann helt upplatingarrøðuna til Heystframsýningina 2011, men samanumtikið hevur listaumhvørvið ikki merkt nógv til stjóraskiftið í Listasavninum higartil, t.d. tá tað kemur til listakeyp. Sjálvandi skal Nils Ohrt sleppa at kunna seg gjølliga um støðuna innan føroyska list, um hann hevur tað fyri neyðini, men nú er skjótt uppá tíðina, at okkurt hendir. Ein av skyldunum hjá Listasavni Føroya er at savna ta bestu listina. Henda skyldan hevur ikki verið serliga væl yvirhildin í nógv ár og tí kenst tað eftirhondini sum um tað hevur skund at fáa gongd aftur á keyp av góðari samtíðarlist.      



Listasavn Føroya

Listasavn Føroya, Tórshavn, FøroyarListasavn Føroya er í Viðarlundini í Gundadali í Havn, vestan fyri stadionøkið, 5 minuttir at spáka úr Norðurlandahúsinum.


Skipan

Listasavn Føroya er sjálvognarstovnur. Nevndin er mannað við fýra limum, ið umboða Føroya Landsstýri (formaðurin),Listafelag FøroyaFøroysk Myndlistafólk og Tórshavnar Kommunu. Nevndarlimirnir eru valdir fyri 4 ár. Nevndin setur savnsleiðara í 5ára skeið.

Framsýningarskrá 2011
Skráin yvir framsýningar í Listasavni Føroya í 2011 sæst her >>



Listasavn Føroya - Listaskálin, Føroyar
fsdfd


KONSERT / CONCERT
Det Kongelige Danske Musikkonservatoriums Børnekor - 30. juni 2011
Det Kongelige Danske Musikkonservatoriums BørnekorFærøerne får i den sidste uge af juni besøg af Det Kongelige Danske Musikkonservatoriums Børnekor, der har sat ny standard for, hvilke musikalske resultater man kan opnå med børn, hvis de får de rette rammer...[+] Les meira
FRAMSÝNING / EXHIBITION
Tita Vinther – Serframsýning - 17. juni – 21. juli 2011
Tita VintherTita Vinther er útbúgvin vevkona við ull sum tilfari. Hon er ein ógvuliga dugnaligur handverkari, sum setur stór krøv til arbeiðið, bæði tá tað snýr seg um val av tilfari og skapi, nýtslu av liti, kompositión og tøkniliga dygd...[+] Les meira

Tita Vinther is educated as a weaver with wool as her basic material. She is an excellent craftswoman who sets ambitious goals in her work as regards the choice of material as well as the shaping of her work, colours...[+] Read more
NEVNDIN
SEKEL - Til fjølmiðlarnar
SEKEL - Færøsk kunst i hundrede år af Mikael WivelStýrið fyri Listasavnið hevur á fundi í Listaskálanum, mikudagin 8. juni 2011, lagt hesa frágreiðing fyri tey 33 fólkini, sum herfyri sendu Listasavninum opið bræv í sambandi við ónøgd teirra um tgávuna av bókini SEKEL.

Martin Næs, formaður, Listasavn Føroya         [+] Les frágreiðingina her
FRAMSÝNING / EXHIBITION
Edward Fuglø: Merry-Go-Round – Serframsýning - 25. april – 13. juni 2011
Edward FugløListasavnið gevur út bókina Edward Fuglø – Verðin í eini fliðuskel, skrivað av Evu Furseth listfrøðingi. Millum annað skrivar hon: “Mínar myndir eru illustratiónir” ... [+] Les meira

A monography about the artist, entitled Edward Fuglø – The World in a Nutshell, will be released by the museum and is written by art historian Eva Furseth ...[+] Read more
MÓTTØKA
Móttøka á Listasavni Føroya
Helgi FossádalÍ sambandi við, at Helgi Fossádal leggur frá sær sum stjóri á Listasavni Føroya eftir at hava sitið sum stjóri í sjey ár, verður almenn móttøka á Listasavninum fríggjadagin 29. apríl kl. 16-18.

Á móttøkuni hevur danski listfrøðingurin dr.phil Mikael Wivel framløgu av nýggja stórverkinum
SEKEL – føroysk myndlist í hundrað ár.
Martin Næs, formaður, Listasavn Føroya
BÓK / BOOK
Spegilsmyndir náttúrunnar
Spegilsmyndir náttúrunnarNýggja listabókin snýr seg um eldri føroyska landslagslist
í norðurlendskum samanhangi, har menningin frá ... [+] Les meira
FRAMSÝNING / EXHIBITION
Várframsýning 2011 - 18. mar. 2011 – 17. apr. 2011
Várframsýniningini 2011Føroysk Myndlistafólk skipa fyri árligu Várframsýningini, ið nú hevur fleiri enn 20 ár á baki.

The Várframsýnining 2011 is arranged by Føroysk Myndlistafólk.
TÍÐINDI / NEWS
Nýggjur savnsleiðari settur á Listasavni Føroya
Nils OhrtStýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett danska listfrøðingin Nils Ohrt í starvið sum leiðari fyri Listasavn Føroya komandi 5 árini. ... [+] Les meira

Nils Ohrt appointed as new museum curator/director ...[+] Read more
Listasavn Føroya • Gundadalsvegur 9 • P.O. Box 1140 • FO 110 Tórshavn • Faroe Islands • T. +298 313579 • F. +298 316679