Sunday, December 11, 2011

Vit um vørp - Sendið miðlarnar á dannilsisskeið!

 Lurta teir eftir Kringvarpinum?

Í einum annars rættiliga positivum ummæli av bókini Gullgentan hjá Hanusi Kamban, sum eg skrivaði fyri einum ári síðani, fanst eg at "mentanarligum overkill" í einari søgu, sum eg helt var fermd av listarligum og mentanarligum tilsipingum í ov ríkiligt mát. Hetta ummælið kom mær til hugs í dag, tá eg lurtaði eftir endurminningunum hjá Hanusi Kamban í útvarpinum. Persónurin Hanus Kamban er í grundini so á tremur við mentan og list, at hansara egnu stuttsøgur neyvan kunnu vera annað. Tað var sera áhugavert at hoyra hann greiða frá siðalagsskiftinum í sekstiárunum og hansara egnu umbroyting, tá hann eins og fuglurin føniks steig upp úr borgarligu øskuni. Nú er tað ikki sjáldan, at eg onkursvegna gerist ósamd við míni egnu ummæli og tað hendi eisini í dag, tá eg lurtaði eftir Hanusi Kamban. Hetta skal tó ikki skiljast sum um eg vil taka nakað aftur, tí eg standi sjálvandi við øllum, sum eg havi skrivað og sagt, samstundis sum eg ásanni, at eg tíbetur ikki á nakran hátt eri alvís ella lýtaleys. Eg kom bara í tankar um hvussu ómetaliga sjáldan nakar føroyskur miðil er á tremur í list og mentan og hvat var tað ikki herligt og forkunnugt hesa løtuna, list og mentan vóru í fokus í Kringvarpinum.

Nei, ikki kann Kringvarpið ákærast fyri at vera ov listafínmentað. Lurtið bara eftir jólatónleikinum, sum har verður spældur. Her verður "Merry Christmas to everyone" við Shakin Stevens tikin framum "The Christmas song" við Nat King Cole, eins og hárreisandi vánaligar countrykristiligar tulkingar av poppjólasangum til eina og hvørja tíð verða tiknar framum jazz og klassisku meistararnar (sæð burtur frá teimum báðum sendingunum við jazzi og klassiskum tónleiki) og tað er ikki so nógv tónleikasløgini, tað snýr seg um, men um at satsa uppá vánaligan heldur enn góðan tónleik. Mentanarliga fátækdømi merkist á fleiri økjum í Kringvarpinum. Mentanarsendingin í sjónvarpinum, Refleksjón hvarv og In Mente er í løtuni bert ein viðfáningur, sum í øllum førum ikki er serliga áhugaverdur út frá einum listarligum sjónarmiði. Mentan og list eru systematiskt niðurraðfest ikki bara í Kringvarpinum, men eisini á hinum miðlaredaktiónunum, sum mest nýta list og mentan sum eitt slag av hugnaligari ífyllu. Gamaní eru hissini mentanartættir viðhvørt í Degi og Viku, onkrari morgunsending, í barnaútvarpinum, Geymanum og Meg minnist og eisini eru einstaklingar runt um, sum eru góðir við listina og sum royna teirra besta í bløðum og bloggum, men tað skerst ikki burtur, at listaviðgerðin í Føroyum sum heild tykist rættiliga tilvildarlig og óskipað. Hetta er ein stórur trupulleiki, eitt afturstig, ið sum heild er við til at læðka um støðið. Tí tá fólk sjálvboðin ummæla ymiskt verður tað ofta til, at tey velja at ummæla okkurt teimum dámar, tað er stuttligari og lættari at rósa enn at finnast at. Føroyskt ummæli verður tessvegna reduserað til ókritisk hurráróp og hetta er ein álvarsligur trupulleiki fyri andaliga støðið hjá okkum øllum.

Bunkin av bókum á borðinum, sum eru komnar út í heyst og sum koma út til jóla, er stórur og alsamt vaksandi og millum lítið og einki hesum bókum er enn viðgjørt í Kringvarpinum. Okkurt smávegis hevur verið í onkrum blaði og bloggi, men okkum tørvar skipað ummæli, at mentanarøkið verður tikið í álvara. Sorgarleikurin gerst ikki minni av, at støðið á listini er so mikið gott sum tað er. Tá eingin tekur dagar í millum tað, sum verður framleitt, givið út, spælt og framsýnt av føroyskari list, gerst verri at fáa eyga á góðskuna, eins og munurin millum gott og vánaligt tykist kámast í hvørjum. Heilt erligt so skilji eg ikki hesa vantandi raðfestingina av list og mentan í miðlunum, tí eg haldi ikki, at hann sampakkar hvørki við støðinum av listini ella stóra áhuganum, sum er fyri list í samfelagnum.

Tá eg nú fyri 99. ferð hoyri Wham´sa "Last Christmas" fýrsarapoppa úr Kringvarpinum, kemur tann tanki til mín, at tað møguliga snýr seg um ómegd, at Kringvarpið og hinir miðlarnir heilt einfalt mangla listarligt og mentanarligt dannilsi og um tað í tílíkum føri kundi loyst seg at sent øll miðlafólk í Føroyum á dannilsisskeið. Hvør veit, kanska kundu vit fingið Hanus Kamban at verið ein av skeiðslærarunum...