Thursday, December 1, 2011

Endurtøkur

1.


Alt er nýtt í nátt,
hugsaði eg og varnaðist,
at kaffi í koppinum var kalt.

(Og eg visti, at eg leyg.)

Tí er alt ikki bert
einfaldar
endurtøkur
av áður droymdum dreymum
hjá vilstum, ótroyttiligum sálum,
sum leitaðu
millum húsini,
millum orðini,
millum menniskjuni
og hjá tí,
vit ikki kenna?

Onki annað enn endurtøkur? (Møðist)
Endurtøkur. Eins og ljóðið frá dropunum,
sum dryppa úr køkskrananum í myrkrinum.
Fáa teg at missa tamarhaldið
men ikki nóg mikið til at tú fer upp
og steðgar pláguni.

Alt er so nær í nátt, kendi eg á húðini,
sum prikaði og brendi bláhvít,
tá kalda náttarluftin kom inn gjógnum
tey altíð opnu vindeyguni. NÆR.
Tók um meg.
Tók alt,
sum var uttanfyri
við
inn.
Innarligt. Innarliga. Innanfyri. Innast. Innast inni. Inni. Inn at. Inn um.
Inn.

 (SK)