Thursday, December 29, 2011

Brátt farna listaár 1

2011 var eitt ríkt listaár við framúr framsýningum, frálíkum konsertum, leikum og bókaútgávum. Tað eru fyrst og fremst hesar listaupplivingarnar, sum standa klárar í minninum, men eitt sindur av mentanarpolitiskum forargilsi bleiv tað sjálvandi eisini til. Vit líta aftur á brátt farna ár.


Januar




Stóra Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri varð hildin 8.januar við kóri, solistum og ramasjang og send beinleiðis í sjónvarpinum og tað er gott, tí Nýggjárskonsertin er útseld hvørt ár. Tveir íslendskir sangsolistar vóru við, sopranin Tóra Einarsdóttir og tenorurin Gissur Páll Gissurarson. Eisini spældi Dávur Juul Magnussen tromboneleikari saman við symfoniorkestrinum. Eitt festligt kvøld, tá vit feira nýggjá árið og okkara symfoniorkestur.

Á Tjóðpalli Føroya byrjaði árið við leikinum ”Indberetninger fra en Rejse i Færø” hjá nýggja leiklistabólkinum DetFeröscheCompagnie. Hans Tórgarð ummældi framsýningina og skrivaði millum annað:

””Sjónleikur” kann mann kanska kalla tað, um mann øgiliga gjarna vil seta sjangru-navn á, onkur vil kanska heldur rópa tað “Performance” og onkur annar “Installatión” – men tað er alt líkamikið. “DetFærøscheCompagnie” hevur skapt eitt verk sum dugir at standa á egnum beinum, uttan at noyðast at hava eina sjangru at styðja seg til. Hetta er eitt vilt eksperiment, har øll elementir eiga líka stóran rætt. Innihaldið eru søgur og sagnir, men tað eru ikki bara orðini sum sleppa at ráða. Tónleikurin, pallmyndin, ljóðið og ljósið, eins og rørslur og dansur, eru forteljandi elementir eins nógv og orðini. Og tað er júst í hesum tey eydnast so ótrúliga væl: at geva øllum elementum líka stórt pláss, og lata øll vera forteljandi.”

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/innberttningar-fra-eini-reisu.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/detferoschecompagnie-frasgn-fra-einum.html



Myndlistaárið byrjaði við eini stórari framsýning við verkum há Bárði Jákupsson, sum hann hevði í Listahøllini á skipasmiðjuni. Kinna ummældi framsýningina og skrivaði m.a: ”Monumentalu myndirnar krevja sítt bæði av rúminum og av áskoðaranum, ið má skoða verkið eina góða løtu til tess at fáa alt við, tí myndirnar eru sum áður nevnt kompleksar og bygnaðurin tykist umbroytast meðan tú hyggur. Fyrst sært tú kanska bara ein óskipaðan meldur av hesum m´unum, -temum kvikligu m-formaðu strokunum, sum onkur skemtari hevur samanborið við Mcdonalds logoið, men rættiliga skjótt er tað eins og myndaflatin í eyganum savnast til avlangar lindir, ið skjóta seg á skák niðureftir í rútmiskum rørslum, meðan ymsir formar stinga seg fram í myndarúminum, t.d. ein dagar ein ljósagulur rundingur undan vinstrumegin ovarlaga í myndini. Bygnaðurin líkist hinari myndini, men litirnir eru bjartari og heitari. Bládýpið tónar djúpblátt saman við ísnandi havgrønum og upp í móti gløða heitir gulir og reyðir litir. Samstundis sum myndevnið kann fatast sum ein klettastrond, er lýsingin rættiliga abstrakt. Okkurt ævintýrkent er yvir hesi myndini, ið er átøk eini dreymasjón, ella einum dreymaslotti”.

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/hugans-landslg.html



Í januar er tað, vit kjakast um starvslønir og 2011 var ikki øðrvísi

http://listinblog.blogspot.com/2011/01/deja-vu.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/og-stuulin-for-til.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/starvslnir-2011.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/listarstuul-hvr-skal-hava-og-hvr-skal.html

Februar



Gávugóðsið hjá Thorvald Poulsen á Steinum verður á hvørjum ári latið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Gávugóðsið fyri 2011 varð latið Dáva Juul Magnussen, tónlistamanni við hesi grundgeving:

Dávur Juul Magnussen (f. 7. nov. 1985) byrjaði at spæla trombone 12 ára gamal í 1998 sum næmingur á Føroya Musikkskúla. Hugurin stóð til saksofon, men hann valdi trombone, og tað var gott. Hann var virkin tónleikari, áðrenn hann í 2006 flutti til Skotlands at lesa tónleik á The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Sum næmingur vann hann longu í 2008 fast starv sum Principal Trombone hjá The Royal Scottish National Orchestra – tjóðarorkestrið hjá skotum, kent fyri sínar upptøkur av kendum klassiskum verkum og av filmstónleiki. Hann er virkin sum tónleikari í øðrum høpum í Bretlandi, og ein solo fløguverkætlan frá hansara trombone verður fyrireikað. Hann er við í toymi í skotska tjóðarorkestrinum, ið gevur fronsku ljóðførisverksmiðjuni Courtois ráð í sambandi við sniðgeving og menning av framleiðslu av nýggjum trombonum. Hóast longu í føstum starvi ætlar hann sær kortini at gera lesturin lidnan. Dávur Juul Magnussen er ein sjáldsom blanding av einum lítillátaðum, musiskum, dugnaligum og vitugum menniskja við einari sterkari náttúruligari útstráling á palli, sum tað eisini sást av framførslu hansara á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri 2011.



Februar var eisini mánaðin, tá Dimmalætting setti mentanarstuðulin á breddan. Tað eydnaðist í stóran mun fyri blaðið at fáa gongd á kjak, men kjakast var eisini um hvørt hetta var rætti mátin at kjakast

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/ikki-av-breyi-eina.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/dimmaltting-menta-og-kul.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/dimma-blakar-akrur-eftir-listafolkum.html



Og ikki var hetta einasta mentanarkjakið hendan mánaðin. Listin fekk innlit í verkætlanina um saltsiloina á Drelnesi og hetta setti ferð á lívligt kjak um harraborgir í huganum mótvegis at hugsa ov smátt, sum vardi meginpartin av várinum. Leiklistaráðið reageraði fyrst og nógv vóru teimum á baki.

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/blog-post.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/brv-fra-leiklistaranum.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/03/lisa-2010-eitt-turbulent-listaar.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/03/salt-i-sari.html



Ein áv ársins bestu framsýningum var eisini at síggja í februar; Gullnám hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti.

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/gullnam.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/hanni-bjartali.html



Og Tjóðpallur Føroya skaraði framúr við Meðan vit bíða eftir Godot

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/vit-fara.html

Marts



Jóanes Nielsen kom út á donskum í mars

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/joanes-nielsen-donskum.html



Várframsýningin varð í 2011 kuraterað av einum bólki av íslendskum listafólkum. Kinna skrivaði m.a: ”Nú er skútan vend, ella fyribils yvirtikin av íslendskum listapiratum, ið hava fingið púra fríar og fordómsleysar hendur til tess at skipa framsýningina. Hetta hevur við sær, at luttakarar, sum áður ikki høvdu sloppið gjøgnum nálareygað aðra staðni enn kanska hjá Lions, nú brádliga hava myndir hangandi á heiðursplássinum t.d. í pyramiduni í Listasavni Føroya. Íslendska strategiin er konseptuel og minimal og Harrin veit, at hava vit tørv á tílíkari endurnýggjan. Konseptið átti at gjørt Várframsýningina øðrvísi og hugvekjandi, men í staðin tykist hon nokkso tóm. Tómleiki er tíverri ikki serliga nýskapandi og tað er kitsch ella bad art konseptið heldur ikki, sjálvt um tað sjálvandi er eitt áhugavert og kanska nýskapandi twist, at kitsch framsýnararnar helst ikki eru greið yvir, at teirra list luttekur sum kitsch.”

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/varframsyningin-rip.html



Virðislønarhandanir vóru eisini á skránni í marsmánaði. Mentanarvirðisløn landsins og heiðursløn landsins fór til ávikavíst Sunleif Rasmussen og Jonhard Mikkelsen.

http://listinblog.blogspot.com/2011/02/sunleif-og-jonhard-heirair.html

Sunleif fyllti 50 ár og tað sama fyllti Anker Mortensen.

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/sunleif-50.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/03/anker-mortensen-fyllir-runt.html



Síðst í mars fingu vit at vita hvør er nýggi leiðarin í Listasavn Føroya:

http://listinblog.blogspot.com/2011/03/niels-ohrt-leiari-i-listasavninum.html