Monday, January 2, 2012

Nú skínur sólin bjarta...

Tað er líka við, at hetta verður tann fyrsti sálmurin, sum nakrantíð hevur staðið her á listablogginum. Men eg elskaði hann sum barn, tá vit plagdu at syngja hann til morgunsang í skúlanum Frúutrøð. Skúlin á Frúutrøð var á so mangan hátt ein anakronisma, sum fungeraði eins og ein sonevndur svartur skúli leingi eftir pedagogisku kollveltingina í sjeytiárunum. Summi minni haðani eru heldur døkk, men sálmurin hjá Símuni av Skarði er ljósur og lættur og tiltrongdur í vetrarmyrkrinum:

1.Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.
2. Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur,
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.
3. Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið.
Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund;
við songi eg Guði mínum lovi.
4. Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
- nú sólin í fjøll og líð man roða.
Símun av Skarði 1907.
Lag: Sl. 250.