Wednesday, November 30, 2011

Ein vøkur jólagáva við heitum boðskapi




Nýggja Kærleikskúlan varð avdúkað í gjár. Hansina Iversen hevur sniðgivið føroysku Kærleikskúluna 2011. Vakra munnblásta glaskúlan ímyndar tvey menniskju, ið hittast. Dugni avdúkaði Kærleikskúluna 2011 á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum í dag saman við Listasavni Føroya. Kærleikskúlan er heilt serstøk. Hon er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru allar ymiskar. Hansina Iversen sigur soleiðis um sniðið til Kærleikskúluna 2011:

Á kærleikskúluni eru í ár tvær myndir av sama slagi settar beint yvirav hvør aðrari. Tær ímynda samanspælið millum tvey menniskju, ið ikki møtast fysiskt, men standa beint yvirav hvørjum øðrum og síggja tá inn í kjarnan á hvør øðrum, eins og tá eygu møtast og okkurt hendir innan í okkum. Áskoðarin sær tær renna saman í eina mynd. Kúlan snarar og myndirnar snarast úr hvørjari aðrari fyri aftur at sameinast, og soleiðis heldur tað áfram, so leingi kúlan hongur í tunnum tráði. Reyði liturin verður ofta tengdur at kærleikshugtakinum í okkara parti av heiminum. Inni í miðjuni logar heiti guli liturin, sum strálar sum ein sól. Kring gula logan er ein ringur av bláum, sum er ímyndin av tí kalda, tó hann er ikki kensluliga kaldur, men ein verndarringur, ið verjir reyða litin ímóti at brennast upp av gula loganum.
Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2011 varð handað fyritøkuni Munin. Við hesum heiðrinum vil stýrið fyri Dugna takka fyritøkuni fyri, at hon vísir jaligan vilja og ídni at rúma fólki, ið bera brek. Munin er ein virðilig fyrimynd, tí hon vísir, hvussu ein fyritøka á ein góðan og uppbyggjandi hátt kann fáa fólk við arbeiðstarni at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið.

Frá í dag av og til og við 23. desember ber til at keypa Kærleikskúluna 2011 í gávubúðum kring landið. Kærleikskúlan hevur eitt hvítt silkiband og er pakkað í eina snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara. Í faldaranum er ein frágreiðing um kærleikskúluna og um sniðið hjá Hansinu Iversen umframt ein heilsan frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni.

Meðan vit gleða okkum til lyrikkjólakalendaran...


Í grundini gleða vit okkum sum smábørn, tí í morgin er fyrsti desember og hetta merkir ikki bert, at forbrúkarasamfelagið verður koyrt harðari frá, tað sama hendir við listini.


Aftur í ár eru vit ernar av at kunna presentera ein heilt serligan jólakalendara til okkara kæru lesarar. Síðsta ár var tað Carl Jóhan Jensen, ið stóð fyri jólakalendaranum við yrkingini "Myndir á eini óhildnari framsýning". Í ár er tað Sissal Kampmann, sum hevur givið jólakalendaranum 2011 skap.

Sissal Kampmann debuteraði í ár við savninum "Yrkingar úr uppgongdini" har hon piprandi hvassliga og fullvíst skroypiliga markeraði seg sum eina týdningarmikla nýggja rødd í føroyskum bókmentum.

So gleðið tykkum og fylgið við her á listablogginum frá í morgin 1.desember og heilt fram til 24 desember. Havið eini gleðilig listajól.

(IS)

Tuesday, November 29, 2011

Skapanaródn í Steinprenti





Myndaódnin 2011 er heitið á framsýning í Steinprenti, ið á hvørjum ári lýsir upp sum ein listarligur glotti í vetramyrkrinum. Á framsýningini verður borðreitt við einum úrvali av teimum bestu verkunum, sum eru framleidd á verkstaðnum í ár og sum ikki eru framsýnd áður í Steinprenti. Eins og ógvisliga heitið bendir á, er talan um eina stóra og fjølbroytta framsýning. Framsýndar verða útivið 40 myndir hjá 14 listafólkum, sum eru búsitandi í ávikavíst Svøríki, Danmark og Finnlandi, umframt í Føroyum. Meira enn 50 ár eru millum elsta og yngsta luttakaran á framsýningini, ið sostatt fevnir rættiliga breitt um bæði klassiska, føroyska og norðurlendska dygdarlist og list, sum brýtur burturúr nýggjum.
Tó at seyðir og seyðahald mugu sigast at vera sentralir føroyskir mentanartættir, hevur myndlistarligi áhugin higartil ikki verið serliga stórur fyri seyðamyndevnum. Men í grundini eru júst seyðir og onnur djór millum yndismyndevnini hjá Fríðu Matras Brekku, sum við ansi fyri tí vakra og tí skemtiliga, sýnir fram nøkur seyðaportrett í sterkum poppart-kendum litum. 



Nestor hópsins, Zacharias Heinesen hevur fingið fleiri góð prent burturúr arbeiðnum á verkstaðnum, sum víkja rættiliga fitt frá hansara málningum, hóast myndevnið nú sum áður er føroyska umhvørvið. Tað er eins og listamaðurin vágar sær eitt vet longri út í abstraktiónina í grafisku myndunum Í øllum førum tykjast hansara stóru steinprent meira eksperimenterandi enn oljumálningarnir bæði viðvíkjandi kompositión og litavali. Men í grundini snúgva hansara myndir seg altíð um somu kjarnu, um tað stóra í tí lítla og eingin hevur sum Zacharias Heinesen megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingunum av bygd og bý, havi og fjalli. Sjálvt um steinprentini hjá Hansinu Iversen eru nonfigurativ, er kanska ikki so langt millum estetikkin hjá henni og Zachariasi Heinesen, sum ein kundi hildið. Hansina Iversen hevur í seinastuni arbeitt við ársprentinum hjá grafikkfelagnum Steinbrá og hevur fleiri smáar, men sublimar myndir við á framsýningini. 



Orð hava sjáldsama stóran leiklut á ársins framsýning, eitt nú á framúr góðu plakatunum, sum Claus Carstensen og Knud Odde gjørdu í sambandi við framsýningar í Norðurlandahúsinum. Hin fríska appilsingula og silvurlitta plakatin, sum Brandur Patursson gjørdi til Heystframsýningina, verður somuleiðis framsýnd. Annað prentið, sum Jan Håfström gjørdi til Summarframsýningina, er við áskriftini Føroyar 800 átøkt einum føroyskum frímerkjaarki við andlistsmynd av alter egonum hjá listamanninum, Mr Walker. Bókmentalig inspiratión sæst somuleiðis í myndini hjá Zven Balslev, ið snýr seg um søguna hjá Williami Heinesen um tann fantastiska knívin, sum fullkomiliga tekur ræði av bergtikna unga høvuðspersóninum. 




Politisk list er eisini umboðað á framsýningini við verkinum, sum Tróndur Patursson og Carl Jóhan Jensen hava gjørt fyri Tjóðveldi. Blái liturin er eyðkendur fyri kosmiskt hugaða listamannin úr Kirkjubø og speiska nýskjaldrið á myndini er ikki minni eyðkent fyri politiskt aktiva skaldið úr Havn. Orð eru á sama hátt grundleggjandi í einføldu konseptlistini hjá Svend-Allan Sørensen, ið inniheldur subtilt og poetiskt skemt av tí álvarsliga slagnum. Svend-Allan Sørensen er íðin veiðumaður við áhuga fyri veiðibyrsum og ein tílík er avmyndað á tí eina stóra prentinum av trimum, sum hann hevur gjørt í Steinprenti. Hetta er fyrstu ferð, hann roynir steinprentstøknið og vit síggja á steinprentunum, at hann hevur eksperimenterað við t.d. at yvirføra fotomyndir, blaðgreinar osfr. yvir í steinprent. Summastaðni hómast eitt mótsetningsríkt spæl millum rátt og sofistikerað, millum readymade og autenticitet. 



Ikki er hann minni sofistikeraður, Tóroddur Poulsen og so er hann millum okkara mest originalu listafólk. Hansara myndir umboða eitt satt nýbrot innan føroyska myndlist. Orðini hava sjálvsagdan leiklut í hansara myndum, tí fyri hann hevur skriftin altíð verið mynd og øvut. Í myndini "Oys" hugleiðir hann um grindadráp á ein hátt, ið fullkomiliga brýtur frá mátanum, sum myndevnið áður er viðgjørt í okkara listasøgu. Hetta er eitt satiriskt portrett av einum ungum, metrosexuellum manni við oyraringum, bringu- og høkuskeggi, sum eftir talibobluni at døma ikki gongur í grind - oys nei... 



Tey ungu listafólkini, Heiðrik á Heygum og Silja Strøm siga bæði søgur við figurativum myndum, men eru annars sera ymisk. Heiðrik á Heygum er líka so nógv filmslistamaður og tónleikari sum hann er myndlistamaður. Hansara prent við heitinum "Hann avlýsti" avmyndar eina kvinnu í baðikápu við handklæði um hárið, sum situr og hyggur at síni fartelefon. Sitandi kvinnan er stødd miðskeiðis og eitt sindur til vinstru í svarta myndarúminum, sum er bygt upp av bylgjandi skuggum, ið geva gávaðu kvinnulýsingini ein heldur dapran, ekspressivan dám. Myndirnar hjá Silju Strøm eru modernaðir fáblar uttan nakra niðurstøðu ella endaligan moral. Men onkursvegna tykjast androgynu menniskjafigurarnir einsamallari og minni tilvitaðir enn djórini í myndunum. Djórini sýnast meira ektað og heil enn tey menniskjalíku, sum eru deform og fremmandgjørd, men eisini nakin og viðbrekin. Kenslan av verfremdung er áleypandi, tá tú hyggur at myndunum hjá Silju Strøm, eisini í máliháttinum, sum í støðum insisterar uppá tað ljóta og stirvna. Hava vit í huga, at verfremdungshugtakið upprunaliga stavar frá Bertholt Brecht og hansara anti-aristotelesku leiklist, so eru vit kanska ikki á heilt skeivari leið - í øllum førum tykjast myndirnar hjá Silju Strøm rættiliga teatralskar.
Føroyska listaárið 2011 hevur verið heilt ómetaliga ríkt og millum áhugaverdastu framsýningarnar var tann hjá Mariusi Olsen í Steinprenti, so sjálvandi eru tvær av hansara neyvu og poetisku myndum við á Myndaódnini 2011. 



Hetta er myrkasta tíðin og vit hava meir enn nakrantíð tørv á at savnast um okkara góðu skapandi orku. Øll eru hjartans vælkomin til upplatingina í Steinprenti leygardagin 3.desember klokkan 15-17. Framsýningin verður hangandi inntil 14.januar

Monday, November 28, 2011

Flata kaninin fagnað


Eg má bara viðganga, at eg ikki enn havi lisið um ta fløtu kaninina hjá Bárði Oskarsson. Vit eiga onkrar aðrar hjá honum, hana um hundin, kettuna og músina og hina um giraffin, sum báðar eru onkrastaðni her í húsinum. Báðar eru tær ómetaliga stuttligar, originalt teknaðar og klókar, so tað kann ikki vara leingi áðrenn tann flata kaninin er í hús, eitt gott jólagávuhugskot kanska? Tað er lítla og áður vónríka, men nú succésríka forlagið Torgarð, sum hevur givið bókina út á donskum og danskir ummælarar fáa valla armarnar niður aftur, so fegnir eru teir um hana. Vit ynskja Bárði Oskarsson til lukku við ummælunum, her eru tvey teirra:



Bárdur Oskarsson: Den flade kanin

Bardur_Oskarsson_Den_flade_kaninNu sagde jeg forleden, at det her ikke er stedet, hvor jeg snakker om billedbøger, men her er vi så igen: med Bardur Oskarssons lille perle “Den flade kanin”. Men det er let at undskylde, for det er Oskarsson, og “Den flade kanin” bør da helt klart anmeldes på Den elektriske kanin.
Jeg har læst (og været vild med) Oskarssons tidligere bøger: En hund, en kat og en mus,Kødbenet og Poul, en cool giraf; så det var med en vis kriblen i fingrene, at jeg fik fat i hans fjerde danske udgivelse på Bogforum. Og dernæst sad med et stort grin malet på ansigtet, mens jeg læste den på vej hjem i toget.
Som i Oskarssons andre bøger er udgangspunktet enkelt og persongalleriet småt: en hund, en rotte og en kanin (som er flad). Kaninen ligger på gaden, da de to andre dyr får øje på den og begynder at diskutere, hvad man bør foretage sig i en sådan situation. For de ved godt, hvor kaninen hører til, men hvad vil menneskene ikke tænke, hvis en hund og en rotte møder op ved havelågen med deres kanin i flad udgave?
Der må tænkes. Så det knager. Og svaret forudser man nok ikke, men det rummer sin egen poesi.
Oskarsson fortæller med en næsten zenagtig ro. Hvert opslag rummer et stort billede på den ene side og en minimal tekst med et mindre baggrundsikon på den modsatte. Og historien bevæger sig fremad med sin helt egen logik – og sødme. For selv om der grundlæggende er tale om en grum historie (flade kaniner er ikke ligefrem sprællevende kaniner), så ulmer både tekst og billeder af lune. Oskarsson bevæger sig i et besynderligt grænseland, hvor bedsteborgere møder fabler møder tilværelsens svære spørgsmål, og han får den blanding til at fremstå som noget helt naturligt.
Det slår mig, at det må være sådan, det ville være at høre Thomas Winding læse højt af Frankenstein. Den bløde stemme med dens konnotationer af barndom og tryghed får én til at slappe af, så man næsten glemmer den dystre historie, der gemmer sig inde bagved.
Men først og fremmest er det altså sjovt. I samtlige af forfatterens bøger er jeg faldet over mindst ét billede, der har ramt mig lige i lattermusklen, og “Den flade kanin” er heller ingen undtagelse. Faktisk er der flere, men jeg vil anbefale folk at finde deres eget. For selv om man måske ikke har børn, bør man unde sig selv at stifte bekendtskab med Bardur Oskarsson. “Den flade kanin” er (som forventet) en lille perle.

Sunday, November 27, 2011

1.des. Almennur evnisdagur um kreativar vinnur

Kreativar vinnur –  íløgur og útflutningur

Hósdagin 1. desember kl. 9:00 - 12:30 skipa Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni, Invest in the Faroes og Mentamálaráðið fyri evnisdegi um kreativar vinnur. Tiltakið, ið er alment og ókeypis, verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Kreativu vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum, og nýggjar kanningar vísa, at tær eisini í norðurlondum eru nógv størri, enn tey flestu hava givið sær far um. Í Danmark kunnu kreativu vinnurnar longu kappast við biotøkni og útflutningin av royktum fleski, og í Íslandi telja kreativu vinnurnar meira í tjóðarroknskapinum enn stóra íslendska aluminiumsframleiðslan.

Kreativu vinnurnar eru ógvuliga altjóðagjørdar, og fólkini í hesum vinnum hava lætt við at flyta hagar, sum umstøðurnar at virka eru bestar, og har ið kreativa umhvørvið er mest mennandi. Tað er tí sera avbjóðandi at fáa kreativu vinnurnar at støðast og mennast í norðurlondum, í kapping við heimsins metropolar.

Millum størstu avbjóðingarnar er at fáa íleggjarar til kreativu vinnurnar, og at koma sær út á altjóða pallin. Endamálið við hesum evnisdegnum er tí at varpa ljós á kreativar vinnur, serliga við atliti at íløgum og útflutningsframa.

Eisini skal dagurin kveikja eitt kjak um búskaparliga týdningin av kreativum vinnum í Føroyum, nú og í framtíðini.
                                                                                                                                    

Gestarøðarar

 (IS) Margrét Sigrún Sigurðardóttir, ið hevur staðið fyri nýggjari kortlegging av kreativa búskapinum í Íslandi, leggur fram niðurstøður úr frágreiðingini, tosar um týdningin av kortleggingini, og hvussu kanningin varð til.
 (IS) Helga Valfells, frá Nýsköpunarsjóður atvinnulifsins (New Business Venture Fund) kemur at siga frá teirra royndum við váðafúsum íløgum í kreativar vinnur, og um “the perfect business plan”.
 (DK) Kristian Riis, frá Volcano Management í Danmark fer at røða um implementering av útflutningsstrategium innan tónleikavinnu. Umframt sítt dagliga yrki, er Kristian ráðgevi í danska útflutningsráðnum við sergrein innan tónleik. Hann er somuleiðis guitarleikari í kenda bólkinum Nephew. 
 (FO) Guðrun & Guðrun / Heini Zachariasen: Vivino: Tvey umboð fyri kreativar fyritøkur, ið hava royndir við vakstrarfígging og altjóða marknaðarføring, siga frá sínum royndum og tankum um m.a. íløgufígging til kreativa vinnu. 
 (FO) Filmsvinnan – ein framtíðar vinnumøguleiki? Lýsing av vakstrarmøguleikum innan eina framtíðar filmsvinnu í Føroyum. Umboð fyri Klippfisk.

 Skrá -  ”Kreativar vinnur ,  íløgur og útflutningur”

 Tíð:                        hósdagin 1. desember 2011 kl. 9 – 12.30

Stað:                     Skálin, Norðurlandahúsið

 9:00                     Vælkomin      

9:10-9:45            Dr.  Margrét Sigrun Sigurðardóttir, Háskóli Íslands ”Building local, going global” 
9:45-10:15         Helga Valfells, New Business Venture Fund.“The perfect business plan”

Steðgur

10:35-11:00      Kristian Riis, Volcano Management,  Danmark.
“Verden som arbejdsplads – implementering af musik eksport strategier”   
11:00-11:20      Mótavinna - Guðrun&Guðrun, ein alheimsvøra, Guðrun Rógvadóttir.
11:20-11:40      Filmsvinnan – ein framtíðar vinnumøguleiki? Umboð fyri Klippfisk.
11:40-12:00      Heini Zachariassen, VIVINO.

Pallborðskjak – spurningar úr salinum.



Orðstýrari: Heini í Skorini

Nærri kunning fæst við at venda sær til:

Oyvind av Skarði, Invest in the Faroes                                       tel: 556082, oyvindur@vmr.fo
Aldu Joensen, Mentamálaráðið                                                    tel: 555041, aldaj@mmr.fo
Biritu Nolsø, Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni  tel: 556114, biritan@mfa.fo

 


Saturday, November 26, 2011

Howl

Allen Ginsberg  (1926-1997)

Howl

For Carl Solomon

I

I saw the best minds of my generation destroyed by madness, starving hysterical naked,

dragging themselves through the negro streets at dawn looking for an angry fix,

angelheaded hipsters burning for the ancient heavenly connection to the starry dynamo in the machinery of night,

who poverty and tatters and hollow-eyed and high sat up smoking in the supernatural darkness of cold-water flats floating across the tops of cities contemplating jazz,

who bared their brains to Heaven under the El and saw Mohammedan angels staggering on tenement roofs illuminated,

who passed through universities with radiant eyes hallucinating Arkansas and Blake-light tragedy among the scholars of war,

who were expelled from the academies for crazy & publishing obscene odes on the windows of the skull,

who cowered in unshaven rooms in underwear, burning their money in wastebaskets and listening to the Terror through the wall,

who got busted in their pubic beards returning through Laredo with a belt of marijuana for New York,

who ate fire in paint hotels or drank turpentine in Paradise Alley, death, or purgatoried their torsos night after night

with dreams, with drugs, with waking nightmares, alcohol and cock and endless balls,

incomparable blind streets of shuddering cloud and lightning in the mind leaping towards poles of Canada & Paterson, illuminating all the motionless world of Time between,

Peyote solidities of halls, backyard green tree cemetery dawns, wine drunkenness over the rooftops, storefront boroughs of teahead joyride neon blinking traffic light, sun and moon and tree vibrations in the roaring winter dusks of Brooklyn, ashcan rantings and kind king light of mind,

who chained themselves to subways for the endless ride from Battery to holy Bronx on benzedrine until the noise of wheels and children brought them down shuddering mouth-wracked and battered bleak of brain all drained of brilliance in the drear light of Zoo,

who sank all night in submarine light of Bickford's floated out and sat through the stale beer afternoon in desolate Fugazzi's, listening to the crack of doom on the hydrogen jukebox,

who talked continuously seventy hours from park to pad to bar to Bellevue to museum to the Brooklyn Bridge,

a lost batallion of platonic conversationalists jumping down the stoops off fire escapes off windowsills off Empire State out of the moon

yacketayakking screaming vomiting whispering facts and memories and anecdotes and eyeball kicks and shocks of hospitals and jails and wars,

whole intellects disgorged in total recall for seven days and nights with brilliant eyes, meat for the Synagogue cast on the pavement,

who vanished into nowhere Zen New Jersey leaving a trail of ambiguous picture postcards of Atlantic City Hall,

suffering Eastern sweats and Tangerian bone-grindings and migraines of China under junk-withdrawal in Newark's bleak furnished room,

who wandered around and around at midnight in the railway yard wondering where to go, and went, leaving no broken hearts,

who lit cigarettes in boxcars boxcars boxcars racketing through snow toward lonesome farms in grandfather night,

who studied Plotinus Poe St John of the Cross telepathy and bop kabbalah because the universe instinctively vibrated at their feet in Kansas,

who loned it through the streets of Idaho seeking visionary indian angels who were visionary indian angels,

who thought they were only mad when Baltimore gleamed in supernatural ecstasy,

who jumped in limousines with the Chinaman of Oklahoma on the impulse of winter midnight streetlight smalltown rain,

who lounged hungry and lonesome through Houston seeking jazz or sex or soup, and followed the brilliant Spaniard to converse about America and Eternity, a hopeless task, and so took ship to Africa,

who disappeared into the volcanoes of Mexico leaving nothing behind but the shadow of dungarees and the larva and ash of poetry scattered in fireplace Chicago,

who reappeared on the West Coast investigating the FBI in beards and shorts with big pacifist eyes sexy in their dark skin passing out incomprehensible leaflets,

who burned cigarette holes in their arms protesting the narcotic tobacco haze of Capitalism, who distributed Supercommunist pamphlets in Union Square weeping and undressing while the sirens of Los Alamos wailed them down, and wailed down Wall, and the Staten Island ferry also wailed,

who broke down crying in white gymnasiums naked and trembling before the machinery of other skeletons,

who bit detectives in the neck and shrieked with delight in policecars for committing no crime but their own wild cooking pederasty and intoxication,

who howled on their knees in the subway and were dragged off the roof waving genitals and manuscripts,

who let themselves be fucked in the ass by saintly motorcyclists, and screamed with joy,

who blew and were blown by those human seraphim, the sailors, caresses of Atlantic and Caribbean love,

who balled in the morning in the evenings in rosegardens and the grass of public parks and cemeteries scattering their semen freely to whomever come who may,

who hiccuped endlessly trying to giggle but wound up with a sob behind a partition in a Turkish Bath when the blond & naked angel came to pierce them with a sword,

who lost their loveboys to the three old shrews of fate the one eyed shrew of the heterosexual dollar the one eyed shrew that winks out of the womb and the one eyed shrew that does nothing but sit on her ass and snip the intellectual golden threads of the craftsman's loom,

who copulated ecstatic and insatiate and fell off the bed, and continued along the floor and down the hall and ended fainting on the wall with a vision of ultimate cunt and come eluding the last gyzym of consciousness,

who sweetened the snatches of a million girls trembling in the sunset, and were red eyed in the morning but were prepared to sweeten the snatch of the sunrise, flashing buttocks under barns and naked in the lake,

who went out whoring through Colorado in myriad stolen night-cars, N.C., secret hero of these poems, cocksman and Adonis of Denver—joy to the memory of his innumerable lays of girls in empty lots & diner backyards, moviehouses' rickety rows, on mountaintops in caves or with gaunt waitresses in familiar roadside lonely petticoat upliftings & especially secret gas-station solipsisms of johns, & hometown alleys too,

who faded out in vast sordid movies, were shifted in dreams, woke on a sudden Manhattan, and picked themselves up out of basements hungover with heartless Tokay and horrors of Third Avenue iron dreams & stumbled to unemployment offices,

who walked all night with their shoes full of blood on the snowbank docks waiting for a door in the East River to open full of steamheat and opium,

who created great suicidal dramas on the appartment cliff-banks of the Hudson under the wartime blue floodlight of the moon & their heads shall be crowned with laurel in oblivion,

who ate the lamb stew of the imagination or digested the crab at the muddy bottom of the rivers of the Bowery,

who wept at the romance of the streets with their pushcarts full of onions and bad music,

who sat in boxes breathing in the darkness under the bridge, and rose up to build harpsichords in their lofts, who coughed on the sixth floor of Harlem crowned with flame under the tubercular sky surrounded by orange crates of theology,

who scribbled all night rocking and rolling over lofty incantations which in the yellow morning were stanzas of gibberish,

who cooked rotten animals lung heart feet tail borsht & tortillas dreaming of the pure vegetable kingdom,

who plunged themselves under meat trucks looking for an egg,

who threw their watches off the roof to cast their ballot for an Eternity outside of Time, & alarm clocks fell on their heads every day for the next decade,

who cut their wrists three times successively unsuccessfully, gave up and were forced to open antique stores where they thought they were growing old and cried,

who were burned alive in their innocent flannel suits on Madison Avenue amid blasts of leaden verse & the tanked-up clatter of the iron regiments of fashion & the nitroglycerine shrieks of the fairies of advertising & the mustard gas of sinister intelligent editors, or were run down by the drunken taxicabs of Absolute Reality,

who jumped off the Brooklyn Bridge this actually happened and walked away unknown and forgotten into the ghostly daze of Chinatown soup alleyways & firetrucks, not even one free beer,

who sang out of their windows in despair, fell out of the subway window, jumped in the filthy Passaic, leaped on negroes, cried all over the street, danced on broken wineglasses barefoot smashed phonograph records of nostalgic European 1930s German jazz finished the whiskey and threw up groaning into the bloody toilet, moans in their ears and the blast of colossal steamwhistles,

who barreled down the highways of the past journeying to each other's hotrod-Golgotha jail-solitude watch Birmingham jazz incarnation,

who drove crosscountry seventytwo hours to find out if I had a vision or you had a vision or he had a vision to find out Eternity,

who journeyed to Denver, who died in Denver, who came back to Denver & waited in vain, who watched over Denver & brooded & loned in Denver and finally went away to find out the Time, & now Denver is lonesome for her heroes,

who fell on their knees in hopeless cathedrals praying for each other's salvation and light and breasts, until the soul illuminated its hair for a second,

who crashed through their minds in jail waiting for impossible criminals with golden heads and the charm of reality in their hearts who sang sweet blues to Alcatraz,

who retired to Mexico to cultivate a habit, or Rocky Mount to tender Buddha or Tangiers to boys or Southern Pacific to the black locomotive or Harvard to Narcissus to Woodlawn to the daisychain or grave,

who demanded sanity trials accusing the radio of hypnotism & were left with their insanity & their hands & a hung jury,

who threw potato salad at CCNY lecturerson Dadaism and subsequently presented themselves on the granite steps of the madhouse with the shaven heads and harlequin speech of suicide, demanding instantaneous lobotomy,

and who were given instead the concrete void of insulin Metrazol electricity hydrotherapy psychotherapy occupational therapy pingpong & amnesia,

who in humorless protest overturned only one symbolic pingpong table, resting briefly in catatonia,

returning years later truly bald except for a wig of blood, and tears and fingers, to the visible madman doom of the wards of the madtowns of the East,

Pilgrim State's Rockland's and Greystone's foetid halls, bickering with the echoes of the soul, rocking and rolling in the midnight solitude-bench dolmen-realms of love, dream of life a nightmare, bodies turned to stone as heavy as the moon,

with mother finally *****, and the last fantastic book flung out of the tenement window, and the last door closed at 4 A.M. and the last telephone slammed at the wall in reply and the last furnished room emptied down to the last piece of mental furniture, a yellow paper rose twisted on a wire hanger on the closet, and even that imaginary, nothing but a hopeful little bit of hallucination—

ah, Carl, while you are not safe I am not safe, and now you're really in the total animal soup of time—

and who therefore ran through the icy streets obsessed with a sudden flash of the alchemy of the use of the ellipse the catalog the meter & the vibrating plane,

who dreamt and made incarnate gaps in Time & Space through images juxtaposed, and trapped the archangel of the soulbetween 2 visual images and joined the elemental verbs and set the noun and dash of consciousness together jumping with sensation of Pater Omnipotens Aeterna Deus

to recreate the syntax and measure of poor human prose and stand before you speechless and intelligent and shaking with shame, rejected yet confessing out the soul to conform to the rhythm of thought in his naked and endless head,

the madman bum and angel beat in Time, unknown, yet putting down here what might be left to say in time come after death,

and rose incarnate in the ghostly clothes of jazz in the goldhorn shadow of the band and blew the suffering of America's naked mind for love into an eli eli lamma lamma sabacthani saxophone cry that shivered the cities down to the last radio

with the absolute heart of the poem butchered out of their own bodies good to eat a thousand years.


II

What sphinx of cement and aluminium bashed open their skulls and ate up their brains and imagination?

Moloch! Solitude! Filth! Ugliness! Ashcans and unobtainable dollars! Children screaming under the stairways! Boys sobbing in armies! Old men weeping in the parks!

Moloch! Moloch! Nightmare of Moloch! Moloch the loveless! Mental Moloch! Moloch the heavy judger of men!

Moloch the incomprehensible prison! Moloch the crossbone soulless jailhouse and Congress of sorrows! Moloch whose buildings are judgement! Moloch the vast stone of war! Moloch the stunned governments!

Moloch whose mind is pure machinery! Moloch whose blood is running money! Moloch whose fingers are ten armies! Moloch whose breast is a cannibal dynamo! Moloch whose ear is a smoking tomb!

Moloch whose eyes are a thousand blind windows! Moloch whose skyscrapers stand in the long streets like endless Jehovas! Moloch whose factories dream and choke in the fog! Moloch whose smokestacks and antennae crown the cities!

Moloch whose love is endless oil and stone! Moloch whose soul is electricity and banks! Moloch whose poverty is the specter of genius! Moloch whose fate is a cloud of sexless hydrogen! Moloch whose name is the Mind!

Moloch in whom I sit lonely! Moloch in whom I dream angels! Crazy in Moloch! Cocksucker in Moloch! Lacklove and manless in Moloch!

Moloch who entered my soul early! Moloch in whom I am a consciousness without a body! Moloch who frightened me out of my natural ecstasy! Moloch whom I abandon! Wake up in Moloch! Light streaming out of the sky!

Moloch! Moloch! Robot apartments! invisable suburbs! skeleton treasuries! blind capitals! demonic industries! spectral nations! invincible madhouses! granite cocks! monstrous bombs!

They broke their backs lifting Moloch to Heaven! Pavements, trees, radios, tons! lifting the city to Heaven which exists and is everywhere about us!

Visions! omens! hallucinations! miracles! ecstacies! gone down the American river!

Dreams! adorations! illuminations! religions! the whole boatload of sensitive bullshit!

Breakthroughs! over the river! flips and crucifixions! gone down the flood! Highs! Epiphanies! Despairs! Ten years' animal screams and suicides! Minds! New loves! Mad generation! down on the rocks of Time!

Real holy laughter in the river! They saw it all! the wild eyes! the holy yells! They bade farewell! They jumped off the roof! to solitude! waving! carrying flowers! Down to the river! into the street!


III

Carl Solomon! I'm with you in Rockland

         where you're madder than I am

I'm with you in Rockland

         where you must feel strange

I'm with you in Rockland

         where you imitate the shade of my mother

I'm with you in Rockland

         where you've murdered your twelve secretaries

I'm with you in Rockland

         where you laugh at this invisible humour

I'm with you in Rockland

         where we are great writers on the same dreadful typewriter

I'm with you in Rockland

         where your condition has become serious and is reported on the radio

I'm with you in Rockland

         where the faculties of the skull no longer admit the worms of the senses

I'm with you in Rockland

         where you drink the tea of the breasts of the spinsters of Utica

I'm with you in Rockland

         where you pun on the bodies of your nurses the harpies of the Bronx

I'm with you in Rockland

         where you scream in a straightjacket that you're losing the game of actual pingpong of the abyss

I'm with you in Rockland

         where you bang on the catatonic piano the soul is innocent and immortal it should never die ungodly in an armed madhouse

I'm with you in Rockland

         where fifty more shocks will never return your soul to its body again from its pilgrimage to a cross in the void

I'm with you in Rockland

         where you accuse your doctors of insanity and plot the Hebrew socialist revolution against the fascist national Golgotha

I'm with you in Rockland

         where you will split the heavens of Long Island and resurrect your living human Jesus from the superhuman tomb

I'm with you in Rockland

         where there are twentyfive thousand mad comrades all together singing the final stanzas of the Internationale

I'm with you in Rockland

         where we hug and kiss the United States under our bedsheets the United States that coughs all night and won't let us sleep

I'm with you in Rockland

         where we wake up electrified out of the coma by our own souls' airplanes roaring over the roof they've come to drop angelic bombs the hospital illuminates itself   imaginary walls collapse   O skinny legions run outside   O starry-spangled shock of mercy the eternal war is here   O victory forget your underwear we're free

I'm with you in Rockland

         in my dreams you walk dripping from a sea-journey on the highway across America in tears to the door of my cottage in the Western night

-Hvíl í friði ZD og takk fyri tær óvæntaðu, men góðu poetisku upplivingarnar, eg fekk tær ferðirnar, tú resiteraði tínar yrkingar fyri mær í Mimi.

Friday, November 25, 2011

Gottfried Benn: Náttarinnar alda

Týski rithøvundurin Gottfried Benn (1886-1956) var lækni og skrivaði ritroyndir og yrkingar. Hann var ein teirra, sum í fyrstani hevði samhuga við nazistunum, eisini alment í eini útvarpssamrøðu í 1933. Hann svór somuleiðis at vera trúgvur mótvegis Adolf Hitler við einum sonevndum Gelobnis treuester Gefolschaft undirskriftarbrævi. Nøkur ár seinni var støðan broytt, Gottfried Benn var skelkaður av harðskapinum undir nazistaveldinum og í SS blaðnum Das Schwarze Korps vórðu nú hansara ekspressionistisku og eksperimenterandi yrkingar lagdar undir at vera degenereraðar, jødiskar og samkyndar. Í 1938 fekk Gottfried Benn skrivibann. Eftir kríggið var Benn heldur ikki serliga populerur orsakað av hansara nazistafortíð. Hansara yrkingar eru sera áhugaverdar og minna eitt sindur um yrkingarnar hjá J.P.Jacobsen, sum hann metti høgt. Henda náttaraldan minnir í støðum um kendu yrkingina  hjá J.P.Jacobsen Arabesk.



Welle der Nacht


Welle der Nacht, Meerwidder und Delphine

mit Hyacinthos leichtbewegter Last,

die Lorbeerrosen und die Travertine

weh'n um den leeren istrischen Palast, 

 

Welle der Nacht, zwei Muscheln miterkoren,

die Fluten strömen sie, die Felsen her,

dann Diadem und Purpur mitverloren,

die weiße Perle rollt zurürck ins Meer


Nattens bølge

Nattens bølge - havvæddere, delfiner
med Hyacinthos´ letbevægede last,
laurbærroser og travertiner
bølger om det tomme istriske palads.

Nattens bølge - to udskårne muslinger,
flodbølgens strøm driver dem ind mod klipperne
og når diadem og purpur er mistet
ruller den hvide perle ud i havet igen.

Yrking: Gottfried Benn. Donsk týðing: Poul Borum

Thursday, November 24, 2011

Vit um vørp: Hvat er mentan?

Í mentanartáttinum In mente hes vikuna løgdu tey frískliga øðrvísi og bragdliga frá landi. Nýggi verturin í sendingini, Páll Danielsen greiddi frá, at komandi sendingarnar fram til jóla fara at snúgva seg um mentan og mentanaraktørar í Føroyum. -Hvør er tað, sum fæst við mentan og hví. Byrjað varð elegant og púra upplagt við sjálvum toppinum, tí nýggja mentamálaráðharranum, sum varð settur í heita stólin. Sera spennandi upplegg. Tíverri kunnu vit ikki siga tað sama um sendingina. 

Spurningarnir vóru sum heild alt ov breiðir og ófokuseraðir og sum tú spyrt, verður tær sum kunnugt eisini svarað. Har fór ómetaliga drúgv tíð til tómgongd, t.d. gjølligu lýsingina av pendlingini hjá mentamálaráðharranum um Kalsoyarfjørð og Norðoyatunnilin, uttan at hetta førdi til annað enn ein spurning um hvat fyri slag av bili, mentamálaráðharrin koyrdi í. Sendingin var løgd soleiðis til rættis, at vit inn í millum hoyrdu løg, sum øll vóru vald av mentamálaráðharranum og hetta kundi jú verið spennandi, men var tað í grundini heldur ikki. Eg helt tann fyrsta sangin "Gullkálvavalsin" hjá Kára P vera sera forvitnisligt val av einum konservativum ráðharra, men har var alt spennandi effektivt ruddað av borðinum við uppfylgjandi spurninginum, hvørt mentamálaráðharrin er materialistiskur. -Nei, tað visti mentamálaráðharrin ikki, men helt seg ikki vera meira óðan eftir verðini enn tey flestu. Eg veit ikki um tað var líkasum fyri at undirstrika hetta, at ein sangur hjá Steintór Rasmussen - hin við friðarmerkinum á tí slitna cowboyjakkanum - varð spældur, men hervið varð í øllum førum sett hol á tað lokala, sum mentamálaráðharrin eyðsýniliga gongur serstakliga høgt uppí. 

Eg má siga sum er, at eg næstan var sovnað niður á borðið, tá brádliga tjóðskaparkrubba føroyinga; Jólafundurin í 1888 varð havdur á lofti. Sambandsmentamálaráðharrin er eftir øllum at døma nóg tjóðskaparsinnaður til at halda, at føroyska málið er grundleggjandi í okkara mentan. Harumframt tosaði hann nógv um sína bakgrund, um uppvøksturin í Syðradali á Kalsoynni, um seyð, fletting, kirkjugongd og um skúlalív í Klaksvík og seinni í Havn, men í grundini var lýsingin so breið og generel, at vit als einki fingu at vita. Neyvan er tað lætt heldur at svara uppá spurningin: Hvat er mentan og sama er galdandi fyri spurningin: Hvat er list, sum mentamálaráðharrin eisini fekk settan, tá The Scorpions vóru lidnir at spæla Winds of change. - List ríkar okkum og er gott til undirhald og í arbeiðslívinum helt mentamálaráðharrin og fór so í holtur við eina listaallýsing, sum kundi verið áhugaverd, um eg skilti hana. Men eg gevi honum fullkomiliga rætt í tí, hann segði, at tað ikki er lætt at úttrykkja í stuttum hvat list er. Mentamálaráðharrin hevði harafturímóti als ongan trupulleika, tá hann var biðin um at nevna eina mentanarfyrimynd. Hansara mentanarfyrimynd er myndlistamaðurin, yrkjarin (og norðingurin!) Hans Jacob Glerfoss, sum Bjørn Kalsø eyðsýniliga er skyldur við og sum hann siteraði áðrenn Hanus Johansen slapp framat fløguspælaranum við síni tulking av óskrivandi yrkingini hjá Hans Jacob Glerfoss. 

Móti endanum av hesi sera drúgvu sendingini sloppu vit eisini at hoyra mentamálaráðharran halda eina sjáldsama óáhugaverda røðu til ferniseringina á framsýningini Smálutir, sum er í Mentamálaráðnum í løtuni. Eg havi ikki sæð framsýningina, men hon er við orðum mentamálaráðharrans "Fín, fjølbroytt og fjálg". Bókstavarím og fittlig forhánisligheitt alt í einum og sama setningi. Aja, og síðani sang Ingibjørg Hansen úr Mikladali hin aldrandi countryklassikaran Crazy. Sendingin var annars næstan við at gerast áhugaverd at enda, tá verturin spurdi um nøkur serføroysk virði eru, sum føroyingar eiga at varðveita og um mentamálaráðharrin hevur nøkur framtíðarmál á mentanarøkinum. Svarið var tó alt annað enn spennandi, tí tað snúði seg fyri tað mesta um eldsálirnar kring landið og teirra stóra sjálvbodna og ókeypis arbeiði og at neyðugt er frá politisku skipanini at sýna hesi mentanini virðing. Einki konkret varð nevnt, eingin tjóðpallur, eingin listafólkaløn, eingin hækkan av játtan til list og mentan, bert eitt ynski um, at mentan og list kundi blivið ein vinnuvegur hjá føroyingum. Og meðan góði gamli Freddie Mercury at enda sang The show must go on" kom tann tankin til mín, at listin so í øllum førum ikki gerst nakar vinnuvegur, so leingi sum vit halda áfram at handfara hana sum eitt hugnaligt og fjálgt ítriv.

Wednesday, November 23, 2011

Jólini nærkast í hvørjum...

Mundi dottið uppeftir í dag, tá eg tendraði Rás2. Har eru jólini longu so mikið væl í gongd, at tey høvdu sett Halleluja Sofus at syngja Gleðilig jól, umframt allar møguligar aðrar jólaligar jólasangir, alt samalt í navni materialismunnar og í samstarvi við SMS. Spurningurin, sum lurtararnir skuldu smsa svar uppá var: Hvussu leingi ber til at skifta jólagávur um, sum tú hevur keypt í SMS. Eg eri satt at siga ikki greið yvir tað. Havi ikki ánilsi av tí. Havi enn ikki keypt eina tí einastu jólagávu, geri tað neyvan fyrr enn í jólavikuni, men eri longu nú við at kvælast av hasi ósjarmerandi sameiningini millum religión og  materialismu, sum gera jólini til nakað ómetaliga kostnaðarmikið at liva upp til. Misskiljið meg ikki, eg eri als eingin fornoktari av materiellum vælsignilsum, tí eg elski jól og eg gleði meg sum eitt lítið barn til jólaperur, jólaglansibíløt, jólaeinglar, jólagardinur, jólakalendarar, jólagreyt og jólaportvín, jólaøl, jólainnkeyp, jólafrí, jólakava, jólateknifilmar, jólakaramellur, jólagummibomm, jólalakres, jólasnaps, jólamarsipan, jólabollar, jólaljós osfr., men her í húsinum er totalt jólanissu- og einglabann fram til 1.sunnudag í advent.

Men tey kosta, jólini og tey eru mong í ár, hvørs jólahald er treytað av góða átakinum Í menniskjum góður tokki, sum er innsamling til frama fyri jólahaldi hjá føroyskum familjum. http://www.takk.fo/ Spurningurin er so bara hvussu støðan verður næsta ár eftir eitt ár við flatskattaskipan, hækkaðum prísum og hækkaðum kommunuskatti, hvussu nógvar pengar tær hart sperdu familjurnar hava tá at halda jól fyri. Tey, sum eiga skulu fáa meira, meðan tey fátøku fáa minni at liva fyri. Ikki serliga jólaligt.


Tuesday, November 22, 2011

Vón


Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen


Fimm føroyskir filmsleikstjórar vísa sínar filmar á Norðurbryggju í Keypmannahavn

Norðurbryggjan skipar hesar dagar fyri Biodøgum, og tórsdagin, tann 24. Novembur kl. 20, verður ljós varpað á Føroyar við eini stuttfilmaskrá.

Føroyskar stuttfilmsperlur
Á skránni eru fiktionsfilmar, eksperimentalfilmar og poesi- og tónleikavideo, og filmsleikstjórarnir
Anton Petersen, Dennis Agerblad, Rannvá Káradóttir, Katrin Ottarsdóttir og Heiðrikur á Heygum vera til staðar og vísa fram.

Anton Petersen, sum er næmingur í filmskúlanum í Prag, vísir stuttfilmin “Skýming” (2011). Filmurin er 30 minuttir langur og leggur eisini navn til hetta tiltakið, sum í Danmark verður lýst “Skumring – nye færøske kortfilmperler”.

Tvær frumsýningar
Fryi stuttum gav Dennis Agerblad út eina fløgu, nevnd Sproghoved/Málhøvd, har han syngur yrkingar hjá Tóroddur Poulsen. Hetta tórskvøldið vísir hann síni animationsvideo til sangin, Vón, frá fløguni.

Kvøldið bjóðar eisini uppá tvær frumsýningar. Katrin Ottarsdóttir vísir sítt nýggja tónleikavideo, sum hon hevur gjørt til sangin, Last song, hjá Budam. Heiðrikur á Heygum vísir sítt video til nýggja sangin hjá Orka, Aldan Reyð, frá teirra nýggjastu fløgu, Óró.

Harafturat vísir Rannvá Káradóttir dansifilmin, Bow, sum vann høvuðsheiðursmerki til Dance on Camera festivalin í new York í vár.

Norðurbryggja hevur veitt karmar fyri Biodøgum síðani 2006, og áhugin fyri føroysku filmunum er størri fyri hvørt ár.

Les meira um Biodagar á www.bryggen.dk?

Søla av atgongumerkjum á www.politikenbillet.dk/nordatlanten. 


Skýming - føroyskar stuttfilmsperlur á Norðuratlantsbryggjuni



24.november verður føroyskt stuttfilmskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og tá verður m.a. musikkvideoin, sum Heiðrik á Heygum hevur gjørt til lagið Aldan reyð hjá Orka sýnd fyri fyrstu ferð. Henda musikkvideoin verður sýnd í Havn í Norðurlandahúsinum 15. Des kl 19.30. 
Vit seta inn info frá bryggen.dk og myndir + tekst frá facebooksíðuni Orka - Aldan reyð video, har partar av skapanartilgongdini av musikkvideolagnum er dokumenterað. Áhugavert at síggja so nógv ung listafólk hjálpa einum starvsfelaga. 


SKUMRING – NYE FÆRØSKE KORTFILMSPERLER
Torsdag den 24. november kl. 20 - med instruktørbesøg

Fem færøske filminstruktører viser deres nyeste værker, der spænder over fiktionsfilm og eksperimentalfilm til dybt originale musikvideoer.

Aftenens program
Aftenens fiktionsfilm, Skumring, er en 30 minutters skæbneberetning om en mand, der ikke magter at afslutte det kærlighedsforhold, han føler sig fanget i. Han stikker af til en afsides bygd, men udviklingen tager en uventet drejning i det eksistentialistiske drama, som et af Færøernes mest lovende talenter, Anton Petersen, har instrueret.

Desuden byder aftenen på fire nye værker med hver sin tilgang til kortfilmens koncentrerede format: Rannvá Káradóttir viser sin prisbelønnede dansefilm Bow, Dennis Agerblad sin animerede poesi-musikvideo Vón/HåbHeiðrik á Heygum sin video Aldan reyð til det færøske orkester Orka, og Katrin Ottarsdóttir sin video til Budams Last song.

Arrangementet
Filmene vises med engelske tekster. Det samlede arrangement forventes at vare to timer, og der er åbent i caféen i pausen samt en time før visningerne.



ORKA - "Aldan reyð" video

Í sambandi við at ORKA gevur sína nýggja fløgu út hevur Heiðrik á Heygum játtað at gera eitt
videolag til sangin “Aldan reyð”. ORKA er ein serføroyskur tónleikabólkur, ið arbeiðir við tí føroyska málinum, og hevur eisini umboðað Føroyar á altjóða palli. Tí er tað áhugavert at gera teimum eitt videolag, ið eisini lýsir nakað serføroyskt. Hugskotið er at arbeiða við føroyskum søgnum, serstakliga álvum. Ætlanin er, at vit í sjónbandalagnum síggja ein stein í tí føroysku náttúruni gerast livandi. Steinarnir vísa seg so at vera álvar. Heiðrik á Heygum hevur skriva og leikstjórna, og listamaðurin Sámal Blak stendur fyri pallseting. ORKA er ein av mest lovandi tónleikabólkunum í Føroyum, og hetta videolagið verður víst um allan heimin, og kann tískil umboða Føroyar bæði tónleikaliga og listarliga .Fyri at gera hetta videolagið møguligt, fara vit at tørva hjálp og vit vóna tit kunnu hjálpa okkum at finna ymist vit mangla. Vit byrja at filma 11 August og eina viku framm.



Heiðrik á Heygum filmar

Halldis Olsen hampar uppá álvarnar

Sámal Blak kreerar ein stein

Heiðrik setur sítt síðsta touch á álvarnar


 Kaldir álvar

Myndirnar síggja ómetaliga vakrar og atmosferiskar út


Trina Gaard hjálpir eisini til í hesum eftir øllum at døma dramatiska videolagnum



Monday, November 21, 2011

Hanni Bjartalíð ummæltur í Christianshavneren


Vit á Listablogginum føla okkum ikki ov fínar til lokalávísir, tá lokalávísin Christianshavneren ummælir framsýningina hjá Hanna Bjartalíð Is anybody home, sum er á Norðuratlantsbryggjuni inntil síðst í januar. Ummælið er her:

http://www.christianshavneren.dk/upl/9188/web1528november11.pdf

Sunday, November 20, 2011

Tomas Tranströmer tiltak í Norðurlandahúsinum í kvøld



Sunnukvøldið 20. november kl. 18.00

"At varnast tað stóra ókenda" - vinmaðurin Leif Olson lesur yrkingar eftir Tomas Tranströmer. Björn J:son Lindh ber fram egnar útsetingar av yrkingunum og Lars Hägglund spælir klassiskan tónleik.
Kostnaður 100 kr, lesandi 50 kr.
At varnast tað stóra ókenda
Norðurlandahúsið heiðrar Tomas Tranströmer, Nobelprísvinnari í Bókmentum 2011

20. november verður musikalskt yrkingakvøld í Norðurlandahúsinum. Svenski leikstjórin og resitatørurin Leif Olson ber fram yrkingar hjá vinmanninum Tomas Tranströmer.
Við sær hevur hann tveir tónleikarar, annar konsertpianisturin Lars Hägglund, hin tónaskaldið og floytuspælarin Björn J:son Lindh. Tónleikur hevur altíð verið partur av lívinum hjá Tranströmer. Sjálvur spælir hann ofta vinstruhanda klavertónleik – hann er lamin á høgru síðu aftan á eina heilabløðing í 1990. Lars Hägglund spælir Frantz Liszt (200 ár í 2011) sum partur av yrkingasvituni ”Sorgegondol”. Björn J:son Lindh – kendur fyri fólkakær løg sum ”Brusa lilla å”, hevur tónsett fleiri yrkingar eftir Tranströmer. Sum listamenn hava teir í felag íblástur frá náttúruni.
Tá Tomas Tranströmer vann Nobelprísin fyri bókmentum, segði dómsnevndin: ”att han i förtätade, genomlysta bilder ger oss ny tillgång till det verkliga”.
Tranströmer er næstan ikki taluførur aftan á heilabløðingina, og vanliga er tað kona hansara sum týður hansara svar, eitt nú í miðlaumrøðuni eftir Nobelvirðislønina.
Transtrømer gav út sítt fyrsta yrkingasavn, ”17 dikter” í 1954. Í dag eru týðingar gjørdar av hansara skaldskapi á fleir enn 60 ymiskum málum. Aleksander Kristiansen hevur umsett tríggjar yrkingar sum partur av savninum Filomela. Hesi eru ”SPOR”, ”AIR MAIL” og ”Í FOSSANDI STREYMUR ER FRIÐUR”.
Enska týðingin er úrslit av vinskapinum millum Robert Bly og Tranströmer – teir umsettu yrkingarnar hvør hjá øðrum.
Teir tríggir, sum vitja í Føroyum, hava seinastu seks árini ferðast víð framførsluni um skaldskapin hjá Tranströmer bæði í Svøríki, hinum Norðurlondunum og ymsastaðni í Europa, Asia og USA. Í Svøríki eru allir tríggir kendir, Leif sum útvarpsmaður, Lars sum konsertpianistur og Björn sum populertónaskald við langa diskografi, og eisini filmstónleikin til filmar hjá Bo Widerberg.
Meðan teir vitja Føroyar verður eisini konsert í Fríðrikskrikjuni 19. november kl 16, har Lars Hägglund framførir Goldberg variatiónirnar hja Johann Sebastian Bach.

AIR MAIL

Meðan eg leitaði eftir einum postkassa
bar eg brævið gjøgnum býin.
Í stóra skóginum av gróti og betongi
frákraði hesin vilsti firvaldurin.

Frímerkið sum eitt flúgvandi teppi
sløðrandi stavirnir í áskriftini
umframt annleiki mín innsiglaður
í hesi løtu sveimandi yvir havinum.

Havsins krúpandi silvur.
Skýbøklarnir. Útóðrarbáturin
sum ein sviskusteinur spýttur út.
Og bleiku arrini frá kjalarvørrinum.

Her niðri arbeiða vit spakuliga.
Eg kveiti ofta at urinum.
Skuggarnir frá trøðunum eru svørt tøl
í hesi grammligu kvirruni.

Sannleikin er á jørðini
men eingin torir at taka hann.
Sannleikin liggur á gøtuni.
Eingin vil kennast við hann.

Tomas Tranströmer, týtt hevur Aleksandur Kristiansen

Gerhard Richter


Inntil 8.januar er framsýningin Panorama hjá týska listamanninum Gerhard Ricter at síggja í Tate Modern í London. Gerhard Richter er føddur í 1932 og er ein tann týdningarmiklasti av týsku listafólkunum eftir kríggið. Hansara verk er stórt og sera varierað, hann er kendur fyri at hava enduruppfunnið sína list nógvar ferðir. Hann hevur málað abstraktar málningar, men realistiskt fotobaserað málarí er hann eisini kendur fyri. Portrettmyndir, landsløg og søgumálningar hevur hann eisini gjørt. Ricter var ein av teimum fyrstu týsku listafólkunum til at viðgera nazistasøguna í málningum av persónum í familjuni, sum vóru antin limir í ella offur fyri nazistunum. Hann hevur málað svarthvítar myndir av Baader Meinhof bólkinum (ovasta myndin her á blogginum) og á framsýningini á Tate Modern er eisini ein málningur, sum ímyndar yvirgangsatsóknina í World Trade Center í New York í 2001. Her er hon: