Friday, November 18, 2011

Mentanarnevnd løgtingsins mannað og kvinnað

Barbara Kruger
Eitt stórt ljóspunkt í hesi annars so myrku viku var valið av limum til mentanarnevnd løgtingsins. Aftan á eitt samgonguskjal, sum er ein rættur gysari fyri mentanina, var tað ein sonn gleði at síggja, at andstøðan er til reiðar við einum sterkum mentanarliði.

Limir í mentanarnevndini eru, frá samgongini: Bjarni Djurholm, Jóna Mortensen, Edva Jacobsen og Jenis av Rana og frá andstøðuni Rigmor Dam, Gunvør Balle og Høgni Hoydal. Hóast Eyðgunn Samuelsen eisini kundi verið eitt fínt umboð í mentanarnevndini, hevði eg í grundini roknað við Rigmor Dam. Sjálvt um hon ikki beinleiðis hevur fokuserað uppá mentan í sínum valstríði, er hon aktiv í mentanarumhvørvinum og hevur ivaleyst innlit í økið. Tí er hon eitt upplagt og gott val. Harafturímóti kom tað óvart á, at Tjóðveldi ikki bert stillaði upp við Gunvør Balle, sum longu hevur sýnt óvanligt eftirsketni, professionalismu og integritet, men eisini við sjálvum formanninum. At hava Høgna Hoydal í mentanarnevndini hevur ikki bara sterkt signalvirði, tað hevur alstóran týdning at hava ein so framúrskarandi dugnaligan politikara í røttum stað.

Men hvat skulu hesi fólkini, sum vit vænta so nógv av, gera í mentanarnevndini? Jú, tey skulu raðfesta mentan í politikki. Tey skulu kunna seg um økið, fylgja við, lurta og lesa (og kann eg í hesum sambandi viðmæla listinblog.blogspot.com :)). Harumframt skulu tey vera proaktiv, sjálvt um eg hati hatta orðið, skulu tey taka stig til at seta mentanarpolitiskar spurningar á breddan og gera uppskot til lógar- og bygnaðarbroytingar. Mannagongdin í Mentanarnevnd Løgtingsins er soleiðis, at limirnir kunnu taka upp mál, sum tingið leggur fyri mentanarnevndini. Nevndarlimirnir kunnu tó eisini sjálvir taka fyrsta stig til at taka mentanarlig mál til viðgerðar, um teir innkalla landstýrismannin. Men vanliga mannagongdin hevur verið, at man bara hevur gjørt tað fyrra og altso ikki hevur tikið stig til mál. Men skal Mentanarnevnd Løgtingsins blíva mentanarpolitiski verkstaðurin, sum hon átti at verið, má henda siðvenjan fyrst og fremst broytast.

So skal ein neyv og góð heildarætlan gerast, sum hongur saman. Mentanarpolitikkur má ikki vera vinstrahondsarbeiði, tí hetta er eitt komplekst øki, sum er støðugt vaksandi og sum hevur við fleiri av hinum ráðunum at gera. So tungan má vera mitt í munninum. Tað er frammanundan ómetaliga torført hjá andstøðuni at fáa nakað sum helst í gjøgnum tingið, tí samgongan heldur í móti. Hetta hevur havt við sær, at nógv fín uppskot á mentanarøkinum púra automatiskt eru feld síðstu árini. Tjóðveldi hevur verið avsendari av teimum flestu av hesum uppskotunum og javnaðarflokkurin hevur verið við til at bremsa teimum, men skal nakað bera til, mugu hesir báðir andstøðuflokkarnir halda saman.

Og í grundini trúgvi eg uppá, at hetta ber til. Eg haldi tey fara at klára tað.

varalimir í mentanarnevndini eru Hanus Samró, Helgi Abrahamsen, Rósa Samuelsen, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg, Poul Michelsen og Bill Justinussen.