Wednesday, December 14, 2011

Endurtøkur

14.

Dagurin er vátur.

Letur onki verða eftir.
Miskunleysur, náðileysur, brutalur.

Í dag er alt bert endurtøkur.

Einfaldar, ræðandi endurtøkur.

Hurðarnar ríkja í minninum.
Hundarnir glepsa aftur í túninum.
Óttin og møðin eru meislað í tjúkku veggirnar.
Ein farri av svørtum strýkur framvið eygunum.

Báturin liggur bundin enn.
Grøna hurðin er afturlatin.
Klæðini samanløgd í skápinum.
Ljósini standa í gjóstrinum í vindeygakarminum.

Er alt líkamikið? Óneyðugt?

Hyacinturnar í vindeyganum.
Guð við edd, sum gongur gjøgnum heilt
Brattu trappurnar.
Tín hond, sum eg minnist hana.
Likkan á lyktapelanum, topparnir á aldunum.
Spurningarnir um hædd, aldur, hárlit, vekt.
Óljóðið í friðinum.
Tráanin eftir tí, ið ikki var.
Óúthaldiligu ferðirnar aftur til fortíðina.
Gloymd telefonummur.
Ljós gólv
og
parfumur,
sum langt síðan eru uppi.
Leitanin efti tí, ið lá millum veggirnar.
Longsulin eftir tær, sum ikki vil lata meg fáa frið.
Óendaligu fetini eftir gráa vegnum? Knúturin í búkinum. Ímyndin um hvít seingjarklæði og altanir. Reyð navnaskelti og gulir bussar. Ímyndin um ímyndina, sum hvarv við uppvaskivatninum.
Tráanin eftir at endurvinna evnini til at tráa.
Ringrásir av uppslítandi tankum um tankar, sum ikki
finna sítt pláss á hyllini.
Útlúgvaðir detektivar á slitnum stólum,
sum ikki vóru bygdir til slíka vekt.

Ja. Kanska er alt bert spill av tíð?
Ja, kanska var alt bert einfaldar endurtøkur
av
droymdum dreymum í londum,

eg ikki kenni aftur,
tá eg vakni?


(SK)